Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-07, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. desember 2015síða 47

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 50 • 7. DESEMBER 2015 23 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Jól í Havn www.torshavn.fo Jól á skoytubreytini SKOYTI BREYTIN Tórshavnar kommuna bjóðar øllum at skoyta vetrarhálvuna 2015/16. Vælumtókta skoytubreytin er fyri aðru ferð í fyrrverandi kommunuskúlagarð- inum í Tróndargøtu. Á skoytubreytini er tónleikur at hoyra og kaffi og kakao til keyps. Í fjør vóru um 10.000 vitjandi. Skoytubreytin letur upp 28. november 2015. Skoytubreytin letur aftur 31. januar 2016. Skoytubreytin er opin soleiðis: Mánadag-fríggjadag: 14-22 Leygardag: 10-22 Sunnudag: 14-22 Jólaaftan og nýggjarásaftan er opið kl. 10-14. Fyrsta jóladag og nýggjársdag er stongt. 2. jóladag er opið sum sunnudag. Stovnar kunnu eisini leiga breytina Skúlar, barnagarðar, stovnar og fyritøkur annars kunnu leiga breytina. Vendið tykkum til hollin@torshavn.fo. Til ber hjá stovnum at skoyta hesar klokkutíðir: Mánadag-fríggjadag: 9-14 Nærri kunning um skoytubreytina fæst við at seta seg í samband við Ítróttaanlegg á telduposti hollin@torshavn.fo ella telefon 291470.