hósdagur 12. august 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 151 - 12. august 2004
Rógvi Jacobsen úr HB
er einsamallur á odda
á toppskjúttaralist-
anum í 1. deild.
Landsliðsleikarin,
sum upprunaliga er
miðvallarleikari,
sigur seg stórtrívast
sum áleypara.
TOPPSKJÚTTI
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Nú 11 umfør eru leikt í
landskappingini í 1. deild,
er Rógvi Jacobsen úr HB á
odda á toppskjúttaralist-
anum við níggju málum,
eitt meiri enn landsliðs-
felagin Súni Olsen úr GÍ.
Góðir viðleikara
gera tað lætt
Rógvi Jacobsen sigur, at
tað er lætt at verða so ovar-
laga á málskjúttaralist-
anum, tá ið man hevur so
góðar
viðleikarar,
sum
hann hevur í HB. - Eg
haldi, at eg havi skorað sjey
av mínum níggju málum
við høvdinum, og høvuðs-
orsøkin til tað er, at vit í
Jákupi á Borg og Heðin á
Lakjuni hava tveir framúr
góðar vengur, sum leggja
eina rúgvu av góðum inn-
leggum, sum tað er lætt at
senda í mál, sigur Rógvi
Jacobsen.
Klaksvíkingurin sigur, at
hann einaferð áður hevur
ligið so mikið ovarlaga, og
tað var í 1999, tá ið hann
var við til at vinna greipuna
við KÍ. - Tá lá eg einaferð á
odda við sjey málum, men
tá var kappingin ikki komin
so mikið langt, sum hon er
nú, sigur hann.
Tað er eingin loyna, at
upprunaplássið hjá Rógva
Jacobsen er á miðvøllinum,
men í HB hevur hann
seinnu árini fyri ein stóran
part verið nýttur sum áleyp-
ari, og tað hevur hepnast
væl. Rógvi sigur sjálvur, at
hann altíð av og á hevur
leikt heilt har frammi, og
hann sigur seg stórtrívast
sum áleypara. - Mær dámar
sera væl at leika heilt har
frammi, og eg haldi, at mín
styrki er heilt inni í mál-
teiginum,
sigur
Rógvi
Jacobsen.
Ísland lokkar
Spurdur, hvussu verður
komandi ár, nú tað er greitt,
at teir allarflestu av leik-
arunum hjá HB halda fram
í felagnum, sigur Rógvi
Jacobsen: - Eg veit einki
enn. Eg taki tað, sum tað
kemur, men eingin avgerð
verður tikin enn, sigur
hann.
Formaðurin hjá íslendska
meistaraliðnum KR hevur
alment sagt, at teir fegnir
vilja hava Rógva til felagið,
og fyrr í ár hoyrdi Rógvi
okkurt frá felagnum, uttan
at nakað tó spurdist burtur-
úr. Rógvi sigur tó, at hann
gott kundi hugsað sær at
roynt eydnuna uttanlands,
og hann heldur Ísland ljóð-
ar lokkandi. - Eg meti, at
tað hevði passað væl til mín
at spælt í Íslandi, tí har er
talan meiri um fysiskan
fótbólt heldur enn poler-
aðan fótbólt, og tað riggar
óivað betur til mín, sigur
landsliðsleikarin, sum altso
er toppskjútti í føroyskum
fótbólti, nú ellivu umfør
eru farin aftur um bak.
Stórtrívist
sum áleypari
Máltindurin
1. deild menn
Rógvi Jacobsen . . . . . . . . . HB . . . . . . . . . . . . . . . 9
Súni Olsen . . . . . . . . . . . . GÍ . . . . . . . . . . . . . . . 8
John Petersen . . . . . . . . . . B36 . . . . . . . . . . . . . . 7
Sonni L. Petersen . . . . . . . EB/S . . . . . . . . . . . . . 7
Heine Fernandez . . . . . . . . HB . . . . . . . . . . . . . . . 7
Jacob Bymar . . . . . . . . . . . KÍ . . . . . . . . . . . . . . . 6
Bogi Gregersen . . . . . . . . . Skála . . . . . . . . . . . . . 6
Krzystof Popczynski . . . . . GÍ . . . . . . . . . . . . . . . 5
Jonhard Frederiksberg . . . . Skála . . . . . . . . . . . . . 5
Sorin Anghel . . . . . . . . . . . EB/S . . . . . . . . . . . . . 4
Rúni Nolsøe . . . . . . . . . . . HB . . . . . . . . . . . . . . . 4
Høgni Zachariassen . . . . . . ÍF . . . . . . . . . . . . . . . . 4
Magni á Lakjuni . . . . . . . . ÍF . . . . . . . . . . . . . . . . 4
Erling Fles . . . . . . . . . . . . KÍ . . . . . . . . . . . . . . . 4
Mindaugas . . . . . . . . . . . . VB . . . . . . . . . . . . . . . 4
Dystir: 15. august 2004
B36 - GÍ
B68 - NSÍ
EB/Streymur - KÍ
ÍF - Skála
VB - HB
Síðsti føroyingurin,
sum fær góð skoðs-
mál í Íslandi, skal í
Europa Cup skal í
kvøld royna seg á
útivølli saman við
liðfeløgunum í ÍA
ÚTISETI
Jóannes Hansen
Einasti føroyingurin, sum
framvegis luttekur í euro-
peisku
fótbóltskapping-
unum, er Julian Johnsson. Í
kvøld skulu hann og lið-
felagarnir í ÍA spæla í
Svøríki. Í øðrum innleið-
andi umfarinum í UEFA
Cup kappingini, skulu teir
spæla á útivølli ímóti
Hammarby.
Einki er at ivast í, at upp-
gávan og avbjóðingin verð-
ur ivaleysa stór hjá ís-
lendska felagnum, sum við
5-0 sigri á Akureyri sunnu-
dagin ímóti KA styrkti sær
sjálvsálitið. Julian Johns-
son var ta ferðina, sum
hann mest sum hvørja ferð
higartil í ár hevur verið tað,
á ÍA miðvøllinum allar 90
minuttirnar. Í íslendskum
fjølmiðlum fær hann sera
gott skoðsmál fyri at vera
sannur stríðsmaður. Tað
kemur heilt víst ikki óvart á
føroyingar við áhuga fyri
fótbólti. Julian hevur altíð
verið stríðsmaður og ar-
beiðshestur, og tað er hann
framvegis.
Týsdagin varð møgu-
leikin nevndur, at Julian
kanska ikki fór at verða
tøkur til landsdystin ímóti
Malta. Orsøkin var, at ÍA
orsaka av UEFA Cup ferð-
ini í Svøríki hevði heitt á
KSÍ, sum er íslendska fót-
bóltssambandið, at útseta
landskappingardystin
sunnudagin til mánakvøld-
ið. Nú hevur KSÍ svarað.
Teir siga nei. Tískil skal ÍA
spæla sunnudagin, og so
fer tað at bera til hjá Juliani
at vera í Føroyum kanska
sunnukvøldið og í hvussu
so er mánamorgunin.
Julian spælir í Svøríki
Eftir at hava verið í
FCK og GÍ roynir
bornholmski álops-
maðurin seg nú í
næstbestu deildini í
Danmark
FYRRVERANDI GÍ
SPÆLARI
Jóannes Hansen
Tá ið hann í vár kom til
Føroya og Gøtu varð vón-
að og kanska roknað við,
at hann skuldi gera hol í
sjógvin við málskjótingini
hjá GÍ. Men tað megnaði
hann
ikki,
og
undan
summarsteðginum
fór
hann av aftur landinum.
Tað er Vitus Kofoed,
sum tað snýr seg um.
Bornholmarin, sum hevur
so mikið av grønlendskum
blóði í sær, at hann er
grønlendskur
landsliðs-
spælari, hevur ofta skift
felag seinastu tíðina. Eftir
at hava roynt seg í FCK og
GÍ, er hann aftur í Keyp-
mannahavn,
har
hann
roynir, hvussu langt evnini
kunnu bera í Brønshøj.
Hetta felagið flutti síðsta
kappingarár niður í triði
bestu deildina. Men tá ið
FC Nordjylland fór á húsa-
gang og harvið varð tikið
úr næstbestu deildini, var
aftur pláss fyri Brønshøj
millum tey næstbestu.
Í
Danmark
verður
Brønshøj nevnt fyri vesp-
urnar. Higartil í hesum
kappingarárinum
hevur
tað verið so sum so við
broddinum. Teir hava tapt
báðar landskappingardyst-
irnar.
Týskvøldið vunnu teir í
2. umfari í steypakapp-
ingini. Mótstøðuliðið var
FC Roskilde, sum ikki
hoyrir heima í división-
unum. Teir høvdu heima-
vøll, og tað tók sína tíð,
áðrenn teir vórðu kopp-
aðir. Brønshøj vann 7-5
eftir longda leiktíð og
brotssparkskapping. Eftir
vanliga leiktíð stóð á
jøvnum 3-3, og í longdu
leiktíðini fingu liðini hvør
sítt mál.
Vitus Kofoed var fyri
fyrstu ferð á Brønshøj
liðnum týskvøldið, men
hann taldist ikki millum
málskjúttarnar.
Kofoed saman við vespunum
Støðan, 1. deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir v-j-t
mál
mál
munur
stig
1 HB
11
8-2-1
29
10
19
26
2 B36
11
6-3-2
22
12
10
21
3 Skála
11
6-2-3
22
14
8
20
4 GÍ
11
5-2-4
20
22
-2
17
5 VB
11
4-4-3
16
12
4
16
6 NSÍ
11
4-3-4
16
16
0
15
7 EB/S
11
4-2-5
17
18
-1
14
8 KÍ
11
2-7-2
16
13
3
13
9 ÍF
11
2-1-8
16
35
-19
7
10B68
11
0-2-9
9
31
-22
2
Støðan, 2. deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir v-j-t
mál
mál
munur
stig
1 TB
10
7-0-3
27
14
13
21
2 AB
10
6-2-2
18
13
5
20
3 B71
10
6-1-3
29
23
6
19
4 Royn
10
6-0-4
26
21
5
18
5 Sumba 10
4-3-3
16
16
0
15
6 FSV
10
4-2-4
32
22
10
14
7 B36
10
3-2-5
14
26
-12
11
8 KÍ
10
2-3-5
21
26
-5
9
9 LÍF
10
2-3-5
14
24
-10
9
10VB
10
0-4-6
9
21
-12
4
C
M
Y
K
18
Nr. 151 - 12. august 2004
19
Sjúkrarøktarfrøð-
ingur til deild M
Fast halvtíðarstarv sum sjúkrarøktarfrøðingur í
skiftandi vaktum,er leyst at søkja á deild M til setan
frá 1. september 2004, ella eftir avtalu.
Deild M er blandað medisinsk deild, við akuttari
móttøku. - Deildin hevur 12 seingjarpláss. Arbeitt
verður í tøttum samstarvi millum røktarstarvsfólk,
fysioterapeutar, ergoterapeutar og læknar. Dentur
verður lagdur á gott samstarv við avvarðandi og við
primertænastuna.
Krøv til umsøkjaran:
• prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
• fakligan áhuga og royndir innan medisinska øki
• góð samstarvsevni
Vit kunnu bjóða:
• fakliga kompetantar og virknar starvsfelagar
• góða upplæring
• eitt umhvørvi, har tú kanst gera tína áskoðan
galdandi og verða við til at menna sjúkrarøktina
• eitt arbeiði sum er fjølbreitt, spennandi og
sjálvstøðugt
Lønar-og setunartreytir sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktar-
frøðingar.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til tlf.
455463, Synnøva Hansen deildarleiðari, lokal 403,
e-post synnova@ksh.hospital.fo ella Jonu Nielsen,
fyristøðukvinnu,
lokal
106,
e-post
jona@ksh.hospital.fo
Umsókn við avriti av prógvi, autorisatión og møgu-
ligum viðmælum skulu sendast til
Klaksvíkar Sjúkrahús
att: Umsjónarmaðurin
FO-700 Klaksvík
Umsóknarfreist 20. august 2004.
Klaksvíkar Sjúkrahús
700 Klaksvík
Sjúkrarøktar-
frøðingar til A2
føðideildina
Á føðideildini A2 eru fýra føst størv sum sjúkrarøkt-
arfrøðingur leys at søkja til setan 1.september 2004
ella eftir avtalu. Tey tvey av teimum eru á starvs-
brøki 0,7 í skiftandi vaktum og hini bæði á starvs-
brøki 0,6 í kvøld- og náttarvaktum.
A2 er ein deild við plássi fyri 12 mammum við børn-
um, 4 barnakonum og einari neonatalari eind, har
vit royna, at hvørt einstaka barnið saman við for-
eldrum fær so góða byrjan sum gjørligt í lívinum.
Deildin er spennandi við nógvum avbjóðingum,
tvørfakligum samstarvi, góðari upplæring, undir-
vísing, og hon hevur tilrættislagda innleiðsluætlan.
Á deildini eru royndir og virknir starvsfelagar.
Førleikakrøv:
• prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
• faklig vitan og royndir
• góð samstarvsevni
• fleksibul og kreativ/ur
• røkjuskapur
• hug til tvørfakligt samstarv
Setanartreytir:
Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Felag-
ið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmála-
ráðið.
Upplýsingar um starvið:
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Sólfríðu Helmsdal, virkandi deildarleiðara, telefon
304500,lokal 5022 ella til Ceciliu Vestureið,leiðandi
sjúkrarøktarfrøðing,
lokal
5102
ella
e-post
ceci@lsh.fo
Umsóknarfreistin er 27. august 2004 kl. 12.00.
Skrivlig umsókn, merkt »umsókn til starv« við avriti
av prógvum, CV og viðmælum e.l. skal sendast til
Landssjúkrahúsið
Starvsfólkadeildin
FO-100 Tórshavn
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um
størv við at klikka á leinkjuna »starvsfólk«.
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Starvsfólk til
barnaansingina í
Leirvíkar
Kommunu
Til frítíðaransingina verður søkt eftir einum peda-
gogi at arbeiða 30 tímar/viku at byrja 01.oktober
2004 ella skjótast gjørligt.
Til barnagarðin verður søkt eftir einum hjálparfólki
at arbeiða 25 tímar/viku at byrja 1. oktober 2004.
Løn samb. sáttmála millum Føroya Pedagogfelag
og FKA.
Skrivlig umsókn saman við avriti av prógvum og
møguligum viðmælum skulu vera Leirvíkar Komm-
unu í hendi í seinasta lagi mánadagin 30. august
2004 kl. 12.00.
Um eingin pedagogur søkir, verður hjálparfólk sett
fyribils.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda
sær til leiðaran Annu Djurhuus á telefon 443 125
ella 743 125.
Leirvíkar Kommuna
Postboks 42
520 Leirvík
Lærarastarv
við Gøtu skúla
Við Gøtu skúla er hetta starv leyst at
søkja í skúlaárinum 2004/2005.
Vegna farloyvi verður søkt eftir lærara í tíðar-
avmarkað starv fyri skúlaárið 2004/2005. Starvið er
fulltíðarstarv.
Umsøkjarar, sum kunnu undirvísa í gentuítrótti og
kreativum lærugreinum, hava fyrimun.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Før-
oya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokk-
um 18.1-27.4.
Umsóknirnar skulu verða skúlastýrinum í hendi
mikudagin. 18. august 2004.
Um nærri upplýsningar ber til at venda sær til skúla-
leiðaran tlf. 441484 ella 210959.
Gøtu Skúlastýri
v/ Páll Jacobsen
510 Gøta
Bókhaldari søkist
til at arbeiða 1/2 tíð, at byrja skjótast gjørligt.
Áhugað ringið á tlf. 503903
Havgrímur - bilur
til sølu
PDF
19