Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-08, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. desember 2015 · Nr. 142 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Sjúkan hevur sín uppruna í heil­ anum, har ov lítið av dopamini verð­ur gjørt, og hetta vísir seg fyrst og fremst sum ristilamningur. Parkinsonsjúkan tekur seg oftast upp hjá tilkomnum og ser­ liga eldri fólki, og bæði kvinnur og menn kunnu verða rakt. Hetta er ein av teimum mest tor­ greiddu og umfatandi sjúkunum, ið kunnu raka nervaskipanina. Ótrygg á beinunum Parkinsonsjúkan vísir seg sum part­vísur lamningur ella trekleiki í rørsl­um, stívleiki og ristingar, mest í ørm­um og beinum. Stívleikin og trekleikin í rørsl­ unum elva ofta til, at gongu­lagið verður støplandi – tað, at hin sjúki gongur ótryggur á beinunum. Hjá summum kunnu rørslurnar læsast sum herðindi, soleiðis at hin sjúki ikki kemur úr stað. Onnur fyribrigdi, sum standast av sjúkuni, eru eitt nú nógvur sveitti, nógv spýtt, harður magi, trupul­leikar við at lata sær av vatn­ inum og minni evni til kynsliga sam­veru. Tað sinnisliga verður ofta burt­ ur­gloymt ella bert roknað sum eft­ir­virkni av sjúkuni. Hin sjúki kann koma í sinnisligan trekleika og hava lyndi til sinnistyngd ella depressión. Vitið og minnið verða ikki rakt, men av tí, at flestu sjúk eru eldri fólk, kann ávirkan á minnið eis­ini vísa seg og gera tað tyngri at drag­ ast við sjúkuna. Hildið verður, at høvuðsorsøkin til parkinsonsjúku er, at ov lítið av dopamini verður gjørt í ávísum pørt­um í heilanum. Dopamin er eitt evni, sum í heilanum er millumliður millum nervakyknur. Sjúkan verður ávíst við vanligari læknakanning, og serliga stívleikin í limunum er eitt høvuðstekin. Eing­in blóðroynd ella onnur kann­ ing kann ávísa sjúkuna. Tað er eingin grøðandi viðgerð fyri parkinsonsjúku, men tey seinnu árini eru komin fram fleiri sløg av heilivági, sum antin bein­ leið­is ella óbeinleiðis veksa um dopa­min­ið í heilanum. Eins og við øllum øðrum heili­ vági, kunnu ymisk árin eisini stand­ ast tí heilivági, sum verður tikin móti parkinsonsjúku. Venjing og føðsla Ert tú rakt/-ur av parkinsonsjúku, er týdningarmikið at venja vøddar og rørslur, eins og fysioterapi kann hava góðan virknað. Ymisk hjálpitól kunnu eisini vera til góða nyttu, tá sjúkan gerst meira umfatadi. Tað er eisini týdningarmikið at liva og eta heilsugott. Alt hetta forð­ar ikki sjúkuni at mennast, men kann geva tí sjúka meira orku til tær avbjóðingar, sum sjúkan ber við sær. Tað finnast eingi serstøk føðslu­ evni ella vitaminur, sum kunnu forða fyri, at sjúkan mennist, men tað er ein fyrimunur, um hin sjúki etur heilsugott, eitt nú fruktir, grønt og fisk. Góð føðsla viðvirkar til at halda likamið frískt móti øðrum sjúkum. Slíkar vegleiðingar eru galdandi fyri øll, eisini fólk, sum ikki hava parkin­son. Onkrir granskarar mæla til at minka um eggjahvítaevnini í kost­inum, tí protein kann tálma virkn­aðinum av levodopa, sum í dag er mest brúkti heilivágur móti parkinsonsjúku. Hinvegin kann ein minking av proteini hjá tí sjúka føra til, at viðkomandi missir vekt og virk­nar. Tað er tí eitt gott hugskot at samskifta við lækna, áðrenn tú fremur størri broytingar í tínum kostvanum. Tað er eitt gott hugskot at geva sær góðar stundir til máltíðirnar, tí fleiri við parkinsonsjúku hava trupulleikar við at svølgla og kunnu skjótt seta í hálsin. Kelda: Parkinsonfelagið/ www.sundhed.dk Fyrstur at gera vart við hesa sjúku var enski læknin, James Parkinson. Tað var í 1817, og haðani er navnið parkinsonsjúka. Tað var tó ikki fyrr enn í 1960-unum, at vantandi dopamin varð staðfest sum orsøk til hesa sjúku. Hinvegin er sjálv orsøkin til vantandi dopamin bara partvís kend HEILSA Hvat er Parkinson? STYTT BÍÐITÍÐ Parkinsonfelagið hevur á fundi við stjóran á Landsjúkrahúsinum, Johnny í Grótinum, fingið kunning um, at stig eru tikin til at stytta bíðitíðina hjá fólki, sum hava tørv á neurologiskari viðgerð. Bíðitíðin hevur higartil verið 18 til 24 mánaðar. Í 2015 hevur Landssjúkrahúsið tí valt at styrkja økið við at seta Bjarka á Rógvi Hansen í eitt parttíðarstarv sum serlækna í neurologiskum sjúkum at taka sær av samskipan og visitering innan alt tað neurologiska økið, herundir parkinson. Fyri at fáa bíðilistan til neurologiska útgreinan munandi styttri hevur Landssjúkrahúsið valt at økja um talið av døgum, har serlækni í neurologi er til staðar á sjúkrahúsinum nú í desember, januar og februar. Hervið verður roknað við, at bíðitíðin verður stytt niður í 4-6 mánaðir frá februar 2016. Parkinsonsjúka vísir seg sum partvísur lamningur ella trekleiki í rørslum, stívleiki og ristingar, mest í ørmum og beinum. Sjúkan kann ikki lekjast Eingin grøðandi viðgerð er fyri parkinsonsjúku, men tey seinnu árini eru komin fram fleiri sløg av heilivági, sum antin beinleiðis ella óbeinleiðis veksa um dopaminið í heilanum