Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2015 SOSIALURIN 143 15 FYRI HONUM – Eg hugsaði um tað hvønn einasta dag, og fór at hava illgruna til allar menn, sum hugdu at mær, sigur Vár. »Man tað vera hasin? Ella hasin? Hann hyggur so løgið eftir mær, tað er sikkurt hann«. Tankarnir um hvør eltarin mundi vera fyltu nógv, tí óttin fyri, hvat næsta stigið fór at vera, var til staðar hvønn einasta dag. Vár eigur ein son, sum bert var hálvt ára gamal, tá eltingin byrjaði. Og júst tað, at hon var mamma, elvdi til enn meira ótryggleika. – Til síðst varð eg bangin um trygg­leikan hjá okkum báðum. Eg sá, at hann hevði tikið sundurkliptar myndir av mær og soninum av Face­ book, og fleyga sær til tær, greiðir Vár frá. Men Vár var ikki tann einasta. Eini 5-6 aðrar gentur úr Vági vóru eisini offur fyri áganginum hjá hesum eltara. At enda slógu tær seg saman, og fóru á løgreglustøðina. – Vit høvdu prentað alt samskifti við hendan mannin út, og vístu tað fyri løgregluni. Men har var einki at gera, sigur Vár. Løgreglan segði, at slíkt kann sporast, um rætturin gevur heimild til tess, men sannlíkindini vóru lítil fyri, at tað fór at henda. Men kvinnurnar nýttu løgregluna sum jarnbrot fyri at fáa mannin at steðga. – Vit høvdu skrivað til hansara fleiri ferðir, at hann skuldi steðga, men einki hjálpti. Løgreglan segði okk­um, at vit máttu ikki blokerað hann á Facebook, tí so kundi tað fáa ávirkan fyri um løgreglan fann mannin. So vit vóru noyddar at taka ímóti hesum boðunum, sigur Vár. Hóast mong boð um at steðga, so var tað ikki fyrr enn hóttanirnar um uppí­leggjan frá løgregluni komu, at maðurin helt upp at. – Tá vit søgdu við hann, at vit høvdu vent okkum til løgregluna, so steðg­aði hann beinan vegin og slett­ aði sín brúkara, sigur Vár. Onkur í nærumhvørvinum At tað vóru fleiri gentur úr Vági, sum vóru eltar av sama manni, elvdi til ein ill­gruna um, at tað var onkur í nær­ um­hvørv­inum, sum stóð handan John Fartown brúkaran á Facebook. – At ikki vita hvør eltir teg soleiðis á netinum og at hava mistanka um, at tað er onkur í nærumhvørvinum, skap­ar ein stóran ótryggleika, tí tú kann ikki lata vera við at hava ill­ gruna til øll rundan um teg, sigur Vár. Kvinnurnar, sum vóru fyri hesari eltingini á netinum, tosaðu javnan um hvør syndarin mátti vera, og óttin fyri, at tað var onkur, tær tosaðu við javnan, ella sum tær hittu í býar­lív­ inum, var stórur. – Og spurningurin, um hvat tað næsta mundi fara at vera, var altíð til staðar, greiðir Vár frá. Í dag býr hon á Oyrasunds­næm­ inga­heiminum í Keypmannahavn og lesur til sjúkrasystur. Og tankin um John Fartown fyllir ikki nógv longur. Og tó. – Eg veit framvegis ikki hvør hann er, og fari altíð at hugsa tankan tá eg eri heima í Vági, sigur Vár. Tað síðsta Vár frætti um John er, at hann var farin at skriva líknandi boð til 14-15 ára gamlar gentur í Vági. Og Vár og hinar vóru skjótar at siga hes­um ungu gentum frá, at tær máttu blokera hann á Facebook bein­ an vegin, so tær ikki skuldu síggja hes­ar ónærisligu myndir, sum John Fartown sendir. – Eg haldi tað vera óskiljandi, at løgreglan ikki hevur heimild til at steðga slíkum, og finna útav hvør tað er. Hví er tað í lagi ella ikki mett sum álvar­samt, at senda slíkt til kvinnur, spyr Vár. »Eg veit framvegis ikki hvør hann er, og fari altíð at hugsa tankan, tá eg eri heima í Vági« – Eg vildi vita um hann var føroyingur, og tá hann spurdi meg, um eg kundi senda honum myndir av mær, so svaraði eg aftur á føroyskum, og tá avdúkaði hann, at hann í veruleikanum var føroyingur, sigur Vár Naomi Dimon SOSIALURIN HEVUR PARTVÍS FJALT MYNDIRNAR