mánadagur 7. desember 2015síða 46
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 50 • 7. DESEMBER 2015
22
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Jól í Havn
Vilmund Jacobsen
Í
dag, mánadagin 7. desember, sig
ur skráin fyri Jól í Miðbýnum, at
skoytubreytin letur upp klokkan 9
og verður opin til klokkan 22. Klokkan
10 í morgun byrjar tiltakið - Jólaklipp
á Býarbókasavninum - og her verður
opið til klokkan 18.
Á middegi í dag læt upp framsýning
í Smiðjuni í Lítluvík við Miriam Hinz, og
í tímunum frá klokkan 14 til 20 selur
Kiwanis jólatrø.
Klokkan 17 í dag verður Blásara
toymið hjá Tórshavnar Musikkskúla í
Havnar kirkju, og klokkan 18 verður
Leikaløtan 2015.
Týsdagur og mikudagur
Týsdagin 8. desember byrjar dagurin
aftur við, at skoytubreytin letur upp
klokkan 9, jólaklipp verður á Býar
bókasavninum klokkan 10, Smiðjan í
Lítluvík er karmur um framsýning hjá
Mirian Hinz, sum letur upp klokkan
12.
Klokkan 13 í morgin letur upp
framsýningin í Listasavninum ”Krákur
í kava og blái drekin við bilinum”.
Skráin fyri mikudagin, 9. desember,
er lík skránni fyri morgindagin, men
klokkan 17 verða tað floytunæmingar
úr Tórshavnar Musikkskúla, sum fara
at framføra í Havnar kirkju.
Hósdagur og fríggjadagur
Einasta broyting í skránni fyri hós
dagin og fríggjadagin, 10. og 11.
desember er, hósdagin klokkan 17
verður konsert við orgul-og klaver
næmingum í Havnar kirkju, og fríggja
dagin klokkan 17 verður konsert við
miðnámsnæmingum í Havnar kirkju.
Klokkan 18 fríggjakvøldið verð
ur leikurin - Fólk og dólgar í Karda
mummubýnum - framførdur í Sjón
leikarhúsinum.
Tiltakið við Geytanum og tess virð
islønum verður í Norðurlandahúsinum
fríggjakvøldið klokkan 19.
Nógv á skránni leygardagin
Leygardagin, 12. desember, er nógv
ymiskt á skránni í Havn.
Handlarnir í miðbýnum hava opið
frá klokkan 10 til 18, og klokkan
15 verður barnaundirvísing í fram
sýningini ”Krákur í kava og blái drekin
við bilinum”.
Á middegi leygardagin verður
framsýning í Smiðjuni í Lítluvík við
Ingun Danielsen, og tá jólaskipið
leggur til bryggju í Vágsbotni klokkan
15, fer GHM at spæla, og tá fara
jólamenn eisini at ganga í býnum og
bjóða karamellur.
Klokkan 16 verður jólakonsert -
Messias - í Vesturkirkjuni við Havnar
kórinum og orkestri.
Ymiskt annað er eisini á skránni
leygardagin, 12. desember, og eitt
nú fer kór at syngja í býnum klokkan
16.30, og klokkan 19.30 fara Kristi
liga Sangkórið og Vágakórið at syngja
í Havnar kirkju.
Meira er úr skránni fyri jólini í høv
uðsstaðnum á blaðsíðu 32 í Viku
blaðnum í dag.
Í desember er nógv ymiskt á skránni í høvuðsstaðnum, og Vikublaðið hevur kagað í skránna
Messias við
Havnarkórinum
í Vesturkirkjuni