Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-07, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. desember 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. desember 2015 · Nr. 141 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR Dart, er tað ein ítróttur? Er tað ikki bara eitt øl-spæl? – Nei, tað er ein ítróttur. 100 pro­ sent! Tú spælir í einar tíggju tímar, tá tað er kapping. Tað er hart og avbjóðandi, men kanska ikki sum aðrar ítróttargreinar. Tað er ikki bara eitt øl-spæl, tí tað skal nógv venjing til eisini. Kanska vit drekka eina øl afturvið, men tað er av­gjørt ein ítróttur. Tú liggur langt fremst í FM, saknar tú ikki Remy G. Hansen, sum vann farna kappingarár? – Jú, eg sakni hann. Eg og Remy vóru í níggju av tíggju finalum í farna kappingarár. Fyri uttan hann, so er Petur Thomsen ein, sum ordiliga kann geva mær mót­ støðu, men eg veit ikki hvar hann er blivin av? Er tað ikki stuttligt at vera nógv bestur? – Jú, sjálvandi er tað tað, men eg blívi ikki betri av at bara at vinna. Nú eru onkrir á veg, men í løtuni vinni eg greitt. Er tað nakrantíð nakar, sum hevur kent aftur tí tú ert dartspælari? – Nei, tað er tíverri ongin, sum kennir meg aftur, men kanska tað verður. Altjóða dart er nógv frammi í sjónvarpinum í løtuni, so øll kunnu síggja dart í dag. Eitt nú spæla vit til arbeiðis(Poul Hansen) í døgurðatímanum og í kaffi­steðginum, men ikki siga tað við Høgna Hansen! Í sjónvarpinum er tað størsta at klára 501 upp á níggju pílar. Hvussu er hjá tykkum? – Tað er so ringt at klára 501 upp á níggju pílar, at eg havi ikki ein gongd møtt einum manni, sum hev­ur reypað um at klára tað. Eg og Remy hava klára tíggju pílar, men tað hevur verið til kapping. Remy hevur klárað 11 pílar í kapping. trondur@sosialurin.fo Vikan ið fór Pál Vitalis Joensen blívur nummar seks í 1500 metrinum til EM í stuttgeil í Ísrael. Hann letur illa at, eftir at hann akkurát vinnur seg í final­una. Norskur svimjarin tekur norðurlendska metið hjá Páli á teininum, tá hann blívur nummar trý. Brandur Hendriksson Olsen boðar frá, at hann er sinnaður at blíva útleigaður frá FCK, so hann kann fáa spælitíð. FCK hevur í vikuni keypt nýggjan spælara til miðvøllin. Bold. dk heldur skemtiliga fyri, at Brandur Brandur Olsen er betri enn Brandur Hendriksson. Real Madrid verður tveitt úr sponsku steypa­kapp­ ingini, tí teir hava brúkt ein ólógligan spælara. Hóast Real Madrid kærir sína neyð, so er ongin góða mamma. Jamie Vardy skorar ikki fyri fyrstu ferð í 11 dystum, tá Leicester heldur fast um odda­ støðuna í Premier League við 3-0 sigri á Swansea. Kaj Leo í Bartalsstovu leingir ikki sáttmálan við Levanger. Trønder-Avisen skrivar, at umboðsmaðurin, Hans Jacob á Líknargøtu hevur kravt okursløn til føroyska landsliðsspælaran. Tað passar ikki, sigur umboðsmaðurin við in.fo. Gary Neville verður settur í starv sum venj­ari hjá Valencia. Hann hevur seinnu árini verið við­ merkjari hjá Sky Sports. Nú er tíðin komin at standa hinumegin sjónvarps­ skýggjan, og taklan kritikk, sigur Gary Neville. ...við ítróttinum Hatur og kærleiki í La Liga: Barcelona vs Real Madrid ÍTRÓTTAR UMMÆLI 5 SKJÓTIR Eg byrjaði at lesa hesa bókina eina viku undan El Clasico uppgerðini, sum er millum júst Barcelona og Real Madrid. Meiningin var at røkka hæddarpunktinum og endanum sjálvan dystardagin. Tað eru tvær vikur síðani, og eg eri akkurát liðugur við tær yvir 400 síðurnar. Rundur á gólvinum av søgum úr borgarakrígginum og tíðini áðrenn og aftaná. Tað er ongin ivi um, at Sid Lowe hevur gjørt kann­ ingar­arbeiði til lítar. Hann hevur tosað við nógvar lykla­perónar, og hann hevur fakta upp á pláss. Bókin snýr seg ikki so nógv um fótbólt, men heldur hvat liggur til grundar fyri haturin millum Barcelona og Real Madrid. Tað eru nógvir politiskir undirtónar, sum stava frá tíðini rundan um borgarakríggi og einaræðisharran Franco. Av teimum nógvu nøvnunum, so minnist eg bara Santiago Bernabéu, tí leikvøllurin hjá Real Madrid er uppkallaður eftir honum. Eg eri glaður fyri at eg havi lisið bókina, tí eg fylgi væl við í odda­stríðnum í Spania, men tað var ikki fyrr enn á síðu 300, at eg byrjaði at njóta at lesa bókina. Tá koma vit til Dream Team og víðari til Luis Figo støðuna. Bólkin er væl grundað og pilk­ ar eisini við nakrar mýtur, sum annars eru populistiskar at fjala sína øði aftanfyri. Hetta er Barce­ lona móti Real Madrid í einum søgu­ligum sjónarhorni. LES HANA UM: Tær dámar meir enn bara El Clasico á vøllinum. Tu skal gjara hava yvirskot, tá tú setur teg við henni. IKKI LESA HANA UM: Nøvn sum Kubala og Di Stefano ikki siga tær nakað, og um tú væntar eina taktiska greining av El Clasico sum fót­bóltsspælari. HVUSSU ER HON AT LESA: Drúgv í støðum og spennandi í støðum. Hon er væl skrivað og tú fært nógv at vita. Onkuntíð so nógv, at høvd­ ið rúmar tað ikki. HVAT SIGUR TÚ: Eg havi næstan hug at siga, at tú skal vera yvir 30, fyri at kunnu kenna teg aftur í onkrum av tí sum hendur í bókini. Hetta er ikki lættur fótbóltslestur, sum eitt nú ævisægurnar plaga at vera. Í hesum táttinum umrøða vit ítróttarbøkur. Hetta eru bøkur, sum vit hava lisið og meiningarnar eru allar okkara egnu... ★★★★★★ FAKTA Sid Lowe er millum fremstu bretsku tíðindafólkini , sum fáast við spanskan fótbólt. Hann hevur skrivað fyri The Guardian og er væl lýddir í fakinum. – Linjuverjin trúði ikki vit kundu skora eitt so flott mál, tá vit spældi so illa. Jurgen Klopp, um málið hjá Alberto Moreno, sum bleiv skeivt kolldømt fyri rangstøð – Vit hava einki fingið at vita frá spanska fótbóltssambandinum. Einki. Tað stendur í grein 41, at tað skulu vit. Florentino Perez, forseti í Real Marid Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Bárður Olsen Ítróttur: Dart Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1 Real Madrid keypir Luis Figo frá Barcelona, mansliðið hjá Neistanum vinnur FM á fyrsta sinni síðani 1978, og Louis Armstrong vinnur Tour de France annað árið á rað. Hvat er árið? 2 Hvat nummar hevur Brandur H. Olsen á troyggjuni í FCK? 3 Hvat nummar er Áki Egilsnes hjá VÍF? 4 Hvussu eitur venjarin hjá KÍF? 5 Newcastle vann í gjár 2-0 á Liverpool. Georginio Wijnaldum skoraði bæði málini. Hvørjum keypti Newcastle hann frá? 6 Hvussu eitur spælarin, sum Real Madrid brúki ólógliga í sponsku steypakappingini? 7 Kolumbiski landsliðsmiðverjin í fótbólti, Andrés Escobar, verður skotin í heimlandinum, Miguel Indurain vinnur Tour de France fyri fjórðu ferð upp í slag, og í EM í hondbólti vinnur Svøríki hjá monnum, og jarn-damurnar hjá Danmark hjá kvinnum. Hvat er árið? 8 Hvør er spælarin á myndini? ? 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Quizzin, svar: 1: 2000, 2: 36, 3: 9, 4: Jeppe Borch, 5: PSV, 6: Denis Dmitriyevich Cheryshev, 7: 1994 8: Jákup Trygvason