hósdagur 10. desember 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 143
18
TEMA »Elting«
TORFØRT AT DØMA ELTAN
MORTAN ØSTERØ
H
óast fólk venda sær til
løgregluna viðvíkjandi
eltan, kann løgreglan
ikki handhevja lógir,
sum ítøkiliga snúgva seg um eltan.
Mariann Reinert, SSP-samskipari
hjá føroysku løgregluni, vísir tó á, at
løgreglan kann handhevja aðrar lógir
í slíkum førum.
– Løgfrøðiliga er »stalking« ikki
eitt lógarbrot, tí eingin lóggáva er á
økinum. Hinvegin kann ein stalkari
hava brotið aðrar lógir. Talan kann
vera um ólógligt tvang, blygnðar
skemd, ella at gerningsmaðurin
brotið grundlógartryggjað rættindi
hjá ofrinum um persónligt frælsi,
sigur Mariann.
Løgreglan tekur sjálvandi áheit
anirnar frá fólki um eltan í álvara,
men noyðist at halda seg til givnu
løgfrøðiligu karmarnar.
– Árliga fáa vit nakrar fráboðanir
um »stalking«, men tað er eitt ógvu
liga breitt fenomen, og tískil er ringt
at seta fingurin á tað. Møguligt
próvtilfar kann siga okkum hvørt
ein viðkomandi áhaldandi verður
forfylgdur, og um brotsmaðurin
soleiðis hevur gjørt seg inn á ofri.
Meginreglan er sjálvandi, at eingin
borgari skal kenna seg krenkaðan,
ørkymlaðan ella illa viðfarnan, sigur
hon.
Flestu fráboðanirnar um eltan í
Føroyum koma frá kvinnum, men
Mariann metir tað ikki vera einfalt at
flokka allar gerningsmenninir undir
eitt heiti.
– Tað ber ikki til at skera allar
stalkarar yvir ein kamb, men aftur
vendandi motivatiónir kundu verið
sjalusi, dominansur, lágt sjálvvirði,
manipulatión ella sjúkligt forelskilsi.
Gerningsmenninir kunnu bæði vera
fyrrverandi par- ella hjúnafelagar,
men vit hava eisini royndir við dul
nevndum eltarum á netinum ella ella
umvegis dulnevnd sms, sigur hon.
Politiskur spurningur
Ágangurin frá eltarunum kann vera
ótrúliga tyngjandi fyri eitt møguligt
offur, men føroysku revsirammurnar
geva ikki løgregluni neyv amboð at
arbeiða eftir, tá ið tað kemur til eltan.
Tó ynskir Mariann ikki at gera við
merkingar til tørvin á eini nýggjari
lóggávu.
– Tað er ein politiskur spurningur
at fáa nýggja lóggávu setta í verk – vit
halda okkum til galdandi lógir. Sum
er, kann ofri kann fáa eitt tilhald móti
persóninum, ið stalkar seg. Áðrenn
vit kunnu seta eitt tilhald í verk, skal
viðkomandi tó hava gjørt stalkar
anum greitt, at hon ella hann ikki
ynskir samband við stalkaran, sigur
Mariann Reinert.
Føroyska løgreglutilhaldið kann
vera galdandi upp til fimm ár, men
vanliga verður eitt lægri áramál sett
at byrja við. Brýtur gerningsmaðurin
tilhaldið, kann viðkomandi fáa bøtur
ella fongsulsrevsing. Revsingin gerst
harðari eftir alt eftir umstøðum
fyri broti, og í serligum førum kann
gerningsmaðurin fáa upp til tvey ára
fongsulsrevsing.
»Stalking« er ikki greitt lýst í føroyskari lóggávu,
og tískil noyðist løgreglan at finna onnur lógar
brot hjá eltaranum, til tess at døma teir
SAVNSMYND
Týskland
■ Eltarar kunnu fáa upp til trý ára fongsulsrevsing.
Frakland
■ Eitt ára fongsulsrevsing umframt bót upp til 100.000 kr.
Stórabretland
■ Upp til seks mánaðar fongsulsrevsing, men verður lógarbundnað
forboðið móti at seta seg í samband við ofri brotið, kann
fongsulsrevsingin herðast upp til fimm ár.
Danmark
■ Eltarar kunnu fáa lógarbundið forboð móti at seta seg í samband við
ofri, sum er galdandi upp til fimm ár. Verður løgreglubannið brotið, kann
eltarin fáa bót ella fongsulsrevsing.
Ráð til fólk fyri eltan
■ Skriva niður og goym dagfestingar, tá ið gerningsmaðurin hevur tikið
samband við teg á onkran hátt – eisini hóast tað kann vera torført at
prógva seinni.
■ Fá ein annan at hjálpa tær við at savnað saman próvtilfar. Vinfólkini
vilja fegin veita tær hjálp.
■ Vita eftir, hvørt telefonin hjá tær kann banda samrøður ella fá tær
eina appu, ið loyvir tær at banda samrøður á telefonini. Banda síðani
samrøðurnar og møguligar hóttanir frá gerningsmanninum.
■ Lat vera við at svara eltaranum aftur á telefonini ella á netinum, og lat
sum luft, bert tú eyga við eltaran á gøtuni.
■ Ert tú í iva um hvat tú kanst gera, ber til at finna greiðar vegleiðingar á
netinum, ella við at seta seg í samband við Kvinnuhúsið.
■ Kennir tú teg hótta/n eftir lívinum, skalt tú seta teg í samband við
løgregluna beinanvegin.
Lóggáva í øðrum londum