Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-07, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. desember 2015síða 50

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 50 • 7. DESEMBER 2015 26 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Jól í Havn Øll eru vælkomin á skoytubreytina Hóast veðrið hevur verið skiftandi seinastu dagarnar - við regni og kavaslettingi hvørt um annað - hevur skoytubreytin í gamla kommunuskúlagarðinum í Havn higartil verið væl vitjað Vilmund Jacobsen S koytubreytin, sum annað árið á rað er kommuskúlagarðinum í Tróndargøtu, hevur higartil verið væl vitjað, tó at henni ikki dámar so væl regn, um vit so kunnu siga. Skoytubreytin læt upp sama dag, sum jólatræið á Tinghúsvøllinum varð tendrað, hin 28. november. Øll vælkomin – Aftur í vetur bjóða vit øllum at skoyta á vælumtóktu skoytubreytini. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sigur, at um­ framt høvi at skoyta, sum altíð er eitt upplivilsi, er eisini høvi hjá vitjandi at hoyra tónleik og keypa kaffi og kakao. Í fjør hevði skoytubreytin umleið 10.000 vitjandi, og í vetur verður breyt­in ætlandi opin fram til 31. jan­ uar í 2016. Soleiðis er opið Skoytubreytin er opin mánadag til fríggjadag frá klokkan 14 til 22, leyg­ ardag frá klokkan 10 til 22, og sunnu­ dag er opið frá klokkan 14 til 22. Jólaaftan og nýggjársaftan verður skoytubreytin opin frá kokkan 10 til 14, og fyrsta jóladag eins og nýggj­ árs­dag verður stongt. 2. jóladag verður opið aftur sum sunnudag - ella frá klokkan 14 til 22. Eisini stovnar Stovnar kunnu eisini leiga seg inn á skoytubreytina. Borgarstjórin sigur, at skúlar, barna­garðar, stovnar og fyritøkur eru væl­komin at leiga seg inn á breytina mánadag til fríggjadag frá klokkan 9 til 14. – Øll eru hjartaliga vælkomin at vitja skoytubreytina, og vit fegnast um aftur í ár at kunna bjóða øllum føroyingum henda møguleika, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Tendraði skúlan Nú skoytubreytin liggur í kommunu­ skúlagarðinum, er skúlin, sum annars hevur staðið myrkur leingi, aftur tendraður - við litaðum ljósum. Breytin liggur væl gyrd inni í mun til veður og vind, og líkt er til, at fólk, sum vitja, dáma væl umhvørvið, sum her er skapt. Hóast regn og kavasletting - hvørt um annað seinastu dagarnar - hevur skoytubreytin higartil verið væl vitjað. Í fjør hevði breytin umleið 10.000 vitjandi – Vit fegnast um aftur í ár at kunna bjóða øllum føroyingum at skoyta og hugna sær í gamla kommunuskúlagarðinum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri