hósdagur 10. desember 2015síða 3
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 143
3
torshavn.fo
Kommunustjóri
Starvið sum kommunustjóri í
Tórshavnar kommunu er leyst at søkja
Tórshavnar kommuna søkir nú eftir nýggjum kommunustjóra. Starvið sum kommunustjóri
er tvíbýtt. Kommunustjórin er næsti ráðgevi hjá býráðnum og borgarstjóranum, og starvið
er bygnaðarliga skipað sum ovasti umsitingarleiðari hjá kommununi beint undir borgar-
stjóranum.
Víst verður til heimasíðuna hjá kommununi, www.torshavn.fo, har neyv starvslýsing er.
Áhugaðir umsøkjarar eru vælkomnir at seta seg í samband við Heðin Mortensen,
borgarstjóra, ella Ingibjørg Berg, kommunustjóra, á tel. 302010 viðvíkjandi starvinum
ella førleikakrøvunum.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Umsókn verður at senda til:
Att.: Ingibjørg Berg, Postboks 32, FO-110 Tórshavn
ella á teldupostadressu: torshavn@toshavn.fo
Viðmerk á umsóknina: „Kommunustjóri“
Umsóknarfreistin er 14. desember 2015 kl. 12.00.