hósdagur 10. desember 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 143
13
Stalking – ella elting á føroyskum – er í fokus á temasíðunum
hesaferð. Les um hvørji fólk elta, hvussu tað kennist at vera
offur fyri slíkan ágang, og hvussu tað ber til, at løgreglan
ikki kann gera meira við ágang av slíkum slag.
– Eltararnir hava fingið nógv fleiri møguleikar at
koma í samband við kvinnurnar. Ein partur gongur
fyri seg á netinum, sigur Elin Reinert Planck
maðurin verður eitt slag av valds
harra. Fer kvinnan til rýmingar úr
parlagnum, skeiklast valdsbýti brád
liga, og maðurin kann hugsast at elta
kvinnuna sum eina roynd at halda
fast um fastatøkuna á hennara lívið,
vísir Elin Reinert Planck á.
– Kvinnurnar verða ógvuliga
skerdar í sínum gerandisdegi av slík
um yvirgangi. Fara tær út, leita tær
altíð kring seg, fyri at vita eftir um
maðurin er nærhendis. Eini lítil sms
boð frá manninum minnir tær á, at
hann hevur eygleitt tær, og veit hvar
tær hava verið á degnum. Tað eru
rætt og slætt ørkymlandi og ótolandi
umstøður at liva undir, sum setir
kvinnurnar í eitt sálarligt varðhald,
sigur leiðarin á Kvinnuhúsinum.
Meiri kunning er vorðin tøk um
elting og sálarligan yvirgang, sum
hevur prikað hol á burturtagda
svullin. Tað sæst aftur í Kvinnuhús
inum, nú fleiri kvinnur venda sær til
teirra, men tað hevur tó ikki verið
sjálvsagt, at kvinnurnar taka elting
ina upp við myndugleikarnar ella
leita sær hjálp.
– Kemur ein í støðuna, at ein
fremmandur ella fyrrverandi par
felagi, ger seg inn á lívið hjá sær á
henda hátt, tykist tað fullkomiliga
óveruligt. Ein skilir ikki atburðin,
og kanska heldur ikki álvaran í,
ella avleiðingarnar av atburðinum
hjá brotsmanninum. Nógv skúgva
kanska eltingina til viks sum ein
smálut, meðan onnur skulda seg
sjálvi fyri ágangin. Tíbetur eru
alsamt fleiri kvinnur nú tilvitaðar
um, at tær eru fyri órøttum, og at
tær ikki skulu finna seg í, at laga sítt
lív eftir áganginum frá einum fyrr
verandi parfelaga. Økta orðaskifti
um eltingina tykist hava gjørt tað
lættari fyri kvinnur at seta orð á
trupulleikan og viðurkenna hann,
sigur Elin Reinert Planck, sum nú
fær fleiri fyrispurningar viðvíkjandi
elting enn áður.
MORTAN@SOSIALURIN.FO
Einki nágreiniligt føroyskt heiti
er fyri fyribrigdi, men tað kundi
verið rópt »eltan«. Í stuttum er
ein fyri eltan, tá ið eitt annað fólk
áhaldandi forfylgir ella setir seg í
samband við teg í móti tínum vilja.
Eltarar kunnu sostatt fjeppast í
tær á gøtuni, fylgja tær heim og
ringja ella senda tær boð í heilum,
og á henda hátt gera seg inn á
títt privatlív. Oftast eru eltararnir
kenningar hjá ofrinum – serliga
fyrrverandi par- ella hjúnafelagar
– ið ikki vilja sleppa valdinum, sum
teir einaferð høvdu á viðkomandi.
Fyri ofrini gerst eltingin ein
sonn plága, og í summum førum
somikið ógvuslig, at viðkomandi
fær ikki liva í frið fyri eltaranum. Tó
er trupult at veita ofrunum vernd,
tí eltararnir eru í einum løgfrøði
ligum ongamannalandi, alt eftir
hvørjum landi teir elta fólk í. At
seta seg í samband við fólk ella geva
teimum gávur er ikki kriminali
serað í øllum londum, og sostatt
er trupult at revsa eltararnar.
Próvbyrðan verður sostatt løgd á
persónin, sum er fyri eltan, ið skal
megna at skjalprógva júst hvussu
og nær eltarin ger seg inn á við
komandi. Er talan um hóttanir
ber til at geva brotsmonnunum
lógarbundið forboð at seta seg í
samband við fólkini, sum teir elta,
og í summum førum kann tað føra
fongsulsrevsing við sær.
Júst í Føroyum vantar ein
ítøkilig lóggáva á økinum, ið grein
ar hvat eltan er, hvør revsingin
skal vera og hvussu eitt offur skal
verjast. Óhepnu fylgjurnar av tí
kunnu vera, at fólk liva við for
fylgingini í longri tíðarskeið og
kenna seg verjuleys ella ikki fáa
munagóða vernd frá eltaranum. Í
fylgiskjalinum til samgonguskjalið
hjá sitandi samgongu, verður heilt
stutt nevnt, at »Lóg um sonevnda
'stalking' verður løgd fyri tingið
(...)«. Tó er framvegis einki uppskot
handað løgtinginum hesum við
víkjandi, ei heldur er málið á form
ligu dagsskránni hjá Løgtinginum
enn.
MORTAN@SOSIALURIN.FO
Enska hugtakið »stalking« hevur sníkt seg upp í føroyska gerandis
málið, eftir at fleiri hava gjørt vart við seg. Fyribrigdi er kortini
ikki ókent her á leiðum, men tykist vera komið longur fram í
almennu tilvitskuna seinastu árini, og fleiri lond hava antin orðað,
ella eru í ferð við at orða, eina greiðari lóggávu innan øki
Verjuleysir eltir føroyingar
MODELLMYND