Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, Tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Vikuskifti redaktørur Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 11. desember 2015 Ein áhugaverd sendig, »Máltíð«, í Kring­varp­i­ num, har móðurmálið verður tikið undir lupp­ in. Seinast vórðu dialektirnar umrøddar. At vit hava fleiri brigdi av máli­num, at vit ikki øll hava sama framburð, ger málið ríkari. Men tað er eyðsæð, at dialektir eru undir trýsti. Og tað er nátúrligt. Bara mátin vit liva í dag í mun til fyrr er í sær sjálvum er ein hóttan í­móti dialektunum. Bara tað at vit øll í landinum tosa saman og hoyra hvønn annan er ein hóttan móti dia­lekt­ unum í mun til støðuna fyri til dømis 100 ár­um síðani, tá øll fólk als ikki fóru úr smá­bygd­u­ num kring landið. At vit skriva og lesa og ganga í skúla er eis­ ini ein hóttan ímóti dialektunum. At børn úr smá­bygd­um verða savnað í meginskúlum er eis­ini ein hóttan ímóti dialektunum. Í útvarpssendingin í Kringvarpinum varð eis­ini tosað um eitt standard føroyskt mál – um vit skulu hava eitt »landsføroyskt« mál. Tað eiga vit ikki at gera í Føroyum. Munurin mill­ um di­a­lekt­ir­nar í Føroyum er hóast alt so lítil, at øll skilja hvønn annan uttan nakran sum helst trup­ulleika. Eins og øll onnur av heimsins smámálum, so hava vit serligar avbjóðingar. Danir siga seg hava stórar málsligar avbjóðingar, tí trýstið frá enskum er so stórt. Hava tey avbjóðingar, hvussu skal tað so vera hjá okkum? Tey, ið duga føroyskt, telja ikki ein gong eitt prosent av teimum, sum duga danskt. Dialektirnar í Føroyum eru ein dýrgripur, sum vit skulu hjúkla um. Her hava serliga skúlafólk, fjølmiðlafólk og onnur eina serliga ábyrgd. Útvørp og sjónvørp eiga at stuðla uppundir, at fólk brúka sítt egna nátúrliga mál – um tey so koma úr Svínoy ella úr Sumba. Vit eiga tilvitað at gera tað nátúrligt, at fólk í almennum høpi altíð nýta sítt nátúrliga móðurmál. Sum við so nógvum, so dámar okkum so væl at kjakast og vera ósamd. Eisini um mál og bendingar og um dialektir. Her eiga vit helst at broyta hugburðin til málið og til málrøkt. Vit eru ov skjót at siga, hvat er »rætt« og hvat er »skeivt«. Vit kenna andstøðuna ímóti teimum, sum arbeiða og hava útbúgvið seg innan mál. Heldur enn at illneitast, so eiga vit savnast um málið og ikki finnast ov harðliga at, tá okkurt er, sum víkur frá. Vit eru øll samd um, at vit skulu varðveita mál­ið. Tí skulu vit leggja okkum eft­ir at stuðla og stimbra mál­ið. Ein partur av tí er at hjúkla um dialektirnar. Nýtt søgusavn frá einum av Føroya lættastu og smidligastu pennum... – Vit vóru komin niðan á Háls at búgva og vóru nú búsett uttan fyri Havnina. Vit vóru hvørki von við seyð ella neyt, men høvdu livað sorgleys í fjøruni niðri við fabrikkina hjá Østrøm millum snurriváðsbátar og saltfiskastakkar, fiskasentral og jollur hjá skipasmiðjuni. Har stóð eisini eitt skeivt pakkhús. Vit kendu okkum øðrvísi her uppi í fjøllunum. Her vóru eingir handlar, og einasti maðurin undir hatti her var Hendrik hjá Amandu, sum seldi nakrar gátuførar seðlar, sum itu happadrátturin. »Svanirnir syngja« er er savn av stuttsøgum, endurminningum og hugleiðingum skrivað við tí lætta og tølandi stílinum, sum eyðkennir skrivingina hjá Oddvør Johansen. Søgurnar og stubbarnir eru allir merktir av lætta stílinum hjá Oddvør, og at hon dugir at geva bæði fólki og hendingum skemtibrá. »Svanirnir syngja« er løgd til rættis og prentað á Føroyaprenti. Hon er 135 síður til longdar og kostar kr. 248. Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út. Leygardagin klokkan 12 kemur Jólaskipið á Vágsbotn Fjarrit er komið frá jólaskipinum, sum boðar frá, at skip­ið kemur inn á Vágsbotn leyg­ar­dag­in 12. des­ember klokkan 15. Umborð á jóla­skipi­ num eru fleiri jólamenn, og teir gleða seg at heilsa upp á øll børnini. GHM spælir hugnaligan jólatónleik undir Bryggjubakka, meðan jólamennirnir bjóða kara­ mell­ur, og gingið verður yvir til jólabýin saman við jóla­monnunum. Í býnum verður tónleikur og nógv onnur tiltøk. Handlarnir í mið­ bý­num hava opið til klokk­an 18. Eiga at hjúkla um dialektirnar Jólaskipið kemur inn á Vágsbotn Jólamenninir koma krokodilla Les eisini blaðið á telefonini Um nýggjar øldir líða Jógvan á Lakjuni Tíðargrein síða 32-33 RS = resistent styttingar Umafturum síða 48 Jørgen Niclasen, Formaðurin í Fólkaflokkinum, á tingfundi mikudagin »Andstøðan fellur ikki krokodillutár. Men krokodillan er samgongan. Ein krokodilla, sum eins tórur partur av føroyingum eru bangin fyri« Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri »Svanirnir syngja« Søgusavn frá Oddvør Johansen Visti tú? At vit eru 590 fleiri løntakarar enn fyri einum ári síðani