týsdagur 8. desember 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. desember 2015 · Nr. 142
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
– Tað er avgerandi fyri føroyska
samfelagið, at vit aftur fáa sam
haldsfesti at virka.
Tað sigur Annita á Fríðriksmørk,
forkvinna í tingbólkinum hjá Tjóð
veldi, tá ið hon verður spurd um,
hvat er hennara fremsta politiska
mál, nú hon aftur er vald á ting eftir
ein steðg uppá fýra ár.
– Vit síggja tað allastaðni, at tað
er ein stórur fyrimunur í teimum
londunum, har munurin á fólki ikki
er stórur. Serliga síggja vit, at fólk
í norðanlondum hava tað munandi
betri enn fólk í londum, har sum
munurin á ríkum og fátøkum er
størri, sigur hon.
Hon vísir á, at fleiri kanningar
siga, at fólk í hesum londum eru
nøgdari enn aðrastaðni umframt
at tildømis kriminaliteturin er
munandi minni.
– Um okkara leiðir eru vit nøgd,
hava vit okkurt hampuligt at búgva
í og fáa mat, fáa undirvísing og
hava arbeiði. Vit eru javnari enn
aðrastaðni og tað er ein styrki fyri
eitt samfelag, sigur Annita á Fríð
riksmørk.
Aftur á ting
Annita á Fríðriksmørk hevur sitið
á tingi í nógv ár, men tá ið val var
næstseinast vann hon ikki upp um
tinggáttina, men noyddist at sita
uttanfyri í næstan fýra ár.
Nýggja samansetingin av ting
manningin vísir heilt greitt, at
hendan manningin er meira óroynd
enn tann, hon sat saman við í fyrra
umfarinum.
– Tað var kanska eitt annað slag
av tingfólki, sum vóru eitt sindur
meira buldrut enn tey sum sita nú,
heldur hon.
Hon vísir á, at tá arbeidddi hon
saman við royndum politikarum,
sum Finnboga Ísakson, Annfinni
Kallsberg, Vilhelm Johannesen og
Hergeir Nielsen.
Hesir vóru royndir í parlamen
tariska arbeiðnum tá og dugdu alt,
sum hevur við tingarbeiðið at gera.
– Nú er støðan øðrvísi, tí hóast
eg eri nýggj í hesum umfari, so havi
eg hóast alt 14 ára royndir við mær
og tað ger meg til eina av teimum
mest royndu í tingarbeiðnum, sigur
Annita á Fríðriksmøkr.
Hon sigur, at hesin leikluturin,
sum hon nú hevur, gevur henni
stóra ábyrgd og fær onnur at lurta
meira eftir hvat hon sigur.
– Eg merki væl, at tey nývaldu
lurta betur eftir hvat eg havi at siga,
tí tey vita væl, at eg havi royndir
úr politiska arbeiðnum og kenni
spælireglurnar á tingi, sigur hon.
Nógvar atkvøður
Annita á Fríðriksmørk fall á valin
um í 2011. Tá fekk hon 270 atkvøður.
Munandi betur gekk á valinum
1. september í ár, tá ið hon fekk 425
atkvøður og varð vald á ting fyri
Tjóðveldi.
Hon heldur, at tað kanska var
eitt sindur buldrasligir á tingi fyrr,
men tað komst mest av, at sam
ansetingin av tingmanningin var
øðrvísi enn í dag.
– Orðaskiftið í dag er minst líka
hvast og retorikkurin líka ógvus
ligur, men tingfólkini sjálvi eru
kanska eitt annað slag av fólki,
sigur hon.
Tjóðveldiskvinnan kom fyrstu
ferð á ting í 1998 og var partur av
tí bylgju, sum rullaði um landið um
aldarskiftið.
Tá var tað fremst hjá teimum
sjálvstýrisflokkum sum vóru, at
føroyingar sjálvir skuldui ráða í
Føroyum og tryggja at ongin annar
var yvir Løgtinginum.
– Sjálv haldi eg, at vit fyrst
og fremst eiga at tryggja okkum
sjálvræði, tí vit kunnu brúka tað
til nakað. Við okkara støðu í dag
sleppa vit als ikki inn í altjóða
arbeiði, tí vit eru partur av einari
aðrari tjóð, sum frammanundan er
limur og sostatt umboðar okkum,
sigur Annita á Fríðriksmørk.
– Tí mugu vit gera alt fyri at
sleppa úr tí sambandshafti, sum vit
eru vavd uppí. Fyri at gera tað, so er
neyðugt, at vit eru sjálvbjargin og
klára okkum á øllum økjum – eisini
búskaparliga, sigur hon.
Á rættari kós
Annita á Fríðriksmørk er sum for
kvinna í tingbólki Tjóðveldsins
ein partur av samgonguni, sum er
millum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin
og Framsókn.
Hon ivast ikki í, at tann politiska
kósin,
sum
samgongan
hevur
stungið út í samgonguskjalinum er
tann rætta, men hon ásannar eisini,
at sumt, sum tey hava settt sær fyri
tekur eitt sindur av tíð.
Samgongan hevur boðað frá
nógvum broytingum í vinnuni og
summar kunnu virka ógvusligar.
– Men eg ivist ikki í, at tá ið vit
hava fingið alt at virka, so verður
hetta rættur politikkur fyri Føroyar
og okkum, sum búgva her, sigur
hon.
Hon heldur at tað er rætt, at
bæði alivinnan og fiskivinnan let
ur pening til landskassan, tí júst
hesar vinnur hava fingið nøkur
framíhjárættindir, sum ikki øll hava
atgongd til.
Hinvegin heldur hon eisini, at
tað er umráðandi, at ein javnvág
verður funnin, sum ger, at tað fram
vegis fer at loysa seg at reka bæði
alivinnu og fiskivinnu.
– Vit skulu sjálvandi ansa eftir,
at tað framvegis fer at loysa seg at
reka vinnu og at tað eisini fram
vegis verður spennandi. Tað skal
eisini vera soleiðis, at við ídni og
arbeiðssemi fer at bera til at vinna
nógvan pening, sigur hon.
Hóast hon heldur, at vinnan skal
sleppa at vinna pening, so heldur
hon eisini, at tað ber til hjá vinnuni
at lata íkast til samhaldsfesti í sam
felagnum.
Hon heldur, at bæði alivinnan og
tann sterki parturin av fiskivinnuni
væl kunnu gjalda ein part aftur til
samfelagið við tí yvirskoti, sum er.
– Hyggja vit at alivinnuni, so
hevur hon eftir øllum at døma
eina milljard eftir í avlopi, tá ið hon
hevur goldið fyri tey rættindi, vinn
an hevur at reka aling á føroysku
firðunum, sigur Annita á Fríðriks
mørk.
Rakt av sjúku
í eitt heilt ár
Forkvinnan í tingbólkinum hjá Tjóðveldi vil hava samhaldsfesti
at virka aftur í føroyska samfelagnum
MELDURIN
Annita á Fríðriksmørk:
SAMHALDSFESTI
AFTUR Í FØROYSKA
SAMFELAGIÐ
Annita á Fríðriksmørk er fødd
og uppvaksin á Strondum.
Hon kom fyrstu ferð á ting í
1998 og sat á tingi til valið í 2011.
Í tíðarskeiðnum var hon eitt
skifti á Fólkatingi umframt at
hon eisini var í ladnsstýrinum
eitt stutt tíðarskeið.
Í 2011 var hon ikki vald aftur
á ting.. Hon fekk 270 atkvøður,
men tað var ikki nóg mikið.
Árið eftir var Annita á Fríð
riksmørk rakt av krabbameini.
Tað tók eitt gott ár, men tað gekk
væl við skurðviðgerð og kemo
viðgerðini, so at honn í dag ikki
hevur mein av sjúkuni.
– Tað tók sjálvandi nakað av
megi, men eftir at eg var liðug
við kemoviðgerðina, so havi eg
merkt, at eg eri styrknað hvønn
dag, sigur Annita á Fríðriksmørk.
Meðan hon var uttanfyri tinggáttina
var Annita á Fríðriksmørk
rakt av krabbameini