Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-07, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. desember 2015síða 48

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 50 • 7. DESEMBER 2015 24 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Jól í Havn Vilmund Jacobsen V iggo Christiansen er maðurin, sum umsitir vatn og gøtuljós í Tórs­havnar kommunu. Her hevur hann tær yvir­skipaðu og sam­ skip­andi upp­gáv­urnar. Tórshavnar kommuna er meira enn Havnin, og nú jólatrø og jólaperur eru sett upp bæði í Havn og kring um í bygdunum, hevur rættiliga nógv verið at gera. Allar bygdir í kommununi hava hvørt sítt jólatræ, og eitt nú í Kolla­ firði eru trý jólatrø. Í Nólsoy og í Hesti hevur komm­un­ an fólk, sum hjálpa til, og hetta lættir nógv um uppgávurnar við jólatrøðum, ljósketum og øðrum. – Kommunan hevur eisini fleiri húsa­vørðar, sum eru óførir at hjálpa til, sigur Viggo Christiansen. Viðabular við ljósketu Eins og undanfarin jól er ein ør­grynni av ljósketum, stjørnum og ymis­kum øðrum jólaprýði hongd upp í mið­ býnum í Havn, Vágsbotni, Skála­trøð og aðrastaðni í kommununi. – Eitt, sum er nýtt í ár, er, at einir 45 viðabular kring um í miðbýnum í Havn eru pyntaðir við ljósketum, ið eru snaraðar um bulin og nakað upp í niðastu greinarnar. Hetta er rættiliga vakurt, og vit hava fingið góðar aftur­ meldingar frá fólki. Hann vísir á, at ikki minst í hesum førinum hevur verið hugsað um børn­ ini, soleiðis at ljósketurnar byrja niðar­ laga og í eygnahædd hjá børnum. – Umframt ta manning, sum vit hava á deildini og tey fólk, sum komm­ unan hevur kring um í bygdunum, hava vit í fleiri ár bæði á jólum og eitt nú á ólavsøku fingið góða hjálp frá privatum veitara, sum í hesum føri er Tummas Eli Hansen, el-innleggjari. Hann vísir á, at nú til jólar verður bara pyntað við hvítum perum. Hin­ vegin verður pyntað við littum perum til ólavsøku. – Alt, sum er hongt upp og pyntað, verður hangandi til umleið miðjan januar. Viggo Christiansen leggur aftrat, at nú deildin hjá honum hevur verið so nógv upptikin av at pynta til jólar, liggur kanska ymiskt dagligt viðlíka­ hald á láni. – Fólk eru ófør at ringja og siga frá, tá perur í vanligu gøtuljósunum ikki virka meira. Kommunan er stór, og sjálvandi síggja vit ikki alt beinanvegin. Tí fegnast vit, tá fólk, sum búgva kring um í kommununi, positivt lata okkum frætta, tá lyktapelar ikki lýsa. Vit fáa dagliga slíkar fráboðanir, sigur hann. Ein hugnalig tíð Leiðarin á deildini, sum umsitir vatn og gøtuljós í Tórshavnar kommunu, sigur, at hóast hetta er ein stævin tíð, er hetta samstundis ein hugnalig tíð. – Tað er hugnaligt at síggja mið­bý­ in broytast so nógv. Býurin er vorðin vakrari fyri hvørt ár, og tað eru ikki so fáar afturmeldingar, vit fáa - eisini frá føroyingum, sum búgva uttanlands og vitja heima í Føroyum á jólum, sigur Viggo Christiansen. HAVNIN verður vakrari fyri hvørt ár sum gongur – Tað er ein strævin tíð, tá kommunan verður pyntað til jólar, men hetta er samstundis ein hugnalig tíð. Býurin er vorðin vakrari fyri hvørt ár, og tað eru ikki so fáar afturmeldingar, vit fáa - eisini frá føroyingum, sum búgva uttanlands og vitja heima í Føroyum um jóltíðir, sigur Viggo Christiansen Sum nakað nýtt í ár, eru runnarnir á umleið 45 viðabulum kring um í miðbýnum í Havn pyntaðir við ljósketum - í eygnahædd hjá børnum