Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-07, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. desember 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 7. desember 2015 · Nr. 141 ÍTRÓTTUR fram­rættaða spælinum hjá KÍF. Heini Hanusarson var við aftur fyri VÍF. Hann fíltist á verju­spælið og manglandi dirvi í álopsspælinum. – Vit halda ikki avtalurnar í verjuni. Í álopinum er tað sum vit ikki tora at taka kjansin, sigur Heini Hanusar­ son, sum spældi allan dystin í verjustøðu hjá VÍF. Gleðin á kollfirðingum eftur sigurin, vísti sítt greiða tekin um, at hetta var meiri enn bara ein lands­kapp­ ingar­dystir fyri KÍF. Teir fingu sína hevnd og liggja nú tvey stig frammanfyri VÍF, sum tó tykist blíva sterkari og sterk­ari. Sámal Joensen, Heini Hanusarson, Sámal Joensen, Niklas Selvig eru komnir afturat, meðan Áki Egilsnes heldur fram í VÍF kapp­ingarárið út. Alt í alt ein góð lýsing fyri før­oyskan hondbólt. Høvðusstaðurin sigrar Tveir aðrir dystir hava verið í FTZ-deildini um vikuskiftið. Kyndil vann stórt í Klaksvík fríggjakvøldið, meðan Neistin vann á StÍF á Hálsi í gjár. Kyndil vann heili 37-18 á Team Klaksvík, eftir teir vóru á odda heili 21-5 í hálv­ leik­inum. Kyndil lata fleiri ung­ar spælarar sleppa at royna seg, meðan Team Klaks­vík als ikki kláraði at geva nakra mótstøðu. Tá var spenningurin størri á Hálsi, har tað var javn­ leikur í hálvleikinum mill­um Neistan og StÍF. Tað end­aði tó við, at Neistin vann dyst­in 25- 22. Fyri Neistan hevur sigurin nógv at siga, tí nú eru teir bara eitt stig aftan­fyri StÍF. Høvdu teir tapt í gjár, so høvdu teir ver­ið eftir í botninum. Óvæntaður útisigur í kvinnudeildini Í høllini á Hálsi hittist toppur og botnur, tá ið Neistin tók ímóti StÍF. Neistin er odda­lið í deildini, meðan StÍF undan dystinum var numm­ar fimm og 11 stig eftir Neistan. Tískil var væntað, at bláu heima­ kvinn­urnar fóru at vinna tey tvey stig­ini, men púra óvænt­að end­aði dyst­urin 20- 22 til StÍF. Hálv­leiks­støðan var 12-12. Eisini var dystur suðuri í Vági, har VB og VÍF hitt­ust. Sum væntað vunnu vest­ menn­ingar dystin. Dyst­urin end­aði 21-24 til VÍF. Hálv­ leiks­støðan var 9-12. Neistin er framvegis odda­lið í deildini við 15 stig­ um. Síðani hevur Kyndil 14 stig, og teimum á baki kem­ur VÍF, ið hevur 12 stig. Á fjórða plássi er StÍF við 6 stig­um. Niðastu liðini í deild­ini eru Stjørnan og VB, sum hava ávíkavist 5 og 2 stig. HONDBÓLTUR FTZ DEILDIN: KÍF - VÍF 31-28(15-14) KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 10, Andrias Nielsen 6, Teitur Joensen 5, Rúni Joensen 4, Fríði Weyhe 3 og Jákup Trygvason 3 VÍF: Filip Jojic 10, Julian Olsen 7, Áki Egilsnes 6, Hanus Christophersen 3 og Nuunu Lars Olsen 2 Team Klaksvík - Kyndil 18-37(5-21) Team Klaksvík: Bogdan Florea 8, Vilhelm Vilhelmsen 4, Sámal á Tjaldrafløtti 2, Hanus Norðberg 1, Beinir Johannesen 1, Andrias Ellingsgaard 1, Jens Pauli Mohr 1 Kyndil: Høgni Klein Olsen 7, Bjarni Sørensen 6, Hjalti Bachmann 5, Josef Abrahamsen 4, Ludvík Súnason 3, David Edvardsen 2, Ólavur Reginsson av Fløtum 2, Hjalti M. Jacobsen 2, Hørður Fannar Sigtórsson 2, Frank B. Askildsen 2, Torvald Abrahamsen 1, Bartal Klein Olsen 1 Neistin - StÍF: 25-22(14-14) Neistin: Rói Berg Hansen 6, Teis Horn Rasmussen 6, Tommy Fletcher 3, Beinur Davidsen 3, Andras Joensen 2, Sjúrður Thomassen 2, Hjalti í Jákupsstovu 2, Terji Mørk 1 StÍF: Kjartan Johansen 7, Pætur Johansen 5, Sveinur Justinussen 4, Borgar M. Persson 2, Jógvan G. Joensen 2, Pætur G. Joensen 1, Teitur Nielsen 1, Marius Joensen 1 HVONN DEILDIN: Neistin - StÍF 20-22 Neistin: Eir Berg 5, Lilja Mohr 4, Marjun Danberg 4, Ása Dam á Neystabø 3, Brynja Høj 2 og Birita Jacobsen 2 StÍF: Rebekka Justinussen 7, Guðrið Poulsen 6, Fríðrún Danielsen 6, Erla Petersen 1, Guðrun Gærdun 1 og Birna Tummasardóttir 1 VB - VÍF 21-24 VB: Danijela Mistric 7, Ingrida Koudyte 6, Helga Kjærbo 5 og Una Nolsøe 3. VÍF: Marianna Holm Jacobsen 9, Agnas Olsen 6, Ronja Johannesen 4, Daniella Joensen 2, Kathe Frederiksen 1, Annika Poulsen 1 og Beinta Sveinbjørnsdóttir 1 FTZ deildin støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNIN MÁL TAPT MÁL MUNUR STIG 1 H71 11 310 237 73 22 2 KÍF 11 283 245 38 15 3 VÍF 11 298 294 4 13 4 Kyndil 12 321 306 15 11 5 StÍF 11 286 285 1 9 6 Neistin 11 259 274 -15 8 7 Team Klaksvík 11 248 364 -116 0 HVONN deildin støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNIN MÁL TAPT MÁL MUNUR STIG 1 Neistin 9 210 166 44 15 2 Kyndil 9 207 165 42 14 3 VÍF 9 234 204 30 12 4 StÍF 9 184 210 -26 6 5 Stjørnan 8 158 208 -50 5 6 VB 10 206 246 -40 2 Myndir: Álvur Haraldsen