mánadagur 7. desember 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 7. desember 2015 · Nr. 141
ÍTRÓTTUR
FÓTBÓLTUR
ARBEIÐARASONURIN ER
STÓR HETJA Í ONGLANDI
Jamie Vardy er ikki bara ein stór hetja í Leicester. Hann er eisini ein stór hetja hjá
arbeiðarastættini í Onglandi. Gomlu ensku hetjurnar Ian Wright og Stuart Pearce stórfegnast,
og miðlar nevna arbeiðarasonin úr Sheffield tann enska »Rocky Balboa«
Heri Simonsen
Leygardagin í næstseinastu
viku gjørdi Leicester City
framherjin, Jamie Vardy tað,
sum fjepparar av enskum
fótbólti kring allan heimin
høvdu vónað, at hann fór
at gera, nevnliga at seta
skoringsmet
í
Premier
League við at skora 11 dyst
ir á rað, og harvið betra
gamla
metið
hjá
niður
lendsku
fótbóltslegenduni
hjá
Manchester
United,
Ruud van Nistelrooy, sum á
sinni skoraði 10 dystir á rað í
Premier League.
Við bragdinum hevur ar
beiðarasonurin úr Sheffield
lyft alla ta ensku arbeiðara
stættina. So seint, sum í 2010
spældi Jamie Vardy í ensku
8. deild við Stocksbridge
Park Steels. So seint, sum í
2012 spældi hann framvegis
»Non League Football«, um
enn tað var í ta hægstu deild
ini undir teimum fýra stóru
ligunum í Onglandi. Og nú
hevur maðurin úr 8. deild
sett skoringsmet.
Tann enski
»Rocky Balboa«
Nógvir enskir miðlar hava
nevnt Jamie Vardy tann
enska »Rocky Balboa«. Sipað
verður til filmarnir um neva
leikaran úr Philadelphia í
USA, sum arbeiddi seg úr
ongum, og upp á hægstu
tindar innan amerikanskan
nevaleik. Tann, sum skrivar
hesar reglur hevur ongantíð
verið glaður um eitt mál, sum
er skorað ímóti Manchester
United. Viðgangast skal tó,
at tað var ein hugvekjandi og
rørandi løta, tá Jamie Vardy
skoraði ímóti Mancheser
United næstseinasta leygar
dag, tá ein hugsar um ta
longu leiðina úr ensku 8.
deild, og upp í Premier
League. Og lítið er ivast í,
at Sylvester Stallone, sum
hevði leiklutin, sum Rocky
Balboa smílist tá hann hoyrir
søguna um Jamie Vardy. Í
1981 hevði Stallone leiklutin,
sum málverji í filminum
»Victory«
frá
1981,
har
brasilski Pelé eisini spældi
við, so Stallone kennir eisini
til fótbólt.
Ian Wright stórfegnast
Gamla hetjan hjá Arsenal,
og tí enska landsliðnum,
Ian Wright stórfegnast um
avrikini hjá Jamie Vardy.
Sjálvur byrjaði Ian Wright
eisini við at spæla »Non
League
Football«,
og
tí
kann hann kenna seg aftur
í tí, sum Jamie Vardy hevur
framt á leikvøllum í Ong
landi.
Ian Wright heldur tó, at
tað eru ov mong, sum eru
ov snobbut, tá tey halda, at
Jamie Vardy ikki er rætti
maðurin til álopið hjá enska
landsliðnum, sum skal kapp
ast í EM-endaspælinum í
Fraklandi komandi summar.
Ian Wright heldur avgjørdur
á einum bloggi á heimasíðu
bretska kringvarpsins, BBC,
at Jamie Vardy kann gerast
ein »Salvatore Schillachi« til
komandi
EM-endaspælið.
Her sipar Ian Wright til
italska
HM-toppskoraran,
tá
HM-endaspælið
varð
í Italia á sumri í 1990.
Salvatore Schillachi spældi
amatørfótbólt, og arbeiddi,
sum
bilmekanikari,
men
arbeiddi seg upp gjøgnum
italsku
fótbóltsdeildirnar,
og gjørdist HM-toppskorari
í 1990.
Stuart Pearce
fegnast eisini
Ein onnur gomul ensk fót
bóltshetja, gamli stríðsmað
urin hjá Nottingham Forrest
og enska landsliðnum, Stuart
Pearce er eisini ovurfegin um
arbeiðarasonin úr Sheffield,
sum hevur sett skoringsmet
í Premier League.
Í samrøðu við enska blað
ið »The Sun« staðfestir Stuart
Pearce, at Jamie Vardy er ein
av teimum fáu arbeiðara
hetjunum í enskum fótbólti.
Upprunaliga
varð
tað
enska arbeiðarastættin, ið
gjørdi enskan fótbólt til
tað, sum hann er í dag. Men
seinnu árini hevur miðal
stættin og yvirstættin yvir
tikið fleiri og fleiri áskoðara
pláss í teimum bestu ensku
deildunum, og tað er vorðið
ov dýrt hjá arbeiðararastætt
ini at keypa sesongkort og
atgongumerki til dystir í
Premier League, og í The
Championship.
Stuart Pearce heldur, at
tað er eitt sterkt signalvirði,
at ein eyðmjúkur maður, sum
arbeiddi á einari verksmiðju
í Sheffield fyri fáum árum
síðani er vorðin ein stór
hetja og fyrimynd í enskum
fótbólti.
– Jamie Vardy er frísk luft
fyri spælið. Hann vísir, at
hann ikki er ein maður, sum
er føddur við silvurskeið
í munni, men ein maður,
sum hevur arbeitt seg upp
gjøgnum
deildirnar,
og
ikki gjøgnum eitt fótbólts
akademi hjá einum stórliði,
sigur Stuart Pearce við The
Sun.
»Working Class Hero«
Miðlar kring allan heimin
bera nú søguna um Jamie
Vardy, og hóast søgur verða
skrivaðar bæði á sponskum,
italskum, týskum og mong
um øðrum málum, so er tað
eitt sangheiti, sum gongur
aftur í øllum yvirskriftunum,
og er tað kendi sangurin hjá
John Lennon »Working Class
Hero«.
Spennandi
verður
at
síggja gongdina hjá Jamie
Vardy framyvir. Um Wayne
Rooney
ikki
tekur
seg
saman og betrar seg rætt
iliga skjótt, so verður tað eitt
stórt krav frá enska fótbólts
almenninginum, at Jamie
Vardy sleppur at byrja inni
fyri enska landsliðið. Vit øll,
sum kenna til eyðmjúkar
fótbóltsumstøður
kunnu
ikki annað enn heppa á ar
beiðarasonin úr Sheffield.
heris@sosialurin.fo
Leicester leikarin, Jamie Vardy, hevur sett skoringsmet í Premier League við at skora 11 dystir á rað