Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2015 SOSIALURIN 143 14 TEMA »Elting« BARBARA HOLM >Lóg um sonevnda "stalking" verður løgd fyri tingið< Soleiðis stendur at lesa í fylgi­skjal­ inum til samgonguskjalið hjá CEF samgonguni. Men hvat er »stalking« – ella elting á føroyskum – og á hvønn hátt upplivað offur fyri elting hesar hendingarnar? 21 ára gamla Vár Naomi Dimon úr Vági er ein teirra, sum hevur upplivað at verið elt av manni umvegis sosialu miðlar­nar. Ósømiligar myndir og ónærisligur atburður eru tað, sum lýsa samskifti millum Vár og tann dul­nevnda mannin á netinum. Tað ljóðar kanska ikki av nógvum, men eingin ivi er um, at slíkar hendingar skapa ótta hjá teimum, sum eru fyri hes­um áganginum. Skrivaði á enskum Tað byrjaði í november mánaði í 2013. Ein Facebook brúkari við dul­navn­ inum John Fartown byrjaði at skrivað til Vár. Hann skrivaði á enskum til Vár, og beinan vegin var tónin nakað óhóskandi. Vár skrivaði ikki aftur til viðkomandi, men tá hon fekk varuga av, at viðkomandi í veruleikanum var føroyingur, so byrjaði hon at skriva aftur. – Eg vildi vita um hann var føroy­ ingur, og tá hann spurdi meg, um eg kundi senda honum myndir av mær, so svaraði eg aftur á føroyskum, og tá avdúkaði hann, at hann í veru­leik­ anum var føroyingur, sigur Vár. Samskifti gjørdist alsamt meira ógvusligt, og skjótt byrjaði John at senda Vár myndir av sínum kyns­ lutum. – Hann prentaði myndir út av mær, sum hann hevði funnið á Face­ book, og síðani nart hann við seg sjálv­an, tók myndir og sendi til mín, greið­ir Vár frá. Maðurin nýtti altso myndir av Vár til at fleyga sær við, og sendi síðani myndir av seksuellu hendingini til Vár. – Tað var sera óbehagiligt og ólekk­ urt, og eg gjørdist rættiliga ótrygg, tá hann bleiv við at senda til mín, sigur Vár. Meldaði til løgregluna Ágangurin vaks, og Vár gjørdist meira og meira ótrygg. Hon búði tá heima hjá foreldrunum í Vági, so heima við hús var hon ikki bangin. Men til arbeiðis sum barrvørður á Hotel Bakkanum ella tá hon sjálv var í bý­ num, ja, so hugsaði hon um hendan John og hvør hann mundi vera. Elti fleiri kvinnur í Vági »Eg sá, at hann hevði tikið sundur­kliptar myndir av mær og soninum av Face­book, og fleyga sær til tær« VAR BANGIN – Í tríggjar mánaðir sendi hann mær myndir av sínum kynsluti móti myndum av mær, sum hann hevði funnið á netinum. Løgreglan kundi einki gera, sigur Vár Naomi Dimon úr Vági MYNDIR: PRIVAT