hósdagur 10. desember 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 143
16
TEMA »Elting«
HALLUR AV RANA
A
ðrastaðni í blaðnum ber
til at lesa eina stutta sam
røðu við Elin Reinert
Planck, leiðara í Kvinnu
húsinum, ið greiðir frá, at Kvinnu
húsið fær fleiri og fleiri fráboðanir frá
kvinnum, ið hava verið úti fyri elting.
Men fyri at vita hvat tað eru fyri
mannfólk, ið elta kvinnur, hevur Viku
skiftis Sosialurin tosað við Rigmor N.
Arge, sálarfrøðing, fyri at fáa innlit í
tankagongdina hjá eltarum.
Sjálv metir sálarfrøðingurin, at
eltan er ein vaksandi trupulleiki í
okkara samfelag, og hóast almenn
hagtøl ikki eru tøk í Føroyum, so
sæst ein vaksandi tendensur í okkara
grannalondum. Í Norra verður mett,
at ein út av seks kvinnum og ein út
av nítjan monnum uppliva at verða
elt hvønn dag. Hjá nøkrum handlar
tað um vikur, hjá øðrum mánaðir, og
hjá øðrum fleiri ár.
Serliga mannfólk sum elta
Rigmor N. Arge greiðir frá, at tað
kann vera torført at síggja, hvør er
ein eltari, tí talan vanliga eru um
fólk, ið at síggja til, hava ordan í sín
um viðurskiftum. Hagtøl benda tó á,
at tað mangan eru fólk, ið eru sosial
einsom, og hava verið í einum par
lagi, ið er enda. Men tað, ið gongur
aftur hjá teimum flestu, er at tey eru
mannfólk.
– Tað er vanliga mannfólk, ið eru
eltarar. Hagtølini vísa, at út við 90
prosent av øllum eltarum eru menn.
Gløggir, væltalandi menn, ið eru væl
fyri á allar mátar. Teir duga vanliga
væl at venda støðuna á høvdið, og
gera seg sjálvar til ofrið. At tað teim
um, ið tað er synd í.
– Fyri summar av hesum, kann tað
gerast ein lívsuppgáva at elta onnur.
Børn, familja, arbeiði og alt verður
lagt til viks, so teir náa teirra máli. Tað
verður tað, ið teir ganga upp í.
Tað eru eisini kvinnur, ið kunnu
elta onnur, og sambært Rigmor N.
Arge, so vísa tær somu atferð sum
mannligir eltarar. Ein munur er tó,
at tað hjá kvinnum mangan endar í
fysiskum samanstoytum.
Dyrka avvísingina
Flestu fólk munnu kunna seta seg
inn í støðuna, har ein er forelskaður
í einum øðrum, men har viðkomandi
ikki hevur somu kenslur aftur mót
vegis einum sjálvum. Rigmor N. Arge
greiðir frá, at tað er hvussu man
tekur eitt nei, ið mangan er munurin
millum at vera forelskaður og at elta
ein annan.
– Man kann definera forelskilsi
sum ein tráðan eftir einum øðrum, ið
vanliga verður lýstur sum ein narkot
iskur rúsur. Men forelskilsi handlar
um javnvág. Man elskar ein persón,
og hin elskar teg aftur. Tá er talan
um ein javnvág. Men um kenslurnar
ikki ganga báðir vegir, kann man fáa
hjartasorg, ið aftur kann føra til sálar
ligar kvalir. Tað er eitt aftursvar upp
á at verða avvístur.
Sálarfrøðingur
Tað er sjáldsamt,
at eltarar gera
seg fysiskt inn á
ofrini, tí er tað
eisini trupult
at melda eltan.
Í staðin senda
teir bara brøv,
pakkar, blómur
og ringa til
ofrini«
Rigmor N. Arge
ELTARAR
TOLA IKKI
EITT NEI
– Tað er vanliga mannfólk, ið eru eltarar. Hagtølini vísa, at út við
90 prosent av øllum eltarum eru menn. Gløggir, væltalandi menn,
ið eru væl fyri á allar mátar. Teir duga vanliga væl at venda støðuna
á høvdið, og gera seg sjálvar til ofrið. At tað teimum, ið tað er synd í.
Soleiðis lýsir Rigmor N. Arge, sálarfrøðingur, vanliga eltaran, tá
Vikuskiftis Sosialurin spyr hvør tað er, ið vanliga eltir onnur
Rigmor N. Arge,
sálarfrøðingur
SAVNSMYND