mánadagur 7. desember 2015síða 56
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 50 • 7. DESEMBER 2015
34
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Jól í Havn
Vilmund Jacobsen
Leygardagar í desember og hvønn
dag í jólavikuni verður høvi at hitta
jólamannin í gongugøtuni í Havn
- og allarhelst við fullum posa av
karamellum til bæði stór og smá.
Hesa tíðina hoyrist jólatónleikur í
hátalaranum á Vaglinum, men eisini
ber til at hitta eitt hvørt kór ella
hornorkestur í gongugøtuni.
Tey fara eisini av og á at koma inn í
handlarnar í miðbýnum at syngja.
Á rossabaki
Sunnudagin 20. desember klokkan 15
hava jólamenninir tikið avgerð um at
koma í býin á rossabaki, og vitja síðan
í handlum og eru á gongugøtuni í
Havn.
Jólamenn og
tónleikur í
miðbýnum
Sunnudagin 20.
desember hava
jólamenninir tikið
avgerð um at vitja
í gongugøtuni á
rossabaki, og tá
fara teir eisini at
vitja í handlum í
gongugøtuni í Havn