mánadagur 7. desember 2015síða 57
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 50 • 7. DESEMBER 2015
35
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Jól í Havn
Vilmund Jacobsen
Umframt vanligu gudstænasturnar
sunnudagar klokkan 11 og nógvu
jólagudstænasturnar um høgtíðina, tá
jólaevangeliið verður boðað og kendu
jólasálmarnir sungnir, verða eisini
fleiri konsertir hildnar í adventini.
Konsertirnar eru vorðnar ein fastur
táttur hjá Havnar kirkju, og undirtøkan
fyri tiltøkunum er vaksin ár undan ári.
Rúmar øllum
Áhoyrararnir til eitt nú kirkjukonsert
irnar í adventini eru ikki bert føstu
kirkjugangararnir, men eisini tey, sum
eru meira sjáldsamir gestir, ofta við
okkurt serligt høvi.
Eins og aðrar fólkakirkjur í Føroyum
er Havnar kirkja fólksins kirkja og skal
rúma Føroya fólki og tess ymiskleika.
Tí eru øll, bæði stór og smá, ung
og gomul, vanligir sum sjáldsamir
gestir, hjartaliga vælkomin í kirkju
eisini hesar dagar, tá konsertirnar eru.
Neyvari kunning
Konsertirnar eru ókeypis, og hurðin
verður latin upp stutt undan kon
sertini, sum byrjar klokkan 17, um ikki
annað er lýst.
– Skrá fyri konsertirnar kann
lesasta
www.visittorshavn.fo/jol,
sigur Visit Tórshavn.
Øll hjartaliga vælkomin
í Havnar kirkju
Eins og aðrar fólkakirkjur í Føroyum er Havnar kirkja eisini fólksins
kirkja og skal rúma Føroya fólki og tess ymiskleika