mánadagur 7. desember 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. desember 2015 · Nr. 141
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÍTRÓTTUR
HONDBÓLTUR
KOLL-
FIRÐINGAR
FINGU SÍNA
HEVND
KÍF setti leygarkvøldið VÍF upp á pláss í høllini í
Kollafirði. VÍF hevur tryggjað sær Niklas Selvig frá júst
KÍF, og tað er ikki fallið í góða jørð hjá kollfirðingunum.
Teir tóktust væl meiri motiveraðir leygarkvøldið
Tróndur Arge - Kollafjørður
Knýttir nevar á bonkinum
hjá kollfirðingum. Dysturin
er bara fáar minuttir gamal,
men longu stendur øllum í
høllini greitt, at her er ein
innara øði í KÍF spælarunum
til hendan dystin. Tað er
vestmenningar, sum skora
fyrst, men KÍF klárar allatíð
at svara aftur. Tað er líka
mikið um dysturin ikki verð
ur endaliga avgjørdur her.
Hetta eru kollfirðingar, sum
vísa vestmenningunum, at
teir ætla at sveitta blóð fyri
at vinna hendan dystin.
Selvig-málið øsir KÍF
Tað var at kalla ódnarveður
í Kollafirði leygarkvøldið,
tá KÍF og VÍF brustu saman
í høllini Kollafirði í einum
dysti um annað plássið. Bæði
liðini høvdu 13 stig á øðrum
plássi, men fyri Kollfirðingar
var talan um serligan dyst.
Í vikuni kunngjørdi VÍF,
at teir hava gjørt sáttmála
við danska spælaran, Niklas
Selvig. Hann hevur farnu
kappingarárini
spælt
við
KÍF, har hann hevur verið
ein lyklaspælari. Tað nívur
kollfirðingar, sum eisini vóru
uttan Ása Dam til dystin.
Í Kollafirði halda tey, at
VÍF hevur styrkt hópin ov
nógv við spælarum aðra
staðni frá. Tá so vestmenn
ingar
eisini
fara
avstað
Niklas Selvig, so festið tað í
teir reyðu.
Niklas Selvig var millum
áskoðararnar í høllini til
dystin. Hann sá sítt nýggja
lið blíva sett upp á pláss.
»Flúgvari« fær
sálarligan týdning
Fyrri hálvleikur endaði 15-14
til KÍF. Hóast bara eitt mál á
muni, so mundi KÍF fáa fleiri
avgernadi mál í dystinum, tí
teir tóktust tæra meiri upp
teir spælararnar. Tí var út
loysingin størri fyri KÍF, tá
teir eftir longu álopini fingu
sent bóltin í málið.
KÍF tóktist tó stríðast
meiri fyri at fáa málini,
meðan VÍF heldur lættliga
fekk sent bóltin í málið. Fleiri
ferðir vardu álopini bara í fá
sekund, so bleiv bólturin
sendur av bakkinum og í mál.
Týdningarmesta
málið
í fyrra hálvleiki kom sjey
sekund
fyri
hálvleik.
18
sekund eru eftir, tá KÍF tekur
time-out við støðuni 14-14.
Teir seta spælið í gongd, og
tá gera teir ein »flúgvara«,
har
vongurin
í
vinstri
sendi bóltin innfyri til Teit
Joensen, sum kastaði seg
inn í feltið og sendi bóltin í
málið.
Aftur var talan ikki um
eitt mál, sum í sær sjálvum
avgjørdi dystin. Hinvegin,
so var hetta enn eitt mál,
sum fekk kollfirðingarnar at
trúgva upp á sigurin.
Fimm avgerandi
minuttir
Hyggja vit eftir máltalvuni,
so verður dysturin avgjørdur
fyrstu minuttirnar í seinna
hálvleiki. KÍF vinnur seg upp
á 20-15, meðan vestmenning
ar eina løtu eru fýra á vøll
inum. Hendan leiðslan fær
høllina at kóka, og tað er til
fyrimuns fyri heimaliðið,
sum nú luktar bólð.
VÍF roynir fleiri ferður at
áleypa á og minka um leiðsl
una, men hvørja ferð klára
teir reyðu úr Kollafirði at
halda stand. Fyri hvørt málið
teir skorað nærkast teir søta
sigrinum. Tað er ikki fyrr
enn heilt móti endanum, at
sigurin kemur endaliga í hús.
– Eg var ikki vísur í sigr
inum fyrr enn tað vóru tveir
minuttir eftir, sigur Andrias
Nielsen, sum spældi væl í
Niklas Selvig var millum áskoð
ararnar í høllini til dystin. Hann sá
sítt nýggja lið blíva sett upp á pláss.