hósdagur 10. desember 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 143
17
– Tað er tað, ið eltarar ikki tola.
Eltan handlar um tamarhald og for
fylging. Man er besettur av einum
øðrum. Tey byrja at dyrka avvísing
ina. Hvørja ferð tey fáa eitt svar, nei
ligt ella jaligt, so verður tað uppliva
sum ein orsøk til at halda á.
Eru sjálvir óvitandi
um støðuna
Søgurnar um eltarar og hvussu teir
elta síni offur kunnu mangan virka
øgiligar víðgongdar og ræðandi. Aðra
staðnis í blaðnum er ein søga um eina
kvinnu, ið fekk myndir sendandi frá
hennara eltara, har viðkomandi fleyg
aði sær til eina mynd av henni og soni
hennara. Men hóast slíkar handlingar
fara langt út markið hjá flestu fólk
um, so sigur Rigmor N. Arge, at flestu
eltarar sjálvir ikki vita av, at teir hava
ein trupulleika.
– Eg skal ikki siga, at tað ikki er
onkur, ið veit hvat viðkomandi ger,
men tað sum er felags fyri flestu
eltarar er, at teir eru ikki klárir yvir
tað. Sjálvandi er tað ymiskt eftir hvat
sinnisstøðan og motivi er, men flestu
halda, at tað er vanlig atferð. Tað er
orsøkin til, at teir ikki steðga, teir
duga ikki at síggja ein trupulleika.
Teir hava ein mangul upp á innlit í
egna støðu, og manglandi evni at seta
seg í støðuna hjá hinum partinum.
Teir halda, at teir hava rættin á síni
síðu.
Kann føra til PTSD
Hóast eltan kann virka sera óbe
hagiligt fyri ofrini, so sigur Rigmor N.
Arge, at tað í flestu førum ikki mennir
seg til nakað harðligt. Tað merkir tó
ikki, at ofrini sleppa óskalað.
– Tað er sjáldsamt, at eltarar gera
seg fysiskt inn á ofrini, tí er tað eisini
trupult at melda eltan. Í staðin senda
teir bara brøv, pakkar, blómur og
ringa til ofrini. Í sær sjálvum er tað
ikki ólógligt, men tað kann virka
ógvusligt fyri ofrini.
Tí uppliva ofrini eisini, at tað kann
verða trupult at verða tikin í álvara,
tá tey venda sær til myndugleikar og
onnur fyri hjálp, tí eltarin ger einki
fysiskt. Sambært Rigmor N. Arge,
kann tað verða serliga torført hjá
ofrunum, tá tey venda sær til teirra
vinfólk, ið ikki heilt skilja støðuna, og
misskilja tað sum vanligt forelskilsi
ella smikur.
– Men í veruleikanum ger ein
eltari so nógv. 70 prosent av øllum
ofrum fáa sosialir og sálarligar
trupulleikar. Tey kunnu líða av angist,
tunglyndi og isolera seg sjálvi. Tey
fáa oftani trupulleikar at hugsavna
seg í skúlanum og til arbeiðis. Nøkur
teirra verða sjálvi paranoid, tí tey
halda, at onkur alla tíð heldur eyga
við teimum. Nógv teirra fáa eisini
post-traumatisk stress. So tað eltarin
ger hevur vandamiklar fylgir við sær,
hóast tað sær vandaleyst út.
Eitt tabu
Rigmor N. Arge ásannar, at tað kann
verða torført at koma trupulleikanum
til lívs. Tað eru tvinnir orsøkir til tess.
Fyri tað fyrsta er eltarin vanliga ikki
vitandi um, at viðkomandi hevur ein
trupulleika, og fyri tað seinna, so er
talan um eitt evni, ið fá vilja tosa um.
– Tað at man sendir naknar
myndir av sær sjálvum til onnur, ella
eltir ávísar persónar, er ikki nakað, ið
man bara fortelur fyri øðrum. Tað er
nakað, ið fólk halda fyri seg sjálvi. Tí
er tað trupult at hjálpa teimum.
Í løtuni er eingin lóg í Føroyum,
ið revsar eltan, men í samgonguskjal
inum verður lagt upp til, at ein slík lóg
verður sett í gildi í Føroyum. Rigmor
N. Arge tekur undir við tí, men vísir á,
at tað kann gera tað uppaftur truplari
at deila støðuna við onnur.
– Besta amboðið at hjálpa hesum
fólkum er upplýsing. Tey vita ikki
sjálvi, at tað er ein trupulleiki, men
um man varpar ljós á evnið, og um
man upplýsir um tað í almenna rúm
inum og aðrastaðni, at hetta er nak
að, ið gongur fyri seg, so kunnu tey
kenna sín atburð aftur. Tá er týdn
ingarmikið, at tað almenna hevur
eitt tilboð til teirra, so tey kunnu fáa
sálarliga hjálp frá fakfólkum, sigur
Rigmor N. Arge at enda.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
1 Avvístir eltarar Hetta eru teir, ið fylgja sínum ofrum. Vanliga hava teir verið í einum parlagi
við viðkomandi áðrenn og eru vorðnir avvístir. Tað tolir eltarin ikki, og forfylgir tí ofrinum.
2 Argir ella illir eltarar Hesin bólkurin forfylgir sínum oftum, tí teir eru illir. Endamálið er at ræða ofrini,
og botnar hetta eisini í, at teir eru avvístir. Tað kann vera, at teir hava fingið eitt nei, tá viðkomandi hevur bjóðað
ofrinum ein dans ella okkurt at drekka. Ella at teir hava upplivað, at ofrið hevur svarað forhánisligt,
tá viðkomandi hevur roynt at sett seg í samband við viðkomandi.
3 Innilig eltan Her ynskir eltarin at byrja eitt intimt forhold til sítt offur. Eltarin heldur eisini,
at ofrið ynskir tað sama, og at tað er teirra lagna, at tey skulu vera saman.
4 Ódugnaligur fríggjari Hesin eltarin manglar sosialar eginleikar. Eltarin ynskir at hava eitt intimt,
kynsligt forhold við ofrið. Hesi ofrini eru oftani í einum øðrum parlagi.
5 Rán eltari Hesin eltarin sneytar eftir ofrinum og tilrættarleggur eitt álop. Oftani við einum kynsligum
endamáli. Hetta er minsti bólkurin. Flestu eltarar gera seg ikki fysiskt inn á ofrini.
Sambært Rigmor N. Arge, so kunnu eltarar býtast upp í fimm sløg og tveir bólkar
Síðani kunnu eltarar eisini býtast upp í tveir bólkar. Við psykosu og uttan psykosu
Teir við psykotiskum eyðkennum eru oftani ranghugsandi. Hesi hava ofta álvarsamt
tunglyndi, tillagingarórógv, bundin av rúsevnum ella hava álvarsamt persónleika órógv.
Teir uttan psykosu hava aðrar sálarligir faktorar. Teir eru drivnir av øvund, avnoktan, vreiði,
fíggindaskapi, prosjektión ella ein longsul, ið eltarin sjálvur ikki megnar at metta.
Fimm sløg av eltarum
»70 prosent av øllum ofrum fáa sosialir og
sálarligar trupulleikar. Tey kunnu líða av
angist, tunglyndi og isolera seg sjálvi. Nøkur
teirra verða sjálvi paranoid, tí tey halda, at
onkur alla tíð heldur eyga við teimum«
Rigmor N. Arge
– Besta amboðið at hjálpa hesum fólkum er upplýsing. Tey vita ikki
sjálvi, at tað er ein trupulleiki, sigur Rigmor N. Arge, sálarfrøðingur