mánadagur 7. desember 2015síða 49
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 50 • 7. DESEMBER 2015
25
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Jól í Havn
Vilmund Jacobsen
J
ákup Joensen, sum starvast á
deildini hjá Tórshavnar kommunu,
ið umsitir vatn og gøtuljós, sigur,
at einir 45 runnar eru pyntaðir í mið
býnum í Havn - fyri fyrstu ferð til jólar
í ár.
– Ljósketurnar, sum snaraðar eru
tvørtur um hesar runnar og upp í tær
niðastu greinarnar, eru 10 metrar
langar, og her eru 100 perur í hvørjari
ketu. So, bara her er talan um nakrar
túsund perur.
Hann vísir á, at tað er Visit Tórs
havn, ið eigur hetta hugskot, sum
fyrstu ferð verður roynt í ár. Tað eru
eisini tey, ið hava tikið sær av hesum.
Stórur partur er led
Sum árini eru gingin, er Tórshavnar
kommuna meira og meira farin yvir
til at brúka led-perur í ljósketunum,
jólastjørnum og øðrum jólaprýði hjá
kommununi.
– Vit eru ikki komin runt um tað
heila við led-perum enn, men nú er
minni og minni eftir av vanligu per
unum.
Jákup sigur, at stórur munur er á
orkunýtsluni á vanligu perunum og
led-perunum. Nógvar av gomlu per
unum vóru 15 watt, men led-perurnar
eru bara eitt watt.
– Led-perurnar lýsa ikki eins væl
og tær gomlu, men tá hetta er ljós
til hugna, rigga tær bara heilt væl til
endamálið.
Perurnar vorðnar betri
Jákup Joensen sigur, at onkrar av teim
um fyrstu led-perunum, sum settar
vórðu í ljósketurnar, brotnaðu heldur
lætt.
– Men, vit vænta, at nýggju perur
nar fara at halda betri enn tær gomlu
led-perurnar.
Nú jólini stunda til, hava vit skift
orð við Viggo Christiansen og Jákup
Joensen um ljósketur og annað í sam
band við jólaprýði – og ikki generelt
um gøtuljósini í Tórshavnar kommunu.
Mong
túsund
jólaljós
í Havn
– Sum árini eru gingin, eru vit farin meira
og meira yvir til led-perur í ljósketum,
jólastjørnum og øðrum jólaprýði í
kommununi, sigur Jákup Joensen
– Vit eru ikki komin runt um tað heila við led-perum enn, men
nú er minni og minni eftir av vanligu perunum. Stórur munur
er á orkunýtsluni. Nógvar av gomlu perunum vóru 15 watt,
men led-perurnar eru bara eitt watt, sigur Jákup Joensen