Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-07, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. desember 2015síða 36

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 50 • 7. DESEMBER 2015 12 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ U ppfinnsemið hevur altíð verið stórt. Fyrr í tíðini brúktu fólk skølingar, teir líkt­ust skó­leist- um, uttan á skónum, húðarskónum ella styvlun­um. Skølingarnir vórðu brúktir, har hált var at ganga, í bjørg­ um, fjøllum og í fjøruni. Havi sjálv roynt tað í kava á asfalti, men haldi ikki tað riggaði so væl, tí áðrenn eg visti av, so var leistin av­ísaður og til onga nyttu. Seinastu nógvu árini hevur ymiskt verið at fingið at verja seg við í hálkuni: okkurt at líma undir skógvarnar, píkar at spenna upp á, ja, og helst okkurt annað. Fyrr í vikuni kom ein ungur maður í hesum flottu styvlunum inn á Viku­ blaðið. Øll vóru púra ovfarin, tá hann vísti okkum, hvussu snildir hesir styvl­ ar vóru. Av ringum royndum var hann farin í handlarnar at leita sær eftir onkrum upp á beinini, so hann – sum hann plagar – kundi ganga býin upp og niður og vera so tryggur, sum til bar. Hann fór úr øðrum stylvanum og vísti við einum slagi av lykli, hvussu hann píkaði styvlarnar. Eitt-tvey-trý, so hevði hann loyst píkarnar undir fóta­blaðnum og hælinum, vent teim­ um og lagt teir fastar í speglvendu foyrurnar undir botninum. Viðmerkjast kann, at hesi ungi maður ikki kundi funnið upp á at koyrt píkadekk undir bilin. Men hann er heldur ikki so tungur, at tann man fara at síggjast aftur á gongubreytunum, tá tað fer at vára. Vikublaðið ynskir honum nógvar góðar gongutúrar í vetur. Vit kenna helst øll onkran, sum er dottin í hálku og brotið arm ella bein. Tað tekur sína tíð at koma fyri seg aftur Væl ber til at vera bæði snøggur um føturnar og nógv tryggari í hálkuni. Maðurin í skónum minnir tó á, at ein tó altíð skal vera varin og ansa sær og ganga eftir umstøðunum ... Snøgt og væl skøddur í hálkuni Skølingar Hetta skrivar Sprotin: