Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2015 SOSIALURIN 143 8 PERSÓNSSØGA EG GLEÐIST UM HVØNN NÝGGJAN MORGUN Gløðandi sosialistur fyllir 90 ár ÁKI BERTHOLDSEN E itt av teinum teimum barna­minnum, sum standa klárast í hansara minni enn tann dag, er, hvussu hart, eis­ini tey á Tvøroyri, vórðu rakt, tá ið virðis­bræva­marknaðurin í Wall Street í New York rapaði saman í oktober í 1929. Avleiðingin av tí var ein heims­um­ fatandi kreppa, sum eisini rakti hvørt heim á Tvøroyri. Og í barnaheiminum hjá Dánjal av Rana, uppi undir Rananum í Trongis­vági, var tað eisini daglit sam­ røðuevni. – Longu tá ið eg var óviti rungaði í oyrunum á mær, at einasta gongda leiðin var, at arbeiðarin sjálvur átti fram­leiðslutólini, og tók ræðið á teimum, sigur hann. Týsdagin fyllir hann 90, og hann dylir ikki fyri, at hann hevur verið gløð­andi javnaðarmaður alt lívið. Og hann ivast ikki í, at tað var longu tá, í óvita­árunum, at áhugi hansara fyri sam­felags­viðurskiftum, varð vaktur. Og síðani hevur tað verið hesin brennandi áhugin fyri samfelags­ viður­skiftum, sum hevur skapt mannin, hóast hann eisini onkuntíð kom at ganga øðrvísi leiðir, enn hann hevði ætlað. Nú situr hann í lívskvøldi sínum í heiminum í Trongisvági, har hann hevur búð við familjuni síðani fyrst í fimmti­árunum. Og hann kundi ikki hugsað sær at búð nakra aðrastaðni. – Hvønn morgun, eg latið eyg­ uni upp, er Oyrnafjall beint fyri vind­eygað, og tað er tað fyrsta eg síggi. Og tá ið eg stígi fram á gólv, og hyggi vestur­eftir, standa Gluggarnir, hægstu fjalla­tindar í Suðuroy, fyri mær, og undir mær liggur dalurin. Nú Dánjal av Rana fyllir 90 týs­ dagin hevur hann eyðvitað verið pen­sjóner­aður í nøkur ár. Men hann helt kortini á at arbeiða longri enn tey flestu, tí hann var heili 75 ár, áðrenn hann bant frið. Tó so, jørð hoyrir til húsið og hann hevur havt stóra fragd av at passa veðrar og annars at taka eina hond í við seyðinum. Nýggjar tíðir – Kreppan, sum skrædlið í Wall Street var startskotið til, rakti eisini hvørt heim á Tvøroyri, staðfestir Danjal av Rana. Hann sigur, at stóru fyritøkurnar, serliga tann hjá Mortensen, sum vóru álitið í býnum, fóru á heysin, og nógv fólk misti arbeiðið. Hvønn morgun, eg latið eyguni upp, er Oyrnafjall beint fyri vind­ eygað, og tað er tað fyrsta eg síggi« Longu tá ið hann var óviti, rungaði fyri oyrunum á honum, at arbeiðarin skuldi eiga framleiðslutólini og longu tá varð lívsleiðin hjá Dánjali av Rana mestsum løgd. Men at hann eisini skuldi gerast ein av fremstu lokalpolitikarum á Tvøroyri, var ikki við hansara góða vilja