Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. august 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 151 • hósdagur • 12. august 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Støðan er lítið huga- lig, og seinastu dag- arnar hevur fundar- virksemi verið nógv í og kring KÍ. Formað- urin undirstrikar, at leiðslan framvegis hevur álit á venjar- anum og spælarunum KÍ KREPPAN Jóannes Hansen Tað hevur verið nógv fund- arvirksemi í Klaksvík, síð- ani ússaliga KÍ avrikið og tapið á heimavølli ímóti B36 sunnudagin. Týskvøld- ið hevði nevndin kallað allar spælararnar saman. Klaksvíkingar fylgja væl við KÍ, og longu áðrenn fundarbyrjan visti altíð dagførda heimasíðan hjá Norðlýsinum at siga, at eitt av málunum fyri fundin var, at leiðslan fór at boða spælarunum frá, at allir sáttmálarnir vóru uppsagd- ir. Eftir fundin avsannaði KÍ formaðurin á somu heima- síðu staðiliga tíðindini um sáttmálarnar, sum hann segði seg ikki skilja, hvør hevði borið. Men hann ásannaði samstundis, at støðan er lítið hugalig. – Vit tosaðu væl og leingi. Fundarluttakararnir gjørdu av, at tað, sum vit tosaðu um, skuldi vera okk- ara millum. Tí havi eg ikki so nógvar viðmerkingar til tað. Men eingin ivi skal vera um, at vit standa hund- rað prosent aftanfyri venj- aran, Ove Flilndt Bjerg, og spælararnar, sigur Gestur Hovgaard, formaður í KÍ við Sosialin. Lítið hugaligt KÍ formaðurin heldur seg ikki hava nakra orsøk at vera ósamdur við øll onnur í Klaksvík, sum halda støð- una vera sera lítið hugaliga, nú KÍ, sum um eina stóra viku fer um tey hundrað, er á áttanda plássinum og ikki heilt kann roknast at vera uttanfyri vandan fyri fyrstu ferð nakrantíð at skula spæla um rættin at halda fram í bestu deildini. Sunnudagin varð roknað við, at lítið meiri enn trý hundrað áskoðarar sóu KÍ ímóti B36. Hetta eru í hvussu so er einir fimm hundrað færri, enn tað plaga at vera. Í mistari inntøku er í minsta lagi talan um 70 ferðir 500 ella í hvussu so er 35 túsund krónur. Um sama støðan fer at endurtaka seg fleiri ferð- ir, so verður skjótt talan um inntøkumiss í hundrað tús- und krónur klassanum. Tað eru úrslitini á vøll- inum, sum eru orsøk til lítla og minkandi áhugan at síggja heimsdystirnar. Gestur Hovgaard: – Vit mugu bara stað- festa, at vit ikki hava havt møguleika at investera okk- um til toppplasering, og vit halda ikki, at tað tænir KÍ upp á sikt at dúva ov nógv upp á fremmandar spælar- ar. Vit høvdu roknað við, at okkara egnu høvdu megnað meiri, enn teir higartil hava megnað, men samstundis mugu vit staðfesta, at vit ikki hava havt marginalirn- ar við okkum. Tað halda vit okkum ikki hava havt í fleiri av dystunum, har vit bara hava fingið eitt stig burturúr, og tað hava vit ikki havt, tá ið tað ræður um spælarar. Allan Joensen hevur als ikki verið við, Ovi Nysted var ikki við nógvu tær fyrstu ferðirnar, nú hevur Aleksander Djordjevic ikki verið við í nógvar ferðir, og nú er Jákup Mikkelsen skaddur. Talan er um lyklaspælarar, og tað kennist meint. At tað gongur út yvir lagið, tá ið úrtøkan ikki er góð, er ivaleyst einki at siga til. Hvat fara tit nú at gera? – Vit arbeiða víðari. Við at lyfta í felag vóna vit, at lagið og hugurin vera í lagi, og vit vóna sjálvandi, at tað fer at hilnast betri á vøllin- um, enn tað hevur gjørt. Vit halda okkum eiga góða framtíð. Men sjálvandi er tað lítið hugaligt akkurát nú. Klaksvíkingar og norð- oyingar hava altíð verið góðir við KÍ. Tí nívir nú- verandi støðan okkum øll, men vit vóna og rokna við, at vit øll framvegis standa saman um felagið. Sunnudagin skal KÍ norður á Mølina at spæla í tólvta umfarinum í lands- kappingini. Tá verður Jákup Mikkelsen ikki í málinum. Hann er skaddur, og tað verður ivaleyst Andreas Johannesen, sum higartil í ár hevur verið málverji í 2. deild, sum sleppur at royna seg. Hann hevur ongantíð áður spælt í landskapping í 1. deild. Ovi Nysted og Atli Danielsen eru leikbannaðir ímóti EB/Streymi. KÍ hevur álit á venjaranum Týsdagin skrivaði landsliðsleikarin Jákup á Borg undir sáttmála við HB, sum er galdandi fyri komandi kappingarár FÓTBÓLTSSÁTTMÁLI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað var ein bumba í før- oyska fótbóltsheiminum, tá ið landsliðsleikarin Jákup á Borg undan hesum kapp- ingarárinum valdi at fara úr barndómsfelagnum B36 yvir til grannarnar og arva- fíggindarnar í HB. Nú hava landsliðsmaðurin og HB so gjørt av, at samstarvið teirra millum heldur fram kom- andi ár. Vildi halda fram í HB Jákup á Borg sigur, at hann sjálvur fegin vildi halda fram í HB, tí hann heldur, at oddaliðið hevur eitt sera spennandi lið við einari góðari blanding av ungum og royndum leikarum. – Eg trívist stak væl í HB, og tað hevur nógv at siga fyri meg, at tað allarhelst verður á leið sama manning og sami venjari, ið verður í fel- agnum komandi ár, sigur Jákup á Borg. Barndómsfelagið hjá Jákupi, B36, setti seg her- fyri í samband við Jákup, og heitti á hann um at koma til samráðingar um kom- andi kappingarár, men landsliðsmaðurin heldur, at tíðin er ikki búgvin til, at hann vendir aftur til barn- dómsfelagið. Sjálvur dylur Jákup á Borg ikki fyri, at ein av høvuðsorsøkunum til, at hann og HB longu hava gjørt eina avtalu fyri kom- andi kappingarár, er tann, at landsliðsmaðurin á tann hátt sleppur undan at hugsa um næsta ár, tá farið verður undir endaspurtin í lands- kappingini. Hava avtalir við teir flestu Stjórin í Havnar Fótbóltur, sum er partafelagið aftan fyri 1. lið hjá HB, Steinfinn Mittelstein, sigur, at teir eru sera fegnir um, at Jákup hevur valt at halda fram í HB. – Vit meta, at Jákup er ein leikari, sum kann lyfta støðið á liðnum. Samstund- is tykist tað sum um, at Ják- up er follin sera væl inn í leikarahópin, og tað er sjálvsagt gleðiligt, sigur Steinfinn Mittelstein. Um hópin hjá oddaliðn- um komandi kappingarár sigur Steinfinn Mittelstein, at teir longu hava avtalur við teir flestu leikararnar um næsta ár. Nakrir eru enn ikki komnir upp á pláss, men soleiðis er tað altíð, sigur hann. Venjaraspurningurin er enn ikki loystur fyri kom- andi kappingarár, men Steinfinn Mittelstein váttar, at HB og Heine Fernandez longu eru farin undir sam- ráðingar, tí báðir partar tykjast áhugaðir í at halda fram við samstarvinum. Jákup heldur fram í HB Jákup á Borg er so mikið glaður fyri tilveruna í HB, at hann nú hevur longt sáttmálan við HB við einum ári mynd: Álvur Haraldsen Leiðslan í KÍ sigur seg hava fult álit á danska venjaranum Ove Flindt Bjerg 17 16 Nr. 151 - 12. august 2004 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Vit á Hagstovuni hava mist ein góðan vin og arbeiðsfelaga. 26. juli bórust boðini um, at Petur, sum vit nevndu hann, var farin. Bara 41 ára gamal. Petur var eitt í allar mátar gott fólk. Eitt av teimum allarbestu. Og saknurin verður sárur hjá mammu, pápa, systkynnum og øllum tykkum sum stóðu honum nærm- ast. Uggin er tann bústaður Petur hevur í tykkum. Lat okkum halda minni um Petur tætt at okkum. Hann arbeiddi á Hagstovuni hesi seinastu góð fýra árini; og hóast tað bara er eitt arbeiðspláss, so hava vit kortini so nógv saman, at vit kenna hann sum ein góðan vin. Ein, sum kom okkum nærri enn tey flestu. Altíð fyrstur til arbeiðis, sat hesin lærdi geofysikarin við einum fittum smædnum smíli og eini heilsan til tey, sum síðani komu. At hann var óvanliga arbeiðssamur, íðin, lærdur og dugnaligur kennist so fátæksligt at siga um Petur, nú hann er farin. At hann samstundis var lítillátin, men kortini ósvitaliga beinrakin í øllum sínum verki, er heldur ikki tað fremsta, sum stendur eftir mannin. At hann var meira enn vanliga vitandi og áhugaður í øllum viðurskiftum, er heldur ikki tað besta ið kann sigast um Petur. Hann var alt hetta, men tað eru heldur hansara menniskjaligu eginleikar, sum sveima eftir hann, har hann sat millum okkum. Tí hann kom okkum tættari, enn menniskju vanliga koma. Har var einki uppgjørt ella logið um Petur. Vit vistu hvør hann var og hvussu hann var. Teir krossar hann hevði at bera, bar hann uttan at káva útyvir. Og hann bar sín tunga lut eins eyðmjúkur og hann bar sínar framúr dygdir. Samstundis var hann ein avgjørdur maður á sín egna hátt. Ein av teimum, sum ikki fylgja teimum óskrivaðu reglunum. Reglum um atburð, klædnamóta, trend í tónleiki ella »dagsins meining« um hetta og hatta. Hann hevði egnar reglur og tí ein integritet, sum tú ongantíð fórt skeivur av. Vit vóru nær í ætt báðir. Um ikki av blóði, so í anda. Tað var tann lyriski tungi rokkurin, teir djúphugaðu radikalu heimsspekingarnir, frambrotini í náttúruvísindum, frælsisrørslurnar kring heimin, tann viðborna andstøðan móti stórkapitali og totaliterari politiskari makt, sum bant saman. At sita so nær og hava so nógv saman, sum vit á Hagstovuni høvdu við Peturi, gevur eitt samanhald og ein vinskap, sum liggur nærri hjartanum, enn man grunar. Men tað merkir man, tá slík vanlagna rakar, at ein tílík hjartalig ond verður rykt burtur og sessurin stendur tómur eftir. Vit fara at sakna Petur í allar mátar. Hansara fakligi sessur fer at tykjast torførur at manna aftur. Andliga verður sessurin ongantíð mannaður aftur, tí har var bara ein Petur og tað koma ikki fleiri. Okkum tykist tað sárt, men eg kann illa ímynda mær hvussu sárt tað kennist hjá tykkum, sum stóðu honum nærmast og sum honum vóru kær. Vit skulu saman við tykkum bera minnið um Petur tætt at hjarta okkara. Hermann Oskarsson Dagurin 12. august Klara, deyð 1253, var av aðalsætt úr Assisi. Fór upp í fylgið hjá hinum heilaga Fransi, og eggjað av honum grundlegði hon eitt nunnukleystur og skipaði eina nunnuskipan, klarissurnar nevndar. Navnið er latínskt, hin kenda ella skæra. Peturi André Norðgerð til minnis Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Ata Knudsen Glyvrar andaðist og varð jarðaður. Tøkk til heimarøktina. Tøkk til Meinhard Bjartalíð prest fyri troystarrík orð í heiminum og í kirkjuni. Tøkk fyri blómur, kransar og heilsanir. Tøkk til tykkum øll, ið hjálptu til við jaðarferðina, og fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Sámal, Erhard, Marjun, Jens og Bill Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at kæra móðir, vermóðir og omma okkara Rigmor Hammer Tórshavn, ættað úr Svínoy andaðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin 10. august, 82 ára gomul. Farið verður úr Landssjúkrahúskapellinum fríggjakvøldið 13. august kl. 18.00 heim í Ebenezer. Jarðarferðin verður leygardagin 14. august kl. 13.00. Fyri tey avvarðandi Hans Juul Kaja, Sonny og dreingirnir 50 ÁRA STARVSDAGUR Í gjár 11. august, hevði Thomas Arge starvast í 50 ár hjá sp/f Niels L. Arge, á Kongabrúnni í Havn. 80 ÁR Í dag fyllir Amy Bjarkhamar 80 ár. Dagurin verður hildin saman við familjuni. C M Y K 16