Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-07, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. desember 2015síða 23

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 7. desember 2015 · Nr. 141 ÍTRÓTTUR Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Neli Heldarskarð Pætur E. Jensen Leygarkvøldið var eg í Kollafirði og segði frá hondbóltsdystinum millum KÍF og VÍF. Eg havi sagt frá nøkrum dystum eftirhondini, og haldi tað er rímiliga oftani at menn og kvinnur leggja nógv fyri. Leygarkvølið var tó eitt »twist«. Niklas Selvig málið hevur rakt kollfirðingar meint. Teir eru argir inn á VÍF. Tað merktist frá tí eg traðkaði inn í høllina. Her var ein serligur stemningur. Jublandi glaðir kollfirðingar, tá teir javna til 1-1. Gjøgnum allan dystin merkti tú hvussu gjarna KÍF vildi vinna hendan dystin. Í fótbólti verður oftani tosað um, at mál broyta dystir. Annað liðið kann vera aftanfyri 2-0, spæla uttan yvirskot og einki riggar. Brádliga fær liðið mál, og so er sum vent í holuni. Nú ber alt til. Teir, sum ikki orkaðu at renna aftur, fara nú tvísporandi aftur og fram, og aftur og fram. Málini í hondbólti telja ikki líka nógv, men alíkavæl eru ávís mál, sum hava sama týdning. Tað sá eg fleiri ferðir í Kollafirði. Nú skal eg ikki gera meg klókan upp á hondbólt, men undan dystinum verður mær fortalt, at VÍF hevur munin á papírinum. KÍF er uttan Niklas Selvig, meðan aðrir eru skaddir. VÍF hevur allar sína mans tøkar, umframt at Heini Hanusarson er við aftur. Tí skuldi nakað serliga til, um KÍF skuldi vinna hendan dystin. Tað merkir so eisini, at allir spælarar hava eina kontakt onkustaðni, sum kann tendrast. Tá fáa menn megi og kunnu meir enn vanligt. Lat okkum síggja tað oftari. Í hesum førinum kom »øðin« fram av einum spælaraskifti. Tað er ikki haldbart at bliva motiveraður av uttanfyristandandi tingum allatíð. Men tað var hvørtfall stuttligari enn miðal í høllini leygarkvøldið. Tað ger einki um hondbóltskapping hjá bæði kvinnum og monnum fær eitt sindur av kulør. Sjálvandi alt við máta. Eldur í kollfirðingum www.h71.fo: VÍF ella Fremmandalegiónin, sum hópurin hjá vestmenningum helst betri er kendur sum www.vif.fo: Menninir taptu fyri einum sera uppsettum KÍF-liðið. Kollfirðingar viðgingu sjálvir, at tað var málið um Nicklas Selvig, sum setti eld í teir. Teir vildu prógva, at tað bar til at vinna á einum av oddaliðunum, hóast teir høvdu mist ein av lyklaspælarunum. www.vif.fo: Sterki høgri bakkurin hjá VÍF, Áki Egilsnes, fer ikki av landinum at spæla hetta kappingarárið. Sostatt spælir hann framhaldandi fyri VÍF. www.fif.fo: Men komnir niðan á Kongavarða gjørdist ferðin hjá ungu klaksvíkingunum Julian Gregersen og Jan Elmari Sørensen ov høg fyri hinar báðar eldru. Teir gulu komu á mál við bert einum sekundi í millum, men tað var kortini Julian, sum hevði avgjørt kappingina í brekkuni niðan móti skúlanum Ítróttar KLUMMAN Tróndur Arge HEIMASÍÐURNAR SKRIVA: ÁKI FER ONGAN VEG Pætur Albinus Áki hevur nú tikið avgerð um, at hann ongan veg fer á hes­um sinni, og at hann tískil heldur fram í VÍF restina av kapp­ingarárinum. ÍBV hevur bjóðað Áka ein tvey og eitt hálvt ára sátt­ mála sum fulltíðar hond­ bólts­spælari, men hóast hetta ljóðaði áhugavert, so vísti tað seg tá ið til stykkis kom, at hann hóast alt ikki kundi fáa alt, sum varð lovað í upp­skot­inum um sáttmála. Eitt, sum eisini talaði ímóti, var, at Áki einans hevur eitt hálvt ár eftir av skúla­gongdini í Føroyum, og at hann ynskir at gera hana lidna fyrst. – Harafturat eri eg heldur ikki í toppformi beint nú, og eg vil fegin betra um tað áðrenn eg taki av øðrum til­ boðum uttanlands. Tí verið eg verandi VÍF-ari í øllum før­um hetta kappingarárið, sigur Áki Egilsnes við heima­ síðuna hjá VÍF. albinus@sosialurin.fo 19 ára gamli høgri bakkurin hjá VÍF, Áki Egilsnes, hevur seinastu tíðina verið settur í samband við íslendska felagið ÍBV, har hann eisini hevur verið og royndarvant Áki Egilsnes Mynd: Álvur Haraldsen Fyrrverandi KÍF leikarin, Niklas Selvig