Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-07, síða 60
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. desember 2015síða 60

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 50 • 7. DESEMBER 2015 38 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Jól & jólatiltøk Regin ger bróstsukur Glaserað súrepli Tey, sum eru komin nakað til árs, munnu minnast lekru, glaseraðu súreplini, sum vóru at fáa í Ullvøruhús­inum í Havn upp undir jól. Á netinum finnast nógvar uppskriftir at gera hesi leski­ligu súrepli. Summar av upp­skrift­unum brúka vatn, sukur og eddik. Sjálv dámar mær best tær, sum ikki hava vatn í. Tað er lættari at fáast við og úrslitið verður vakrari. Havnarmanninum Regini Joensen dámar væl at gera bróstsukur. Á myndini síggja vit hann mýkja kókaða tilfarið. Síðan verður kølt av og klipt í hóskandi støddir. Tann prosessin krevur at tú hevur ein stóran seym ella okkurt, sum heldur, tí nógv stendur á. Regin hevur skrúvað eitt borðbein á ein bjálka. Bjálkan festur hann við tveimum tvingum á dura­karmin. Hetta riggar sera væl, fortelur hann. Vit kunnu heilsa og siga, at tað liggur væl fyri hjá honum at gera bróst­sukur. Tey smakka sera væl.