Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-08, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 9. desember 2015 · Nr. 142 Sosialurin før­oy­ing­inum, at vit kunnu ikki gera við tað, vit eru fødd so. Tað er skít líkamikið, um tit eru fødd sam­ kynd (hvat forrestin apsalutt einki prógv er um!) ella velja vera tað. Feitt, um tit velja vera tað. Feitt, um tit ikki velja vera tað. Hetta er at hava moralskt sjálvsálit. Hitt, “men eg kann ikki gera fyri tí”, er bindi­klubba-moralur. Mannarættur, fyri ein góðan ordan skyld, er meiri grundleggjandi aft­ ur; rætturin ikki at verða píndur og dripin. At sleppa at manifestera sína hugsan, tað vil siga tosa og skriva totalt frítt. At trúgva og mani­festera hesa trúgv í gerðum – so longi tú ikki fysiskt gert teg inn á tín granna, sjálvt ikki teir ófittu. Vit kunnu knúsa hvønn­ann­ an við dómum, men í 2012 vóru tvær fransadamur, sum vildu hava Evrope­iska Manna­rætt­inda­dóm­ stól­in at fortelja umverðini, at tað, at giftast, borgarligt ella ei, er ein mannarættur, í minsta lagi ein spurn­ingur um javnrættindi. Dam­ ur­nar blivu blakaðar heimaftur til Lyon við teim orðum, at hjúna­band­ ið sjálvsagt einki hevur við rættindi at gera, og slett ikki mannarættindi. Tær veruligu Lgbt-hetjurnar, tær frá fyrr av, frá Stonewall riots, ikki um at tala The Suffragettes, verulig fólk við eginsinnaðum átøkum og kodeks, høvdu vent sær í grøvini, høvdu tær hoyrt Eiler Fagraklett og hansara Lgbt-jugend umrøða seg sjálvan, hvat tey trúfast gera, nettupp sum nøkur neyðardýr brúk fyri útvortis góðtakilsi og virð­ing fyri at kunna vera til. Gev mær megi! So tá hansara bláoygdu ting­ kvinn­ur, vit vilja bara vera so-við tykkum og right-on kvinnur, koma við slíkum hjúnabands-av­mon­ terandi og, fyri samkynd, flóv­is­ lig­um uppskoti, og so ama­tørs­ligt har­afturat, er tað tí, at tær ikki vita betri. Eiheldur Sonja. Men hon eigur so at vita, sum samkynd, og ovasti, um hon annars megnar at líta útum seg sjálva og Lgbt-reiðrið, at alt hetta nærkast hæddini av øll­um perversiteti, tí tað tú gert, er fylgj­andi: tú fært ein minniluta at lýsa seg sjálvan sum ein elendigur, hjálp­ar­leysur og óautonomur riðil av ein­staklingum. At fortelja sínum fylgjarum, at teir bara kunnu fáa aksept við at leggja seg undir eina institutión, sum fyrr hataði tykkum, sum fyrr ikki vildi vita av tykkum, og sum eiheldur var fyri tykkum, heldur ikki nú, av definitiónsávum, er jú djúpt homofobiskt í sjálvum sær. Lgbt’sa svar og meining til hjúna­ band­ið fyri bert fáum tíggjuárum síð­ani var heilt øðrvísi. Diametralt øðr­vísi. Tey umtalaðu jú og fataðu hjúna­bandið soleiðis: “Marriage Is a Prison That Needs To Be Abol­ ished”. Har hevur tú tað. Um ov­ asta­ráðið í Lgbt tá veruliga vildi gift­ast, ella okkurt á leið har, onkra seremoni, so fiksaðu tey sjálvi tað. Ikki via stat og umvegis eksi­ster­ andi foranstaltningar og institu­ ti­ón­ir. Ikki við hjálp frá køvandi borg­ar­ligheitini. Men nógv er broytt. Og ikki til tað betra. So mikið broytt, at tá vit sakligt og passionerað stríðast fyri nøkrum so góðsligum sum at varðveita eina lóg, at varðveita hjúna­bandið, stríðast fyri at halda okk­ara politikarir úti úr og langt frá kirkjuni, langt frá okkara privat­lívi og familju, okkara hjúna­ bandi, okkara uppfinnilsi, verða vit skírd homofobar, minni rúm­lig og ótolerant at vera. Enntá “fólka­ræð­ is­ligir n­ýføðingar” av fólki, sum ikki kenna kraftina í demokratiinum, um viðkomandi so fekk hana SLASK á ennið. Hví, Annika, Jónleif, Kristin, Heð­in og titonnur, ið ivast ella bara ikki ditta tykkum at gera tað rætta, tað óteinkiliga, og siga “nei” til Lgbt, hví og hví skulu tit vera áhugað í at strika meiningina við hjúna­ bandinum, sum er effinett tað sama sum at annulera tað? Hví annulera nakað, sum hevur verið ein ekstremt haldgóður og ide­al­ ist­iskur samfelagsbyggjari í mong árahundrað? Og ikki svara “javn­ rætt­indi”, tí so fái eg hysteriskt an­ fall. Kirkjan eigur hjúnabandið, nýt­ist ikki at hava funnið uppá tað, men hevur átt tað, sitið á tí í fleiri árahundrað. Hjúnabandið var faktiskt so gott sum byggjari, fyri parið, fyri børn, fyri familju og grannalag og nærsamfelagið sum heild, fyri landið, at staturin vildi brúka tað. Hann slapp. Men ikki eiga tað. Ein eksklusiv-av­tala. Ein samstarvsavtala, har stat­ ur­in so dánt “sleppur” at broyta nøkur viðurskifti, sosum at lata skyld uppafturgifta seg, hvat er ein broyting, men aldri í verð­ini nerta við sjálvan essensin í hjúna­ band­inum. Tað var ikki “loyvt” ella mein­ingin. Broyta? Óki-dóki, men varliga. Men umdefinera, destruera, av­ taka, og fremja ágang ímóti pri­vat­ lív­inum, heiminum, tí mest heil­ aga, at áseta normativar tank­ar um hvussu familjan skal síggja út “eftirsum allar fam­ilju­sam­an­set­ ing­ar so hvørt fara í fillur, tí annar part­ur­in, ella báðir, hava úr at gera við at ansa sínum eg’i heldur enn sínari familju”, og gera nakað so óliberalt sum at gera seg inn á sjálvs­avgerðarrættin hjá kirkjuni? Korta­nei. Staturin er, sambært semju, í besta føri ‘A Broker of Marriage”. Ikki bestemmari. Hann hevur ikki evstu ábyrgd og umsiting av hjúna­bandinum, men kirkjan. Eins og hann heldur ikki hevur evstu ábyrgd og umsiting av okkara priv­ atu sferu, men familjan. Tú og eg. Hvat fer av mær, um eg lati Eiler gifta seg? Einki, og eg floyti eisini á meg. Og hví skal alt eisini altíð handla um meg-meg-meg. Hvat við at halda seg til grundvirði, orð, sem­ an­tikk, definitiónir, moralitet sum tíð­arleys stødd – og so handla har­ eft­ir, eisini kallað prinsippir. Orð hava meining. Orð, tess merk­ing, er neyðug, er altavgerandi, fyri at vit kunnu forhalda okkum til og viðmerkja veruleikan. So hvat er tá poengið, endamálið við nøkr­um sum helst, og serstakliga tí helst mest umráðandi, haldgóðu og mest ríku institutiónini, um sjálvur be­týdn­ing­urin, tess meining, verð­ ur tikin frá henni, verður av­tik­in? Hvat, Annika, Heðin og tit javn­að­ ar­menn? Hvat? Umdefinerar tú, so fjernar tú mein­ingina. Tað er púra greitt. Tak eitt borð. Eitt orð. Ein stødd. Tú kanst broyta tað: geva tí fýra held­ur enn fimm bein, geva tí seks held­ur enn trý bein; tú kanst eisini broyta formin, lyfta tað ella lækka tað, enntá mála tað ljósareytt. Akku­rát sum tú kanst broyta hjúna­bandið. Og akkurát sum tað eis­ini hevur verið fyri broytingum. Upp­aft­urgifta, sum dømi. Men setur tú tað saman á slík­ an hátt, at tú ikki fært stillað nak­ að á borðið, brúkt tað!, so miss­ ir tað jú sína meining. Tú hev­ur umdefinerað tað. Tað er ikki longur eitt borð. Sama við hjúna­ band­inum. Umdefinerar tú tað, strik­ar tú meiningina við tí. Tá er hjúnabandið ikki longur eitt hjúna­ band. Ikki tí, vit skulu so sanniliga minn­ast til hasi, ið eru gift, gift í tí trúgv, at hetta er ein fyriskipan mill­um mann og kvinnu. Tað er ikki í lagi, at teirra fatan, teirra samleiki, verð­ur knylvaður. Nei, verri, lát­ur­ lig­gjørdur. Tileinkisgjørdur. Spyr tí ikki, hvat fer av mær, um Eiler sleppur at gifta seg hjá Heðin, men spyr, hvat fer av hjúna­band­ inum? Svarið? Alt! Tú kanst, sam­ bært definitión, ikki longur sakliga og í álvara tá longur tosa um eitt hjúna­band. Hjúnabandið handlar tessvegna ikki um kærleika, penan kjóla ella gott ball, ella praktiskar hentleikar. Hetta er gabb. Og nøkulunda in­ tellektuell fólk vita hetta. Fólk gift­ ast av øllum møguligum grund­um, millum annað kærleika, vóni eg, og hvítan kjóla og ball, og tvung­ið. So kærleiki ella eitt nógv eft­ir­sókn­ar­ vert familjugildi er ikki felags­nevn­ ar­in fyri hjúnabandið. Felagsnevnarin, definitiónin, er for­eini­ligheitin av konu og manni og tí, sum kanska, kanska ikki, spyrst burturúr. Til dømis eitt nýtt ættarlið. Tað, mínar damur og harr­ ar, er hjúnabandið. Kulturelt og, um tú vilt, religiøst. Tað er sameiningin av báðum kyn­unum, og har eru bara tvey, av manni og konu, ið definerar hjúna­ band­ið. Alt annað kann pilkast við utt­an eina avtøku av tí sum fylgju. Pilk­ar tú við ella undirmetandi og arrogant tileinkisger sjálva kjarn­una, sjálvt klisturið í hjúna­ bandinum, í hesi mektigu in­sti­tu­ti­ ón, so er meiningin fokin. Vilt tú tað, so sig sum er. Eg haldi so, at tað er spell, og eg eri sann­ førd­ur um, at meirilutin á tingi eis­ ini heldur hetta; og ikki vil hetta, ikki tá samanum kemur, og ikki, um tey sleppa at fylgja sínum instinkti og kaldgløggu grundan. Ikki, um tey sleppa og tora. KJAK Jens Pauli í Dali Leynar Útreiðslan til fólka­pensiónina er ikki tann trupulleikin, ið hann verður gjørd­ur til. Øll, sum koma í pensiónsaldur, eiga at fáa grundupp­hæddina, eisini tey, sum fáa góða eftirløn, og grund­ upp­hæddin eigur ikki at verða lækkað. Meginparturin av hesum fólk­ um hava eftir eitt langt arbeiðslív (35-50 ár) verið við at goldið stóran part av útreiðslunum hjá Landskass­a og kommunum øll hesi ár og stuðlað undir allan fram­burð í landinum. Fólk eiga at gjalda til egna eftir­løn (uttan at gjalda undan­ skatt av inngjaldinum); tá verður eftirlønin so mikið stór, at tær inntøkur lands­kassin fær frá megin­partinum av teimum eftir­løntu verður líka stór­ur ella meira enn fólkapensiónin. Hesi fólk gjalda skatt, toll, mvg, oljugjald og onnur gjøld í lands­ kassan. Nógv av hesum koma tí at gjalda meginpartin ella alla sína fólkapensión sjálv; tí er óneyðugt at skerja grundupphæddina. Umframt hetta gjalda fólk minst líka nógv í kommunuskatti. Tað er skilagott at hækka sam­ haldsfasta, einamest vegna tey, sum fáa lága eftirløn ella einans hava fólkapensión at liva av. Men samhaldsfasti eigur ikki at verða høvuðsálitið, tí talið av gomlu fólki økist nógv skjótari enn talið av fólki í arbeiði. Útreiðslutrøllið (fólkapensiónin) Zakarias Wang Nú hoyrast stór­ tíð­indi um allan heim. Finska stjórnin boðar frá, at hon ætl­ar at seta í verk eina skipan við borg­ara­løn. Hvør vaks­in skal fáa útgoldið 800 evrur um mánan. Ein evra er verd 7,45 kr, so talan er um 5.950 krónur um mánan ella 71.520 krónur um árið. Hetta upp­ skot hevur góða undirtøku. Ein meiningarkanning vísir, at 69% av øllum finnum dáma væl, at hetta verður gjørt, og sjálvur for­sætis­ ráðharrin sigur, at endalig avgerð verður tikin um eitt ár. Ætlanin er, at henda upphædd skal verða ósvitalig. Einki skal verða tikið burtur av henni undir nøkrum umstøðum. Hevur onkur aðra inntøku, minkar borgaralønin ikki. Serliga orsøkin til at hetta verður gjørt nú, er at finnar eru komnir í neyð av arbeiðsloysisskipanini. Í henni verður tikið burturav, um onkur fær arbeiði, hvussu lítið tað enn er. Tí hveppa fólk seg við at fara at arbeiða, og hetta er skaðiligt fyri samfelagið. Borgaralønin er tí einfaldari enn núverandi fløkjasliga skipan. Sjálvandi er hon eisini dýrari. Serliga verður ført fram, at við hesi skipan koma tey ríku at fáa útgoldið pening, og hví skulu tey tað, tá tey hava so ivaleyst? Afturímóti verður her víst á, at tey ríku eru jú rættiliga fá, eini 10-20% av øllum. Borgaralønin kem­ur at vera skattafrí, og tey ríku gjalda skatt av inntøkuni om­an fyri botnfrádráttin. Við hesi nýggju skipan verður eingin botn­frádráttur, og tann skattafría inn­tøka, sum tey ríku higartil hava havt, gerst tí øll somul skatt­ skyldug. Harafturat er vert at hava í huga, at henda broyting verð­ur fíggj­að við øktum skattainn­tøk­ um. Tær kunnu bert fáast frá teimu­m ríku, og tá tey fáa borg­ ara­løn, verð­ur ikki so lætt hjá teim­um at grenja um, at tey einki hava at liva av eftir at skatturin er gold­in. Gongdin í Finnlandi er jú heilt øvug henni, sum okkara lands­ stýri hevur stungið út í kortið. Vit hava ikki havt borgaraløn higartil, men vit hava havt eina skipan við fólkapensión. Tá hon kom, var hon eitt stórt framstig, men nú er farið undir at niðurlaga hana, soleiðis sum Ingeborg Vinth­e­r ger vart við. Øll orsøk er hjá okkara stýri at ganga í seg sjálvt og viðurkenna, at tað er á skeivari leið. Heldur enn at klípa burtur av fólkapensiónini áttu okkara 18 meirilutamenn at miða seg eftir finnum og sagt at: Fólkapensiónsgrund­upp­ hædd­ina fáa øll frá tí tey eru 16 ár. Einki skal klípast burtur av hesi upphædd. Upphæddin verður hækkað frá 3.313 krónum til 6.000 krónur um mánan. Hví ikki fólka­pensión til øll vaksin?