hósdagur 10. desember 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 143
12
TEMA
»Elting«
»Stalking«
í fokus
Og í temasíðunum hesaferð
varpa vit ljós á evnið. 21 ára
gamla Vár Naomi Dimon greið
ur frá sínum upplivingum, tá
ið ein maður elti hana umvegis
Facebook í fleiri mánaðir. Hon
var bert ein av fleiri kvinnum,
sum upplivdu ágang frá sama
manni, men ikki bar til hjá
løgregluni at finna fram til
mannin.
Og tað er júst hetta, sum
skal broytast. Í temasíðunum
kanst tú lesa um ætlanirnar
hjá samgonguni á hesum øki.
Aksel V. Johannesen, løgmaður,
umsitur lógarmál, og hann
vísur á, at samgongan fer at
herða lóggávuna, so til ber at
steðga elting av slíkum slag.
Men hvørji fólk fremja
harðskap av hesum slag?
Rigmor N. Arge, sálarfrøðingur,
svarar tí spurninginum út frá
sínum royndum í starvinum.
Hon sigur millum annað, at
eltarar vanliga eru sjarmerandi
og gløggir menn, sum ikki tola
at blíva avvístir.
At elting skapar ótryggleika
er eingin ivi um. Um tað er
elting umvegis sosialu miðlar
nar, fartelefonisamskifti ella
annað, so skapar tað ótta hjá
tí, sum er fyri áganginum. Men
í dag er ein stórur trupulleiki,
at løgreglan hevur fáa amboð
til tess at basa slíkum ágangi.
Elting er ikki greitt lýst í før
oyskari lóggávu sum er, og
tískil noyðist løgreglan at finna
onnur lógarbrot, sum eltarin
hevur gjørt, fyri at døma við
komandi.
Les alt um elting á næstu
síðunum.
Í fylgiskjalinum til samgonguskjalið hjá
CEF flokkunum verður nevnt, at stalking
– ella elting á føroyskum – skal fyri tingið
Barbara Holm
Redaktørur á Vikuskiftis Sosialinum
MORTAN ØSTERØ
E
lin Reinert Planck, sum
hevur starvast á Kvinnu
húsinum seinastu 21 árini,
og virkandi leiðari, vísir á,
at elting ikki er eitt nýtt fyribrigdi í
Føroyum. Í fleiri ár hevur Kvinnu
húsið kent til trupulleikarnar við, at
serliga menn gera seg inn á persónliga
frælsi hjá summum kvinnum at virka
og liva í friði.
– Vit kenna dømi um, at kvinnur
verða fyri hóttanum umvegis ótelj
andi sms boð og uppringingar um
dagin. Menn hava eisini staðið uttan
fyri bústaðirnir hjá kvinnunum og
eygleitt tær, ella elt kvinnurnar á
heimleiðini. Hóast kvinnan mótmælir
ella uppdagar eltandi mannin, rínir
tað oftast ikki við teir. Uppaftur aðrir
menn møta eisini á arbeiðsplássinum
hjá kvinnunum, ella senda teimum
hópin av gávum bæði heim og á
arbeiðsplássi, sigur Elin.
Seinastu árini eru alsamt fleiri
kvinnur, sum hava vent sær til
Kvinnuhúsið viðvíkjandi elting, og
Elin Reinert Planck metir tað partvíst
standast av tøkniligu menningini av
samskiftistólum.
– Eltararnir hava fingið nógv fleiri
møguleikar at koma í samband við
kvinnurnar. Ein partur gongur fyri
seg á netinum – serliga á síðum, har
fólk hava persónligar brúkarar við
myndum og upplýsingum, so sum
Facebook. Telefonirnar verða eisini
nógv nýttar, har eltarin støðugt og
áhaldandi setir seg í samband við og
órógvar kvinnuna. Í veruleikanum er
tað bert hugflogið, sum setur markið
fyri hættirnir hjá eltarunum at gera
inntriv í lívini hjá kvinnunum, sigur
leiðarin á Kvinnuhúsinum.
Bróta tøgnina
Felagseyðkennini fyri fleiri av útsettu
kvinnunum er, at tær áður hava verið
í parlagi við sín eltara. Talan er oftani
um parløg, ið eru merkt av krops
ligum ella sálarligum harðskapi, har
ELTARAR
SETA
KVINNUR Í
VARÐHALD
Tá ið kvinnur verða eltar og fyri hóttanum,
avmarkar tað somuleiðis hvussu tær kunnu
liva og virka. Tað setir kvinnuna í eitt sálarligt
varðhald, vísir leiðarin á Kvinnuhúsinum á
Kvinnuhúsið
Vit kenna dømi
um, at kvinnur
verða fyri
hóttanum um
vegis óteljandi
sms boð og upp
ringingar um
dagin«