hósdagur 12. august 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 151 - 12. august 2004
15
Føroya Ráfiskakeyp-
arafelag hevur gjørt
eina kanning, sum
staðfestir, at flestu
flakavirkini als ikki
hava útflutt nakran ó-
virkaðan fisk. Saman-
borið við til samlaða
útflutningin, er heilur
óviðgjørdur fiskur frá
føroysku flakavirki-
num bert 1,3%
TÍðINDASKRIV
Føroya
Ráðfiskakeyparafelag
Føroya Ráfiskakeyparafel-
ag hevur gjørt eina kann-
ing, sum vísur at flestu
flakavirkini als ikki hava
útflutt nakran óvirkaðan
fisk. Einstøk virki hava út-
flutt nøkur tons, men talan
er um sera smáar nøgdir, og
eingin vøkstur er í ár í mun
til í fjør. Samanborið við til
samlaða útflutningin, er
heilur óviðgjørdur fiskur
frá føroysku flakavirkinum
bert 1,3% (sí fakta niðan-
fyri)
– Tað er rætt, at føroysk
virki útflyta stórar nøgdir
av óvirkaðum fiski. Men
talan er ikki um flakavirk-
ini. Talan er um fiskasølur
og nakrar fyritøkur, sum
hava lagt seg eftir at pakka
og útflyta heilan fisk. Í fjør
fór 33% av samlaðu toska-,
hýsu- og upsaveiðuni ó-
virkað av landinum, sigur
Ráðfiskakeyparafelagið í
tíðindaskrivi.
Føroya Ráfiskakeypara-
felag afturvísur tí greitt á-
kærunum um, at flakavirk-
ini eru størstu útflytarar av
heilum fiski. Hesar ákærur
komu fram í útvarpinum,
har ein skipari legði fiska-
virkini undir at vera størstu
útflytararir av heilum fiski,
og formaðurin í Føroya Ar-
beiðarafelag
segði
seg
kunna vátta, at hetta var so.
Eisini í tinginum hevur
verið ført fram, at flaka-
virkini gingu á odda.
Føroya Ráfiskakeypara-
felag heldur, at tað er skeivt
at vinnan á sjógvi og landi
seta skuldsetingar fram,
hvør móti øðrum. Heldur
eigur at verða staðfest, at
fiskivinnan á sjógvi og
landi hava nakrar bygn-
aðartrupulleikar, sum skulu
loysast. Tí tá 33% av saml-
aðu veiðini fer óvirkað av
landinum, ja so bløðir alt
samfelagið fyri hetta.
Fakta um útflutning
av heilum fiski
Føroyski útflutningurin av
botnfiskavørum var í 2003
uml. 140.000 tons.
Fiskurin, sum verður
virkaður
á
føroysku
fiskavirkjunum er í høv-
uðsheitinum toskur, upsi og
hýsa. Føroyska veiðan í
2003 av hesum fiskasløg-
um var 105.000 tons. Av
hesum vóru góð 34.000
tons ella 33 % útflutt sum
heilur óvirkaður fiskur.
Talvan niðanfyri vísir,
hvat føroysku flakavirkini
hava útflutt av heilum ó-
virkaðum fiski. Talan er um
allan fisk, eisini flatfisk,
kongafisk o.a. sum vanliga
ikki verður virkað í Før-
oyum.
Útflutningurin hjá flaka-
virkinum av heilum fiski er
sostatt bert 1,3% av saml-
aða útflutninginum.
Flakavirki eiga ikki vøksturin í
útflutningi av óvirkaðum fiski
Útflutningur, heilt í tonsum 2003
2004
Delta Seafood
10
0
Eldborg Fisk
25
15
Eystís
0
0
FarIta
232
0
Fiskavirkið
6
2
Fiskavirkið í Hvalba
96
350
Føroya Fiskavirking
320
109
Hviltenni
0
0
J.M.A. v/J. Absalonsen
0
0
Kaldbak Seafood
700
600
Kósin
284
0
Nevið Fiskaeksport
132
83
Norðís Seafood
72
0
Norfra
0
0
Palm Seafood
0
0
Sancy Seafood
0
0
Sandoy Seafood
5
0
Tavan
0
0
Vaðhorn Seafood
0
0
Vestís Seafood
0
0
Samla
1.882
1.159
Føroya Ráfiskakeyparafelag
vil ikki hava sitandi á sær, at
tað eru flakavirkini sum
standa fyri mesta útflutnngi-
num av feskum fiski
Savnsmynd
15
14
Nr. 151 - 12. august 2004
Tbilisi Municipal
Theatre sýnir í verki
at dukkur kunnu siga
meira enn livandi fólk
MARIONETT
SJÓNLEIKUR
Búi Tyril
tyril@PRnewsMedia.com
Tað er alt ov sjáldsamt at
síggja nakran duga at siga
frá kríggi og tess ræðuleik-
um uttan at frásøgnin, í
traditionellari fokusering á
mót og megi hjá teimum
stríðandi, lekur av bergtikn-
ari undran yvir hernaðarlig-
an effektivitet.
Jú, tað finnast filmir sum
‘Hiroshima: Out of the
Ashes’ sum við at taka
støði í tí civila fólkinum
vísa hvussu eitt kríggj
knúsar lívið hjá einstakl-
ingum og familjum, ja heil-
um samfeløgum. Og so
finnast tað dukku sjónleikir
sum ‘Slagið um Stalin-
grad’, ein leikur sum Tbilisi
Municipal Theatre sýnir
fram í hesum Listastevnu
døgum.
»Tak ikki feil, marionett
sjónleikur hevur eina heilt
aðra kraft enn vanligur
sjónleikur,« segði ein av
áskoðarunum vit møttu
aftan á sýningina í Meiarín-
um týskvøldið, nevniliga
Eyðun Johannesen.
‘Slagið um Stalingrad’ er
ikki ein søga ið flættar
kærleikan inn í eitt krígs-
herjað umhvørvi; tað er
heldur ein forstummandi
sterk og dreymakend røð av
einfalt men undirfundiga
vinklaðum gerandis situat-
iónum mitt í krígsins helv-
iti, har kærleikin er lýstur
sum ein eymligur veruleiki
og máttur ið av absurdum
kríggi verður ónt og harð-
rent traðkaður undir fótum.
Við grundigari sjálvfylgju
vísir leikurin hvussu hetta
skaðar alt sum livandi er.
Leikurin er sjáldsama
sterkur og vísir bardagans
brutalitet upp á sín heilt
egna máta, við støði í lívin-
um hjá nøkrum fáum úr
rúgvuni av óteljandi offr-
um. Við orðunum hjá
Washington Post: »Hetta er
eitt slag av drama ið er gjørt
til at nema hjartastreingir,
eitt gjøgnumført myrkt og
lagnukent studium í menn-
iskjunnar
ómenniskjans-
ligheit móti menniskjan-
um.«
Framførslan hjá Tbilisi
Municipal
Theatre
av
‘Slagið um Stalingrad’ við
marionett dukkum er ólíkt
nøkrum vit fyrr hava sæð í
Føroyum. Ein hópur av
ummælum ið rósa fram-
førsluni til skýggja váttar at
í nógvum londum hava fólk
verið ovfarin av hvussu
stórt upplivilsi ein tílíkur
sjónleikur kann geva.
Hetta
dukkuteatur
er
heimskent, og tað má hava
verið ógvuliga krevjandi at
stýra hesum dukkum á palli
til at lýsa eina sorgartíð so
óhugnaliga nær sum leik-
meistarin úr fyrrverandi
sovjettiska
lýðveldinum
Georgia, Rézo Gabriadzé
hevur framleitt, skrivað,
leikstjórnað og designað.
Hann lýsir við hesum leiki
ta syndarligu søguna í
Stalingrad, Berlin, Kiev og
Moskva millum 1937 og
1943, í 14 scenum ið nema
við seinna heimsbardaga.
’Slagið um Stalingrad’
skuldi
sýnast
einaferð
afturat í Meiarínum, nevni-
liga mikukvøldið 11. aug-
ust kl. 19:30.
Bæði dapurt og vakurt
C
M
Y
K
14