týsdagur 8. desember 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 9. desember 2015 · Nr. 142
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MELDURIN
Stóru broytingarnar í
aldurssamansetingini
av føroyingum,
krevja broytingar
í eftirlønunum
Árni Gregersen
Vit liva munandi longri í Føroyum
í dag í mun til tá ið vit fingu fólka
pensjónina fyrst í seksti-árunum.
Meðan meðalaldurin tá var um
69 ár, so er hann í dag meira enn 80
ár.
Hetta er ein av orsøkunum til,
at neyðugt er at gera broytingar
í fólkapensjónini, umframt at vit
sjálvi noyðast at spara upp til egna
pensjón.
Annita á Fríðriksmørk, Tjóð
veldi, tekur undir við teimum
broytingum, sum í løtuni verða
gjørdar á pensjónsøkinum.
– Hetta eru neyðugar broyt
ingar, sum skulu tryggja haldføri
í búskapinum, men hetta verður
eisini gjørt, so vit aftur fáa sam
haldsfesti í føroyska samfelagið,
sigur hon.
Hon sigur, at seinasta sam
gongan gjørdi, at samhaldsfesti í
samfelagnum bleiv minni – mill
um annaðå, tá ið táverandi sam
gongan stutt eftir valið í 2011 sett
flatskattin í gildi.
Formaðurin
í
tingbólkinum
hjá Tjóðveldi heldur, at tær broyt
ingar, sum júst nú verða gjørdar á
pensjónsøkinum eru á rættari leið.
– Tey framskrivaðu tøl, sum eg
havi sæð vísa, at hetta er tað rætta
at gera. Hetta fer at tryggja okkum
haldføri í búskapinum og hetta fer
eisini at gera okkum meira sjálv
bjargin.
Fólkapensjónin
Annita á Fríðriksmørk sigur sam
stundis, at hon ivast í um lands
stýrið og samgongan hava duga
nóg væl at miðla út, hvussu stóran
týdning tað hevur at gera hesar
broytingarnar í pensjónunum.
– Tá ið fólkapensjónin kom
fyrst í seksti-árunum, tá vóru bert
fáir pensjonistar í mun til í dag.
Livialdurin var eisini nógv styttri,
so útgjald av pensjón var nógv bí
ligari tá enn tað er í dag, sigur hon.
Í dag eru eini 7000 pensjonistar
í Føroyum og talið veksur við 400
pensjonistum hvørt ár.
Og tá ið fólkatalið fyrst og
fremst veksur tí vit gerast eldri,
so verða tað eisini færri fólk á ar
beiðsmarknaðinum til at forsyrgja
teimum eldru.
– Alt hetta ger, at neyðugt er at
gera broytingar í pensjónunum og
tað krevur meira samhaldsfesti,
sigur Annita á Fríðriksmørk.
Kreppa kemur
Tjóðveldiskvinnan veit eisini, at
júst nú gongur væl í Føroyum, men
hon veit eisini at tíðir broytast.
Spurningurin er ikki um tað fer
at ganga hinvegin aftur, men meira
um nær tað fer at henda og hvussu
ógvusligt tað verður.
– Sum politikarar duga vit
kanska ov illa at fyrihalda okkum
til, at tað viðhvørt gongur upp og
viðhvørt niður. Hetta er soleiðis, so
vit eiga eisini at fyrireika okkum
til, tá ið tað aftur fer at ganga hin
vegin, sigur hon.
Hon leggur afturat, at sam
gongan eigur at hyggja at allari
gongdini í samfelagnum.
– Vit eiga at rationalisera tað,
sum til ber at rationalisera Tað
vil siga, at vit skulu hyggja uppá
mannagongdir av øllum slag í
øllum samfelagnum, so vit tryggja
okkum, at allar mannagongdir eru
so góðar, sum til ber, sigur Annita á
Fríðriksmørk.
Broytingar mugu til, tí vit gerast eldri og eldri
Annita á
Fríðriksmørk
Tjóðveldi
• 47 ár
• Gift, 4 børn
• Útbúgving: Lærari og
stjórmálafrøðingur
• Forkvinna í tingbólki
Tjóðveldisins
• Forkvinna í uttanlands
nevndini