Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. desember 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. desember 2015 · Nr. 141 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR FÓTBÓLTUR ÆTLA AT KEYPA SÆR EITT STERKT FÓTBÓLTSLANDSLIÐ Katar hevur megnað at keypt seg til eitt HM-endaspæl í hondbólti í 2015, og eitt HM-endaspæl í fótbólti, sum skal verða í 2022. Í hondbólti hava teir keypt seg til eitt sterkt landslið, og nú ætla teir at gera tað sama í fótbólti Heri Simonsen Tá HM-endaspælið í hond­ bólti varð í Katar í januar í ár vann vertstjóðin silvur. Hond­bóltsheimurin átti at umrøtt silvurmerkið hjá Katar, sum eina stóra sensa­ sjón, og eitt bragd framt av einari lítlari tjóð. Men silvurmerkið hjá Katar hevði – og hevur – eina bak­síðu. Tveir triðingar av spæl­ arunum í hópinum hjá Katar vóru útlendingar, í nógvum førum evropar, sum hava fingið katarskan ríkis­ borgara­rætt. Hetta fekk ilt í ikki so fáar hondbóltsfjepparar kring heimin, sum hildu tað verða alt annað enn fair play, at eitt hondbóltslandslið verður mannað, sum eitt sterkt felags­lið, har nógvir framúr góðir spælarar verða keyptir inn fyri at styrkja landsliðið mun­andi. Blóð á tánna Í Katar hava tey tó fing­ið blóð á tánna. HM-silvur­ merkið í hondbólti hevur av sonnum inspirerað fót­bólts­ sambandið í Katar, ið ætlar at gera tað sama nummarið við katarska fótbólts­lands­ liðnum. Á katarska fót­bólts­lands­ liðnum eru heili 14 spæl­ arar, sum hava ein upp­runa uttanfyri Katar. Spæl­ararnir koma frá lond­um, sum Marokko, Brasil, Algeria, Gana, Kuwait, Bahrain og Sudan. Katar hevur aldrin áður vunnið seg í eitt HM-enda­ spæl í fótbólti, men nú er vegurin til HM-endaspælið, sum verður í Russlandi á sumri í 2018 vorðin munandi lættari. Katar hevur vunnið seg í triðja undanumfari, har størri asiatiskar fót­bólts­ tjóðir, sum Japan, Suður­ korea, og Avstralia bíða teim­um. Katar eru ósigrað­ir í inn­leiðandi HM-undan­ kapp­ingar­bólkinum, og hava ein málmun, sum sigur 27-2. Í seinasta sigrinum, tá Katar vann 3-0 yvir Bhutan vóru sjey av teimum 11, sum byrjaðu inni hjá Katar, spælarar, sum eru føddir og hava sín uppruna í øðrum lond­um. FIFA ætlar at steðga Katar Altjóða fótbóltssamgongan, FIFA er tó alt annað enn fegin um hesa gongdina. Eftir galdandi reglum er ikki møgu­ligt hjá einum lands­ liðs­spælara at skifta til eitt annað landslið, um við­ komandi spælari hevur bara spælt ein A-landsdyst fyri eitt annað land. Í altjóða hondbólti eru reglar­nar munandi lagaligari. Ein hondbóltsspælari kann skifta til eitt annað A-landslið, aftaná eina karantenu, sum er sett til at verða í trý ár. Tí dyrgir katarska fót­ bólts­sambandið eisini eftir ung­um talentum, og roynir at fáa fatur í teimum, áðrenn hesir spæla ein A-landsdyst fyri sítt verandi heimland. Longu í 2004 royndi katarska fót­bólts­sambandið at lokka brasilsku spælararnar Dede, Ailton og Leandro, sum tá spældu í týsku bundesliguni at koma og spæla við katarska landsliðnum. Katarska fótbóltssambandið egndi við stórum peninga­ upp­hæddum fyri at fáa Dede, Ailton og Leandro at taka við avbjóðingini at spæla fyri eitt land, har teir ongan­tíð áður høvdu sett sínar føtur. Eingin av teim­ um hevði spælt fyri brasilska A-landsliðið, og tí sá katarska fótbóltssambandið møgu­ leikan. Dede, Ailton og Leandro lótu seg eisini freista. Teir fingu katarskan ríkis­borgar­ rætt, og gjørdu klárt at spæla sín fyrsta landsdyst fyri Katar, men FIFA kom uppí leikin. Ímóti andanum í fótbólti Í hesum førinum glógvaði í FIFA-forsetanum, Sepp Blatter, sum annars ikki altíð hevur víst tann størsta vís­ dómin, sum oddamaður fyri heimsins størstu ítróttar­ sam­gongu. – At skifta ríkis­borgara­ rætt so brádliga er ímóti anda­num í altjóða fótbólti. Slíkt má steðgast í føðingini, segði ein avgjørdur Sepp Blatter í 2004. FIFA fekk eisini broytt reglarnar soleiðis, at spæl­ arar, sum eru yvir 18 ára gamlir mugu bíða í fimm ár, áðrenn teir kunnu skifta til eitt annað landslið í heim­ inum. Katarska fótbólts­sam­ bandið hevur tó funnið ein nýggjan hátt at snúgva sær fyri at tryggja sær eitt sterk­ ari fót­bóltslandslið. Í ríka oljustatinum syrgja tey fyri, at framtíðar lands­ liðsspælarar koma til land­ ið í einum ungum aldri. Spæl­ararnir á katarska lands­liðnum, sum eru av út­ lendsk­um uppruna eru eis­ ini allir føddir aftaná 1990. Felags­nevnarin fyri katarsku landsliðs­spælararnar av út­ lendskum uppruna er, at allir hava gingið á »Aspire Academy« í katarska høvuðs­ staðnum, Doha. Halda seg ikki gera skeivt Aðalskrivarin í katarska fót­bólts­sambandinum, Mansour Mohammed Al Ansari segði fyrr í ár við bretska kring­varpið, BBC, at í Katar skilja tey ikki at­finn­ ing­ar­nar ímóti teirra lands­ liðs­arbeiði: –   Talið av útlendskum spæl­arum á landsliðið okkara er eitt yvirdrivið tal. Í okkara eygum eru allir spælararnir katarskir spælarar, og vit fylgja reglunum hjá FIFA. Spælararnir hava rætt til at umboða okkara land, líka­ mikið, um teir eru føddir her ella ikki, sló Mansour Mohammed Al Ansari fast yvirfyri BBC. Tað tykist, sum steinríki oljustaturin vil gera alt, sum teir kunnu fyri at fáa ítróttarlig úrslit og HM-enda­ spøl í ymiskum lið­ítrótti til tann lítla olju­statin í fjar­ eystri. Ein oyði­markar­gongd er ring, tó ikki, tá ein kann keypa seg til nærum alt. heris@sosialurin.fo Í seinasta sigrinum, tá Katar vann 3-0 yvir Bhutan vóru sjey av teimum 11, sum byrjaðu inni hjá Katar, spælarar, sum eru føddir og hava sín uppruna í øðrum lond­um