hósdagur 10. desember 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 143
10
PERSÓNSSØGA
Ímóti mínum vilja
Eitt er, at Dánjal av Rana var virkin
í Javnaðarflokkinum og í fakfelags
rørsluni. Men tað er ikki minst sum
kommunustýrislimur, og borgarstjóri
á Tvøroyri, at hvørt mansbarn mundi
kenna hann.
Men tað var ikki við hansara góða
vilja, at hann yvirhøvur fór upp í
kommunupolitikk.
– Eg hevði ongantíð skonkt tí
ein tanka, at eg skuldi stilla upp á
kommunustýrisval. Men tá ið Javn
aðarflokkurin skuldi stilla upp til
kommunustýrisvalið á Tvøroyri í
1976, varð eg spurdur um eg vildi vera
á listanum.
– Eg førdi valstríð fyri Javnaðar
flokkin og hevði onnur størv, og eg
helt, at tað var ivaleyst. So eg mót
mælti til tað síðsta, men eg varð settur
á listan kortini – og varð eisini valdur.
– Soleiðis endaði eg í býráðnum,
og har varð eg sitandi í 24 ár, heilt
til 2000, tá ið eg var 75 ára gamal, og
legði frá mær. Men eg kann ikki siga,
at eg havi verið íðin at føra valstríð
fyri meg sjálvan, tí eg havi aldrin biðið
nakran velja meg. Men onkra hissini
valgrein, tað skrivaði eg kortini, sigur
hann.
Av teimum 24 árunum, Dánjal av
Rana var kommunustýrislimur á
Tvøroyri, var hann borgarstjóri í átta
ár, frá 1984 til 1992.
Eitt ódnartak
Hann sigur, at tað var ein øgilig
menning á Tvøroyri í seksti, sjeyti og
áttatiárunum, bæði á sjógvi og landi,
og skiftandi býráð tey árini, løgdu
nógv fyri.
Eitt tað størsta ódnartakið var at
stovna flakavirki í bygdini.
– Grundstykkið til flakavirkið varð
fylt upp og slættað longu mitt í seksti
árunum, áðrenn eg nakrantíð kom
upp í kommunalpolitikk. Tá koyrdi
eg gravkúgv fyri Landsbyggifelagið
og tað var eg, sum legði fyrsta steinin í
grundstykkið, sum flakavirkið seinni
varð sett á, og annars fylti eg stykkið
út og slættaði tað.
Eftir at grundstykkið var liðugt,
stóð tað óbygt í fleiri ár, tí tað var
lættari sagt enn gjørt at reisa pening
til at byggja eitt flakavirki.
– Tað stóra takið var at reisa parta
peningin, sum skuldi vera minst 10
prosent av byggikostnaðinum. Ann
ars kundu 60 prosent fáast í láni, og
landið læt eisini 30 prosent í studn
ingi.
Dánjal av Rana sigur, at í hesum
sambandi tóku tvørafólk eitt risa-
tak.
– Fakfeløgini vóru við til at reisa
eginpeningin og tey settu pening í
flakavirkið. Eisini arbeiðsfólk offraðu
nógv fyri at skapa arbeiðspláss í
bygdini og í eini átta ár lótu tey tvey
prosent av lønini at seta í vinnu-
lívið, og somuleiðis var farið hús
úr húsi at fáa fólk at seta pening í
virkið.
Men kommunan varð størsti
partaeigari. Tilsamans var parta
peningurin góðar 4,3 milliónir og av
teimum hevði kommunan sett helvt
ina í virkið.
– Hugsjónin var at vit vit skuldu
seta so mikið av partapengum í virkið,
at tað skuldi vera nóg sterkt til at tola
bæði tvey og trý fíggjarlig óløgi.
Í 1975 stóð flakavirkið liðugt, og
sama ár varð nýggjur skúli eisini
bygdur á Tvøroyri.
Men so varð eftir at tryggja flaka
virkinum fisk at arbeiða, og í tí sam
bandi fóru vit í samstarv við Mortan
Johannesen – hann sjálvan, sum nú
er býarmynd í Vágsbotni, har hann
dagliga stendur og selur fiskavørur
av ymsum slagi.
Eisini í hesum førum vóru privat
fólk, og fakfeløg við, og úrslitið var,
at trolarin, Suðringur, varð bygdur
í 1977. Síðani settu kommunan, ein
staklingar, og fakfeløg, eisini pening
í Rankan, umframt at aðrir útgerðar
menn eisini bygdu skip, har komm
unan eisini settu pening í onkran av
teimum.
Av tí, at Dánjal av Rana var borgar
stjóri í árunum frá 1984-1992, var hann
eisini nevndarformaður í fleiri vinnu
ligum partafeløgum, har hann sostatt
umboðaði borgaran á Tvøroyri.
– Tað fegnist er um nú á gamals
aldri, tí tað taki eg sum eina álitis
váttan frá fólkinum, sigur hann.
Ongin ivi
– Nógvastaðni var mótstøða ímóti,
at kommunan setti pening í vinniligt
virksemi. Men eg havi ongantíð ivast
í um at tað var tað einasta rætta at
gera. Tí varð tað ikki gjørt, hevði virk
semi aldrin tikið seg upp á Tvøroyri.
Og fyri meg var tað púra sjálvsagt,
at kommunan setti pening í vinnu
ligt virksemi, tí eg minnist alla tíðina
til tað, eg hoyrdi so oftani í barna
árunum um fólksins ognarrætt til
framleiðslutólini.
– Eitt dømi, hann minnist um tað
er tá ið Rankin varð bygdur og eg
haldi, at tað, hann fiskaði, og legði
upp á Tvøroyri, kom bæði tvørafólki,
fakfeløgum, og kommununi aftur til
góðar, soleiðis fingu tey avkast av tí,
sum varð sett í hann.
Men Dánjal av Rana ásannar eis
ini, at sum frá leið, gekk ikki sum
ætlað, tí í kreppuni fyrst í nítiárunum
fóru nógv virksemi á Tvøroyri av
knóranum aftur, saman við restini
av Føroya landi.
– Í tí sambandi varð skuldin
hjá øllum kommunum í landinum
gjørd upp, og hon var heilar tveir
milliardir í 1994, og tað var 25 prosent
hægri enn nøkur ár frammanundan.
Samstundis vóru inntøkurnar hjá
kommunum lækkaðar 16 prosent
tey seinastu árini.
Hetta var støðan, hóast fleiri
kommunur høvdu hækkað skatta
prosentið.
Tá átti Tvøroyrar Kommuna átta
prosent av kommunuskuldini, sigur
Dánjal av Rana.
Og tí er hann ikki samdur við
teimum, sum siga, at hetta koyrdi
Tvøroyrar Kommunu á heysin.
– Tvøroyrar Kommuna var ikki
verri fyri enn aðrar kommunur, sum
einki høvdu sett í vinnulívið.
Hinvegin vildi býráðið ikki góð
taka at skattaprosentið varð hækkað
upp um 17 prosent, men seinni varð
tað kortini hækkað upp í 23 prosent,
tá ið Tvøroyri varð við í kommunala
grunninum um skuldina í nítiár
unum.
– Harafturat var tað skjótt, at sam
stundis sum at tíðirnar fóru skjótt at
batna aftur, og kommunan kundi
rinda skuld aftur. Men ein orsøk til,
at skuldi hjá Tvøroyri varð stór, var
eisini tann at nýggi skúlin, og ítróttar
høllin í Trongisvági, gjørdust nógv
dýrari enn ætlað.
– Nú eru aftur nýggjar tíðir á
Tvøroyri. Áðrenn gøtumenn komu
við Varðanum, var deydligt, men nú
er lív komið í aftur, so tað var gott
fyri okkum, at fáa eitt so stórt felag
til býin.
– Nú verður nógv tosað um,
hvussu stórt avlop, hesi virkini hava.
Men vit vita av egnum royndum,
hvussu stóran týdning tað hevur at
leggja upp fyri til verri tíðir, tí vinnu
lív er øgiliga ótrygt, og tað gongur upp
og niður, sigur Dánjal av Rana.
Gongur skjótt
Danjal av Rana ásannar, at nú hann
er komin upp í árini, er tíðin farin at
ganga skjótt.
Hann tekur so nógv lut í seyða
brúkinum longur, tí konan fekk eitt
bakkast fyri nøkrum árum síðani, og
er fyri ein part óhjálpin.
– Men eg føli meg so mikið sterkan,
at vit klára okkum við einum sindri
av heimahjálp morgun og kvøld.
– Eg eri komin væl upp í árini, og
havi fingið longri tíð her á foldum,
enn nógvum øðrum er unt. Men eg
havi nógv at takka fyri, tí eg eri væl
signaður við eini góðari heilsu. Eg
føli meg yvirhøvur ikki sum ein 90
ára gamal, og eg gleðist um hvønn
nýggjan morgun, sigur Dánjal av
Rana.
»Nógvastaðni var mótstøða ímóti, at kommunan
setti pening í vinniligt virksemi. Men eg havi ongantíð
ivast í um at tað var tað einasta rætta at gera«
MYND: ÁKI BERTHOLDSEN
Men tað var ikki við mínum góða vilja, at hann yvirhøvur
fór upp í býráðspolitikk. Men tilvildin vildi tað soleiðis,
og har varð eg so verandi í 24 ár, sigur Dánjal av Rana