Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. desember 2015 · Nr. 142 18 Sosialurin Hví tú skalt siga »nei« til Eilersa uppskot Lgbt fyrr var ikki ein ellibiti av moralskt forvirraðum spíssborgarum, ið umskyldaðu seg og lótu Gud og hvønn mann fáa eina krystallklára fatan av sær sum nøkur ynkelig subjekt ikki før fyri at hugsa og taka seg sjálvi í álvara. Til tað er hetta at siga, Sonja: staturin er ikki ein fucking terapeutur! Agga Niclasen meining@meyl.fo Um eg spurdi Ras­ minu, um Rasmus og hon vóru gift, og hon svaraði “ja”, tá hevði eg sjálvsagt ikki komið við hes­ um eftirfylgjandi spurningi – og ikki sørt avhoyrandi einum av slag­num: “Á so, super, men hvar, Ras­mina, hvar vóru tit gift”? Og tí er tað óerligt, eins og so nógv við Lgbt er óerligt, at hevda, at hetta ikki handlar um, ja, tað er so tað, hvat noyagtiga!... veruligt hjúna­band? Eitt hjúnaband er eitt hjúna­ band. Hetta ljóðar líka so høpisleyst og fordóms-upplestrarsligt sum at siga “lat børn vera børn”. Men tú kanst so ikki hava tvey hjúnabond: eitt borgarligt og eitt kirkjuligt. Trøll­vaksnar konur runt umkring í Før­oyum ídag proklamera ikki fyri hvørj­um øðrum: “Maðurin og eg hava verið borgarliga gift í næstan tjúgu ár, uff-puff sum tíðin flýgur avstað”. Orðað ørðvísi: hetta er eitt feitt, tí tað er tað sama. Eitt hjúnaband. Ikki hjúnaband 1 og hjúnaband 2. Bara hjúnaband. Ikki Felagi 1 og Felagi 2. Bara maður og kona. Hjúnabandið handlar ikki um javn­ rættindi. Ella, tað handlar so í øll­ um førum líka lítið um javn­rætt­indi sum islam um frið og frælsi. “Rættindi” er um møguleikan at rinda skatt og, seinnameiri, gera sær dælt av teim hentleikum, skatt­ ur­in gevur tær. Rættindi er, at myrk fólk, pink-littir katolikkar og tey stinkandi ríku sleppa at sita somu meðni í sama bussi. Hetta eru rætt­ indi. Eisini er tað ein rættur, tað, at tú sleppur at liva og liva saman, sum tær lystir. Eingin avmarking. Eing­in kemur eftir tær ella pískar teg. Alt hetta er í lagi hjá okkum, eis­ini samkyndum, og behovið fyri bøssaskápinum gerst minni og minni. Gamaní, nøkur rættindi mangla enn, sosum møguleikin at arva hvønnannan. Og soleiðis kunnu vit taka listan fram, gjøgn­ um­ganga hann og krossa av og finna loysnir uppá øll hesi enn ikki- eksi­sterandi rættindi. So hví hjúnabandið; hví fer bøssa­ elit­an eftir tí; hví eftir nøkrum, sum sjálvsagt ikki hevur nakað við sam­ kynd at gera – uttan so, at tú sum sam­kyndur ynskir at giftast einum av hinum kyninum, hvat sjálvsagt er ein møguleiki, men dekan falskt. Hví, tá øll sonevnd rættindi, nøk­ ur meiri ørandi enn onnur, eis­ini ættleiðing, kann skaffast sam­kynd­ um? Her er tað, tú hevur skrásett par­lag. Her hevur tú loysnina. Tað kann útvega samkyndum øll tey rætt­indi, hjúnabandið útvegar. Og eru nøkur (relevant) rættindi í hjúna­bandspakkanum, ið ikki eru í skrá­sett parlag-pakkanum, íðan, tá er eingin fólkaræðislig forðing fyri at hyggja at hesum. Har tað er politiskur vilji, har er alt møguligt. Tað plagar Høgni Hoy­ dal so at siga, hvat øllum øðrum við­ ur­skiftum umræður. Hansara mest brúkta vending, faktiskt... tá tað kem­ur til mál, hann sjálvur vil hava ígjøgn­um: frælsi fyri føroyingin í mun til útheimin, men formyndarí fyri føroyingin í mun til sítt egna land og stýri. Men, sært tú, Lgbt-ráðið hevur í síni av­lag­aðu atgongu til demokrati als ong­an áhuga í hesum samfelagsliga grund­hugtaki; tað hevur als ongan áhuga í, at tað er í holt við at slætta niður tann mest týðandi sam­fe­ lags­beran seinastu nógvu øld­ir­ nar samtíðis við, at tað so be­sett­ ar­a­s­ligt skítur á, hvat tað ger við tey túsundtals av føroyingum, ið eru giftir, hvussu teirra samleiki, sum er so samanflættaður við tað, at vera giftur, verður ávirkaður. Hvussu tey, fyri einaferð skyld, og ikki tit, Lgbt, hava tað! Og tí er tað, at hevði militanta krav­ið hjá samkyndum, har tað brád­liga skal vera legalt at bróta inn í hjúnabandið, trúliga snúð seg um javnrættindi, men so hevði ikki verið neyðugt at gjørt seg inn á eina institutión, har tey snøgt sagt ikki hoyra heima. Eg veit, mod­ern­aðar og relativistiskar tíðir líkasum krevja av okkum at vera in­klud­erandi og móttakandi, ikki frá­stoytandi, og tí ljóða vendingar sum “ikki hoyra heima” ikki so væl. Men hetta er ikki tí, at vit eru vorðin býttari, men bara so óluk­ sá­liga dúnut og ryggleys, moralskt for­virrað og útholað við tí fylgju, at øll virði og venjur alt gerst alt meiri mein­ings­leyst. Annika Olsen, um nakar, eigur at vita hetta. Men nú er tíðin komin, Ann­ika, at tæna og geva tínum velj­ ar­um aftur. Tá fyrst konfronterað við skrá­ sett­um parlagi, hesum heimilaða sub­stitutti fyri hjúnaband, “tit, væl­signaða Lgbt, um tað er javn­ rætt­indi, tit eru so øgiliga upp­ hongd um, tá lat okkum tosa um hesi, sýna góðan vilja og tvívegis tol­semi; hví, tá heilt óneyðugt, av­ taka hjúnabandið bert tí tað skal, ja, partú vera pláss fyri tykkum júst her, tá tað sambært definitión ikki kann vera tað, tí annars er tað ikki tað”, ja, tá er samkynjuelitan bar­ asta ikki áhugað. Eingin hoyring. Eing­in kjansur. Eingin toleransa. Eing­in sympati. Tað skal bara ígjøgn­um, Come What May. Eilersa elita er barasta ikki áhug­ að í at toga alt tað, ið kanska mátti havt javnrættindisliga meining, burt­ur­úr hjúnabandinum. Eru nøk­ ur rættindi í hjúnabandinum, sum skrásett parlag ikki rúmar, tá kom­ ið við hesum, og so finna vit útav tí – flestallir politikarir og fólkið ann­ars hevði verið við uppá tað. Eis­ini hasi á tingi, ið helst enn ætla sær at leggja seg á knæ fyri Eilersa upp­skoti. Tit fáa alt, Lgbt Føroyar, bara ikki kjansin at fokka upp hjúna­ band­ið – antin bara fyri at fokka tað, hava tað, sum hini hava, kalla tað barna­garðs-efterladenskaber, ella tí, at tit hava ein deprimerandi tørv á at hava tað, blíva gift, bara so tit kunnu “føla” tykkum sum hini, sum tey borgarligu, føla tykkum bara so aksepteraði og “hoyl”. Ella bara fyri at sorla samleikan hjá tús­undtals kristnum ella ikki- kristn­um, ið heilhjartað identifisera seg við tað, at vera giftur. Ongantíð bet­ur, er hugsanin. Spyr bara Høgn­ asa ungu, Unga Tjóðveldi. Men nei. Eing­in interessa. Brúdleyp ella einki, er ótoleranti ágangs-boð­ skap­ur­in. Hetta hevði annars merkt, at ting­ fólk sóu til at skaffa sam­kynd­um skrá­sett parlag, eisini systkjum, sum hava búð saman leingi og ynskja síni arvaviðurskifti í lagi. Og um hetta veruliga krevur yvirtøku, so fremja vit yvirtøkuna, nakað so tjóð­veldisligt sum tað!; ella er tað veru­liga so galið, at skrásett parlag bara er ov nógv, ov strævið, ov trupult, ov tekniskt, tá eru aðr­ ir møguleikar ‘ímidlartíð’, fínir og væl medgjørligir, so at bæði sam­ kynd og eldri systkin í sama húsi kunnu arva hvønnannan og njóta rættindi við teim ynskiligu hent­ leik­um, kalla tað javnrættindi, hesi siga seg vilja hava, og sjálvsagt eis­ ini skulu hava. Hetta er væl tað, ong­lendingar kalla “Call Someone’s Bluff”. Ella er tað bara tit, tykkara sof­ ties, at alt annað enn hjúnaband er ov óromantiskt – og, sum sagt, so sleppa vit eiheldur at hála essensin út úr “teim kristnu” og nerta tey, har tað pínir mest? Ivaleyst eisini tað. Hetta eru motivini, Annika og tit í Javnaðinum, ið vónandi fara at manna tykkum upp. Ikki tí, fyri tað, at tænastur eksi­ stera, merkir tað ikki, at øll altíð skulu hava atgongd til hesar. Hetta er jú stjórnmálafrøði fyri inn­skúl­ ing­ina, logikkur fyri... javn­að­ar­ fólk. Til dømis hevði tað verið eitt sind­ur býtt, um ikki-fá­tøk fingu fá­tækrahjálp, fingu for­sorg­ar­ hjálp. Vit áseta nøkur kriterii. Vit diskriminera. Vit gera mun alla somlu tíðina. Og soleiðis er hjúna­ bandið bert tað, eitt hjúna­band, solongi sum og tí at tað er mill­um mann og konu. Altso, øll sleppa at giftast... solongi sum talan er um tvey av ym­isk­um kyni. (Og ikki bert “føla” seg sum kvinna, tá tú biologiskt, søgu­liga og kulturelt ert ein maður.) Og júst diskrimineringin, ella treyt­ in um tvey av ymiskum kyni, ger tað so spesielt – so spesielt, op­in­ bart, at sjálvt samkynd vilja sleppa tað sama sum hini. Minnir ikki sørt um tíðina í Tjaldurstovu í barna­ garð­inum hjá Nonnunum, har um onk­ur hevði okkurt, so mátti tú hava tað sama. So sera... infantilt – men tá ókey. Motivini. Hví er tað, at Lgbt vil gift­ast? Er tað fyri at destruera hjúna­band­ið innanífrá, har sam­ fe­lags­be­gáv­aða Lgbt-rørslan í Eng­ landi fyrr bara ynskti hjúnabandið langt burtur frá sær, helst oyðilagt, men tá avtikið av teimum, ið eiga tað og tey, tað er fyri, “eitt fongsul, sum má knúsast”? Ella er tað tí, at elitusamkynd, hasi, ið halda seg umboða øll sam­ kynd í Føroyum, eru so flunkandi og mann­minkandi nógv í uppisetri við sjálvsáliti og uppfinnsemi, at teimum tørvar statsliga aksept? Eg trúgvi meiri tað seinna. Tey siga tað sjálvi, og sjálvsálitið er nú deflaterað so eksplosivt, at Lgbt, stuðlað av herðaklappandi “vit eru so modernað”-herinum, reint faktiskt hevur brúk fyri teim ráðandi, tí almenna samfelagnum, enntá eini fúlt heteroseksuellari institutión, til tess at “føla seg heil”, at “føla seg komplett”, at “føla seg ókey”. “Aksepteraðan”. Sonja Jógvansdóttir, chief-upp­ skots­still­ari av hjúnabandsav­tøk­ uni, segði tað so avdúkandi á tings­ ins røð­arapalli, har hon legði fyri við teim sálarveiku, síðani menn­ ing­ar­tarnaðu, bara fyri at slutta av og enda flagellant-ketuna við... teim samkyndu – tú veitst, fyri “líkasum at lýsa” hvussu føroyingurin fer við sær sjálvum. Alt gott um tey ófull­ føru og brekaðu, men ikki eiti á sam­an­bering. Til tað er hetta at siga, Sonja: stat­ urin er ikki ein fucking tera­peut­ ur! Tað er ikki statsins, ikki ting­ s­ins uppgáva at síggja til, at fólk, eiheldur sympati-krevjandi minni­ lutar, fara at verða lukkulig. Í alra­ ringasta føri er tað ein al­menn upp­ gáva at royna, tó uttan ov ógvusliga uppílegging, at lands­ins borgarar ikki verða alt ov ólukku­lig­ir. Aðramáta bara syrgja fyri lóg og landaskili. Og her eru vit so aftur inni á rættindum. At síggja til, at sjálvt hasi, ið ikki tíma annað enn at hyggja at pornofilmum og United dagin langan, kunnu fá eitt akkurát sámiligt lív. Síggja til, at landsins lógir, tær grundaðar á frælsi hins einstaka og felagsskapum, eisini kirkjunnar, Høgni Hoydal, verða ver­andi varðveittar, eisini um nøk­ ur individ bráddliga halda seg vera so forbiið meiri klók enn undan­ farin ættarlið og umdefinera eina institutión, ið helst skuldi sloppið at livað fyri nossaleysum Lgbt’arum. Henda tráan hjá samkyndum at sleppa inn allastaðni og onku­staðni, har tað ikki ber til... men hvat er hetta fyri nakað? Hvat heit­asta gera tit við tykkum sjálvi? Tykk­ ara und­an­menn, tykk­ara hetjur, ella burdu verið tað!, sum vunnu veru­ligar bardagar, av­krimi­nali­ ser­ingin og rættin at liva saman og, fylgjandi, arva hvønnannan og allir aðrir borg­ar­lig­ir fidusir, skaffaðu teir tykkum. Civil Partnership at navni. Skrásett par­lag. Ikki møgu­ leikan, for smelti, at fara í song við kirkjuna, við hjúna­bandið. Við fíggindan. Hesi vóru fólk, einstaklingar við sjálvstøðugum tankavirksemi, sum ikki umskyldaðu seg og lótu Gud og hvønn mann fáa eina kryst­ allklára fatan av tykkum sum nøk­ ur ynkelig subjekt ikki før fyri at hugsa og taka tykkum sjálvi í álv­ ara. Fuck tað, hugsaðu hesi, veru­ ligir menn og kvinnur, pillfull av sjálvsáliti og uppfinnsemi og liber­ al­um prinsippum! Hesi umskyldaðu seg ikki fyri sín eksistens – eins og tit: “Jú-men, altso, vit kunnu ikki gera fyri tað, simp­ulten ikki, vit eru bara so born this way”. Huff, hvar blivu tit av, hví end­aðu tit so? Hvat bleiv av “We’re Here, we’re Queer”? Hví hesin tærna­kreppu­ kendi tvingsilstanki at bedára fyri KJAK