Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-08, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 2015síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 9. desember 2015 · Nr. 142 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Í Sosialinum 2. desembur stóð at lesa um trætuna mill­um B36 og HB um spæl­ ara­skiftið hjá Jógvani Skeel Nólsøe úr AB til B36. Í stutt­ um snúði trætan seg um, at HB segði seg hava rætt til uppalingarpengar, sum B36 tí skuldi rinda, um Jógvan Skeel Nolsøe valdi at skifta til B36. Nú er trætan so fyribils loyst. B36 hevur fingið frá­ boðan frá FSF um, at HB ikki eigur rætt til endurgjald fyri skiftð hjá Jógvani Skeel Nolsøe frá AB til B36. – Vit virða reglurnar við­ víkj­andi endurgjald fyri venj­ing og útbúgving av leik­arum. Men vit ynskja sjálvandi ikki at gjalda pen­ ing, tá hitt felagið ikki hevur rætt til hetta, sigur Heiðrikur Christiansen, formaður í B36, í stuttari viðmerking til heimasíðuna hjá B36. Hann leggur aftrat, at B36 frá byrjan hevur mett, at teir høvdu hald í sínum máli, og tí ynskti felagið eisini at fáa hetta avgreitt sum skjótast. HB greinar niðurstøðuna Finnbogi Arge, formaður í HB, hevur ikki tikið støðu til, um meiri skal gerast við málið. – Vit hava móttikið úr­ skurðin, og fara nú saman við Jógvani Páll Lassen, sak­ før­ara, at hyggja úrskurðin í gjøgnum. Tá vit hava gjørt tað, so taka vit eina avgerð út frá tí, sigur Finnbogi Arge, og leggur afturat. – Um tað er so, at vit ikki fáa nakað fyri at upp­ ala Jógvan, so hava vit lært nakað til eina aðru ferð, sigur Finnbogi Arge, sum hevur meiri upp á hjartað við­víkj­ andi uppalings­peng­um. – Um avgerðin verður enda­liga staðfest so hevur HB also ikki fingið pengar fyri at uppala Jógvan Skeel Nolsøe. Eg skilji ikki, at FSF ikki verjur sínar limir betri, tá tað kemur til at uppala spæl­arar. Vit hava brúkt nógvar tímar og venjingar upp á at uppala spælaran, men standa nú eftir við ong­ um, sigur Finnbogi Arge. Mugu tryggja rættindini Formaðurin í HB heldur at vit hava ein stóra trupulleika í føroyskum fótbólti. Tað er ov nógv feløg, sum ikki fáa upp­alings­pengar fyri sínar spælarar, sjálvt um tey hava rættindini til tað. Hann vísir millum annað á spælarar, sum fara av land­ inum. Tá er torført at fáa nakað uppalingsgjald. – Tað er trupult at fáa gjaldið í hús, og tað er fleiri til­feldi um tað. Her átti FSF at gjørt ein felagsleist og funn­ið ein loysn, so øll fingu upp­alings­pengar. Eisini spæl­arar, sum flyta aðra­ staðni her í landinum, sigur Finnbogi Arge. – Tú kanst siga um hesa avgerðina, at hon stað­festur, at vit ikki hava rætt til upp­ alings­pengar. Eg føli, at vit hava brúk fyri, at fáa ein trygt fyri, at tað ungdóms­ar­ beiði vit gera, eisini gevur av­ kast, sigur formaðurin í HB, Finnbogi Arge. Í vanbýti á altjóða leikvøllinum Finnbogi Arge hevur seinnu árini verið føroyska umboðið í ECA, sum er felagið hjá feløg­unum í Evropa. Hann vísir á, at í mun til hini feløg­ ini í Evropa, so eru fleiri inn­ tøk­ur, sum føroysk feløg ikki hava. – Eg kann millum annað vísa á, at ein fjórðingur av inn­tøkunum hjá teimum kemur frá at uppala spæl­ arar. Tað er ein inntøka, sum vit ikki hava í Føroyum, sigur Finnbogi, og leggur afturat: – Vit hava heldur ikki inn­tøkur frá sjónvarps­rætt­ indum, sum somuleiðis telja fyri ein fjórðing. Atgongu­ merkja sølan gevur heldur ikki nógv í Føroyum. So vit eru fyri vanbýti longu framman­undan, sigur Finnbogi Arge. Hann heldur, at tað er harmligt, at FSF ikki kann tryggja øllum feløgunum ein leist, har pengarnar koma aftur til feløgini í Føroyum. Serliga eisini, nú tá fleiri og fleiri byrja at klára seg væl í út­lendskum feløgum. – Fyrr ella seinni kemur ein spælari í eitt nú Premier League. Tá er at tað týdningar­mikið, at tey tíggju prosentini enda hjá upp­runna­felagnum. Tað er har FSF skal inn at tryggja, at hasir pengar­nar altíð koma at liggja eftir, staðfestur for­ maðurin í HB. Ræðist at senda spælarar av landinum Í ár hevur HB havt tríggjar spælarar til venjingar hjá donskum feløgum. Talan er um Bartal Wardum, Adrian Justinussen og Teit Jacobsen. Í summar eru aftur boð eftir spælarum frá HB í donsk­um feløgum. Talan er um seks spælarar frá evna­ ríka U16 árganginum. – Eg ræðist eitt sindur at senda hesa spælararnar av landinum, tí eg veit ikki um vit fáa okkara ágóðan, sum vit eiga, sigur Finnbogi, ið ikki er í iva um, at tað er ein spurningur um tíð, áðr­ enn vit fáa okkara stóra gjøgnum­brot í altjóða fót­ bólti. – Eitt nú fótbóltsskúlarnir gera, at okkara spælarar venja nógv meiri. Vit síggja eis­ini, at feløg senda síni um­boð at hyggja nærri at før­oyskum spælarum, heilt niður í tólv árs aldurin. Nú mugu vit tryggja okkum, at før­oysku feløgini fáa tann ágóðan, sum tey rættvíst eiga, áðrenn onkur fer avstað við okkara evnaríkastu spæl­ ar­um, sigur Finnbogi Arge, for­maður í HB, at enda. trondur@sosialurin.fo Fótbóltssambandið hevur kunnað HB um, at teir ikki fáa uppalingspengar fyri Jógvan Skeel Nolsøe, sum teir annars hildu seg eiga. Formaðurin í HB heldur tað er týdningarmikið, at rættindini hjá uppalandi felagnum verða betri vard HB FÆR ONGNAR PENGAR FYRI JÓGVAN SKEEL ÍTRÓTTUR Talan er um eitt sokallað uppalingsgjald, sum Fót­ bóltssambandið áleggur feløgunum at gjalda fyri spælarar, sum eru upp­ vaksnir í øðrum feløg­ unum. Sambært reglugerðini, so hevur eitt felag rætt til 5.000,- krónur fyri hvørt ár, sum spælarin hevur spælt í felagnum, frá tí hann er 12 til 21 ár. Jógvan Skeel Nolsøe hevur spælt í HB frá tí hann var 12 til 21. Tí hevði HB rætt at krevja AB eftir 50.000 krón­um, tá Jógavn Skeel Nolsøe í 2013 skifti út á Argir. Nú framherjin er fylt­ur 23 ár, so HB hevur rætt at krevja B36 eftir 32.000,- krónum, tí tá spæl­arin er fyltur 23, so kann eitt felag krevja tveir trið­ingar av fullu upp­hædd­ini. Uppalingspengar: 32 túsund fyri Jógvan