Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2015 SOSIALURIN 143 9 »Eg hevði ongantíð skonkt tí ein tanka, at eg skuldi stilla upp á kommunustýrisval. Men tá ið Javnaðarflokkurin skuldi stilla upp til kommunustýrisvalið á Tvøroyri í 1976, varð eg spurdur um eg vildi vera á listanum« Dánjali av Rana – Eg minnist at alt hjá Mortensens- monnunum varð selt á uppboði, kram­búðirnar vórðu tømdar og jørðin fór sama veg. Og eg minnist, at vit stóðu og eygleiddu fólk, sum komu oman ígjøgnum hagan úr Fámjin, á veg á uppboðssølu, og bygdargøtan hjá teimum, sum komu úr Hvalba og Sandvík, gekk beint ígjøgnum túnið hjá okkum. Eisini brøður Dánjals lógu fram­við eftir at keypa jørð, og soleiðis kom fitt av jørð í húsið. Hann minnist eisini prátið heima við hús, har pápin var eldhugaður javn­aðarmaður. – Niðurstøðan í prátinum var, at nú skuldu tað vera nýggjar tíðir, har fólkið skuldi sjálvt skuldi fáa ognar­ rættin til framleiðslutólini. Í hesari hugsjónini vóru virki stovn­að og skip útvegað. Men so kom kríggið, og tað broytti rættiliga nógv. Tær ringu tíðirnar í tríatiárunum vóru av, og nógv tjentu rættiliga fitt av peng­um undir krígnum. Dánjal av Rana sigur, at heima hjá teimum vóru tey ikki ringast fyri, tí pápin var smiðjur og hevði arbeiðið ein stóran part av tíðini. Men tey vóru 10 systkin, so húsið var tungt kortini. Hann ivast ikki í, at alt hetta hevur gjørt sítt til at kynda uppundir sosialist­isku hugsjónina, hann hevur havt alt lívið. Hann varð eisini vaktur, av tí, hann hevði hoyrt um stríðið hjá fak­ feløgunum fyri kontantinum. Fyrr fingu arbeiðsfólk ikki lønina rindaða í pengum, men máttu keypa vørur fyri hana frá keypmanninum. Men so fóru fakfeløgini at krevja løn­ ina rindaða í reiðum pengum fyri ikki at vera stavnsbundin av keyp­mann­ inum. Tað var eitt ótrúliga hart stríð, har arbeiðsgevarar ongan spardi fyri at forða fyri, at fakfeløgini fingu sín vilja. Menn vóru settir á svartalista og fingu ikki arbeiði nakrastaðni, so nógva­staðni var hungur og hall. Men fak­feløgini góvust ikki og fingu at enda sín vilja. Men fyri at tryggja, at fólkið fekk løn í pengum, skuldi arbeiðsgevarin rinda fakfelagnum allar lønirnar, og so skipaði fakfeløgini eina løn­gjalds­ stovu, har hvør sær kom eftir sínari løn. Sostatt setti Arbeiðsmannafelagið, Fylking, løngjaldsstovu á stovn á Tvør­oyri í 1934 og hon varð ikki niður­ løgd fyrrenn í 1997. Tá var tíðin farin frá teimum, tí tá høvdu vit fingu keldu­skatt og øll løn skuldu rindast ígjøgn­um ein peningastovn. Dánjal av Rana sigur, at hann var rættiliga ungur, tá ið hann fór at ganga á fund hjá Javnaðarflokkinum, og tað var heilt skjótt, at Petur Mohr Dam skeyt hann upp til nevndarlim í fel­ag­num. Og úrslitið varð, at hann varð valdur, sigur Dánjal av Rana. Umframt at vera politisk virkin, hevur Dánjal av Rana eisini verið virk­in í fakfelagsrørsluni. Í 1970 varð hann valdur til nevndarlim í arbeiðs­ mannafelagnum, Fylking og síðani fekk hann litið upp í hendurnar at stjórna løngjaldsstovuni hjá felag­ num, eins og hann varð formaður í Fylking í fleiri ár, frá 1982 til 1997. Nógvar atfinningar vóru ímóti tí, vit gjørdu á Tvøroyri, men tað er ongin ivi í míni sál um, at tað var tað einasta rætta, sigur brennandi sosialisturin, Dánjal av Rana, sum fyllir 90 týsdagin Framhald á næstu síðu MYND: ÁKI BERTHOLDSEN