Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-08, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. desember 2015 · Nr. 142 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Bárður Olsen vann um vikuskiftið 6. umfar í FM kappingini í dart. Stóri kappingarneytin hjá Bárði, Remy G. Hansen, er við í ár, og tað sæst aftur á stigatalvuni BÁRÐUR EINARÁÐANDI Í DART ÍTRÓTTUR Tróndur Arge Finalan í einmansleiki hjá monn­um er ikki meiri enn byrjað, tá tað er øllum greitt at Bárður Olsen aftur hesa ferð er í einum flokki fyri seg. Hóast dart hevur viðrák í løt­ uni og luttøkutalið er hækk­ andi, so ongin spenn­ingur í odd­inum í FM kapp­ing­ini. Bárður langt fremst Bárður hevur vunnið flestu kappingarnar og liggur væl fremstur á stigatalvuni. Hann hevur 98 stig, meðan næst­ur honum er Bogi H. Isaksen úr Klaksvíkar Dart­ felag við 76 stigum. Kapp­ ingin um annað er hinvegin harð­ari. Hans Eivind Olsen úr Team Sandoy er á triðja plássi við 68, meðan Jón Johansen og Jens Albert Simonsen hava avikavist 64 og 60 sitg. Ein av teimum, sum kundi gjørt um seg í gullstríðnum er Petur Thomsen úr Tofta Dart­felag, men hann var ikki við í kappingini Bogi bjóðar av Í finlauni vann Bárður Olsen úr Havnar Dartfelag á Jens Albert Simonsen úr Vága Dart­felag. Bárður spældi sann­førandi og vann stór­ vegis mótstøðu. Oddfinn Hansen og Jóhannes Johannesen, báðir úr Havnar Dart­felag, blivu nummar trý og fýra. Eftir kappingina nevndi Bárður Olsen Boga H. Isaksen úr Klaksvíkar Dart­ felag, sum ein spælara, sum er í fram­gongd. Hann hevði bæði hægsta útgang á 125, og fægst pílar við 13 í kapping­ ini. Bogi vann tvímansleikin saman við Hans Eivindi Olsen. Hjá kvinnunum vann Maibritt Hvíthamar úr Havnar Dartfelag. Undirtøkan til kapping­ ina var góð, serliga tá ið huksa verður um at tað eru jóla­frokosttíð. Tað vóru 27 luttakarar í ein­masleiki hjá monnum, og sjey kvinnur. Í tvímansleiki vóru 14 pør. 6. umfar í FM kapp­ingini var avgreidd í høl­ unum hjá Havnar Dartfelagi, meðan 7. umfar verður í høl­ unum hjá Vága Dartfelag tann 16 januar komandi ár. trondur@sosialurin.fo Vinnarar í kappingini: Einmansleikur, kvinnur: Maibritt Hvíthamar, HDF Gunnbjørg Dam, HDF Terja Ósá, KDF Sofía, KDF Einmansleikur, menn: Bárður Olsen,HDF Jens Albert Simonsen,VHDF Oddfinn Hansen, HDF Jóhannes Johannesen, HDF Tvímansleikur: Bogi Isaksen KDF & Hans Eivind Olsen, Team Sandoy Regin Enghamar & Jørgen Meitelberg, VDF Jón Johansen & Monrad Mouritsen, VDF Jann í Giljum, KDF & John Bjarni fredriksberg, Kongshavn Hægstið útgangur: Menn: Bogi Isaksen, KDF við 125 Kvinnur:Terja Ósá,KDF við 57 Tvímansleikur: Bogi Isaksen, KDF og Hans Eivind Olsen, Team Sandoy við 126 Fagst pílar: Menn: Bogi Isaksen, KDF við 13 pílum Kvinnur: Sólveig Skorastein, HDF við 32 pílum Tvímansleikur: Bogi Isaksen, KDF & Hans Eivind Olsen, Team Sandoy við 18 pílum