Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. desember 2015síða 17

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 7. desember 2015 · Nr. 141 ÍTRÓTTUR MAGNUS SKRIVAÐI SØGU Magnus Jákupsson prógvaði í Ísreal, at hann er skjótasti ryggsvimjari í danska kongaríkinum. Hann svam eina tíð, sum fer í søgubøkurnar Pætur Albinus EM á stuttgeil í ísraelska bý­ num Netanya er nú av hjá før­oysku svimjarunum, og sein­asti svimjarin í hylinum var føroyingurin umboðandi danska landsliðið, Magnus Jákups­son. Hóast hann ikki rakk final­uni í 50m-rygg, sum er hans­ara stóra styrki, so gjørdi hann ein vørr á hes­ um teininum. Longu í innleiðandi kapp­ ingini betraði hann um sítt per­són­liga met, sum sam­ stundis eisini var danskt met. Í hálvfinaluni helt hann fram við at kuta tíð av met­inum. Tá tók hann 0.17 sekund av metinum, soleiðis at danska met hansara á 50m rygg nú er 23.84. Tíðin hjá honum rakk til eitt 11. pláss og harvið ikki finalu­luttøku, men hinvegin stað­festi Magnus Jákupsson, at hann er skjótastur í rík­ inum á tí teininum. Hann er nú somikið skjótur, at hann er ein­asti 'dani', ið hevur svomið teinin upp á undir 24 sekund. albinus@sosialurin.fo Magnus Jákups­son Mynd: www.svimjing.com Savnsmynd STUTTSØGD ÍTRÓTTARTÍÐINDI Brandur Hendriksson hevur júst sagt, at hann fegin vil leig­ast út frá FCK fyri at fáa meiri spælitíð. Á donskum kjak­síðum verða feløg sum Esbjerg, Hobro og Viborg nevnd sum góð boð upp á hvar hann verður útleigaður. 39 ára gamli Luca Toni vænt­ar, at hann gevst sum fót­bólts­spælari eftir hetta kapp­ingar­árið. Hann hevur áður vunnið HM við Italia og Bundes­liguna við Bayern München. Seinastu trý árini hevur hann spælt við Verona í heim­landinum. Donsku hond­bólts­gentur­ nar hava lagt væl frá landi í EM, sum verður spælt heima í Danmark. Fyrsta dystin vunnu tær 30-21 ímóti Japan, og í gjár vunnu tær 32-20 ímóti Tunesia. Næsti dystur verður týsdagin ímóti Serbia. Púra óvæntað valdi AGF at senda venjaran, Morten Wieghorst, til hús dagin eftir at teir vunnu ímóti meistar­ unum úr FC Midtjylland. Avloysari hansara verður fyrr­verandi gullvenjarin hjá júst FC Midtjylland, Glen Riddersholm. Súkkluliðið Tinkoff-Saxo ætlar sær at vinna Tour de France og Giro d'Italia næsta ár. Tað eru stóru málini hjá nýggja ítróttarstjóranum, Bruno Cenghialta, sum fram­vegis hevur Alberto Contador sum kaptein á lið­ num. Umboðsmaðurin hjá Kevin- Prince Boateng váttar, at Boateng ætlar sær til AC Milan. Tað hevur hann ætlan­ir um so skjótt sum tað er møguligt at sleppa úr sátt­ mál­anum við Schalke 04, har hann ikki sleppur upp í part. Borðtennis og judo fáa møgu­liga egnar umstøður í høllini á Hálsi, sum í næstum verður útbygd fyri 20 milliónir krónur. Kommunan hevur vent sær til umboð fyri tær báðar ítróttargreinarnar fyri at hyggja nærri at møgu­ leikunum á Hálsi. Thibaut Courtois er heims­ ins besti málverji. Tað heldur venjari hansara í Chelsea, José Mourinho, sum um viku­skiftið hevði belgiska lands­liðsverjan við aftur eftir drúgvan skaðasteðg. Hann sat uttanfyri í 19 dystir. Súkklustjørnan, Chris Froome, sum vann Tour de France í ár, hevur júst al­ manna­kunngjørt kropslig venj­ingar­hagtøl frá árunum 2007 til 2015. Hann vónar, at tølini eru við til at reinsa bæði seg og súkkluítróttin frá doping­illgruna framyvir. Zlatan Ibrahimovic kann vera ávegis til kinesiskan fót­bólt. Í øllum førum sigur venjarin hjá Jiangsu Guoxin- Santy, Dan Petrescu, at felagið hevur 1,5 milliardir at keypa spælarar fyri, og at Zlatan verður ein, ið teir fara eftir.