mánadagur 7. desember 2015síða 35
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 50 • 7. DESEMBER 2015
11
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Søgan aftan fyri Makrelin í Skopun
Vilmund Jacobsen
Ø
llum líkar ikki orðið »slupp
ungar«, sum ivaleyst kemur
av, at hesi deksfør minna um
gomlu, snøggu og hábærsligu slupp
irnar.
Eigarar av Makrelinum II í dag eru
Harry E.W. Hentze og Sniálvur Røvils
berg, sum báðir búgva í Skopun.
Sniálvur siglur við línuskipinum,
Sandshavinum og Harry er kendur úr
fiskaframleiðslu, umframt at hann
hevur verið sjómaður í fleiri ár.
Sambært keldum er Makrelurin II
smíðaður í Rættará í Havn í 1919, og
tað var Elias Johansen, sum smíðaði
bátin.
Makrelurin II er 10,64 metrar lang
ur, 3,34 metrar breiður og 1,45 met
rar djúpur.
Søgan í stuttum
Makrelurin II er á facebook, og her
verður upplýst, at motorbáturin upp
runaliga er smíðaður til Ellind í Toftum
í Hvalba. Í 1924 varð báturin seldur
pápa Manna Næs, eisini í Hvalba.
Tey nógvu árini var eigaraskapurin í
Hvalba og síðan í Nesi í Hvalba.
Sagt verður, at báturin øll árini frá
1919 og fram til 1972 hevði navnið
Johanna TG 480, og síðan fekk hann
navnið Móvanes, tá Dan Thomsen átti
hann árini 1972 og 1973.
Tá báturin í 1973 varð seldur til
Porkeris, kallaðist hann Sólrun II, og tá
Anskar Hansen, nólsoyingur í Klaksvík
keypti, fekk hann navnið Sjóbrandur.
Eitt skifti hevði deksbáturin navnið
Borðkollur, og tá var hann heima
hoyrandi í Hvannasundi.
Í áttatiárunum varð sluppungin
seldur aftur til Klaksvíkar, og meðan
Tórur Andreasen átti hann, hevði
hann navnið Hvessingur.
Endaði í Sandoynni
Í 1987 er tað Karlon Winther í Skop
un, sum keypir motorbátin, men fá ár
seinni selir hann til Niels J. Hentze á
Sandi.
Í 2004 eru tað Harry E.W. Hentze
og Sniálvur Røvilsberg í Skopun, sum
keypa bátin og geva honum navnið
Makrelurin II, sum er navnið, hann
eisini ber í dag.
Vikublaðið kann ikki við vissu siga,
at gongdin júst hevur verið soleiðis,
sum her verður greitt frá, men eru
tað lesarar, ið vita meira og neyvari
um motorbátin, sum varð smíðaður í
Havn fyri skjótt 100 árum síðan, eru
fólk vælkomin at senda okkum ein
teldupost.
Lesarar eru vælkomnir at senda okkum gamlar bilmyndir
saman við stuttum teksti og upplýsingum til:
maggi@sos.fo
Bilurin hesa vikuna er ein VW bussur
hjá Carl August Jensen í Kollafirði.
Hesin er fyrsti Volkswagen í Føroyum.
Bilurin var tann 27. august 1952 seld
ur av fyritøkuni Farodane, sum um
boðaði VW í Føroyum.
Carl August koyrdi rutu millum
Kollafjørð og Vestmanna við bussium,
sum tók 8 ferðafólk. Viðførið, sum
ikki passaði inn í bussin, var lagt upp
á takið.
Farodane seldi Volkswagen frá
1952 til fyrst í 1970-unum, tá Føroya
Motor Co í Hornabø fekk umboðið.
Hans Johannes Clementsen hevði
verkstað og tænastu fyri VW bilarnar
alla tíðina meðan Faroedane hevði
umboðið.
Myndaeigari: Børge Jensen
SKIPASØGA
BILASØGA
Makrelurin II, SA 148, hevur seinastu árini verið heimahoyrandi í Skopun. Hetta er ein av teimum
gomlu sonevndu »sluppungunum« ella motorbátunum, sum skjótt eru 100 ára gamlir
Fyrsti Volkswagen
í Føroyum
Makrelurin II er heimahoyrandi í Skopun, og á innsettu myndini sæst, at deksbáturin eisini hevur verið brúktur til frítíðarfiskiskap