hósdagur 10. desember 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 143
19
LÓGIN VERÐUR SKJÓTT DAGFØRD
Løgmaður
HALLUR AV RANA
E
in av trupulleikum, ið fleiri
offur hjá eltarum møta, tá
tey søkja hjálp, er at tað
í Føroyum ikki er nøkur
lóggáva móti elting. Av tí at elting
sjáldan endar í harðskapi, so er tað
trupult at revsa fólk, ið á pappírinum
ikki gera nakað revsivert.
Samgongan millum Javnaðar
flokkin, Tjóðveldi og Framsókn, ið
tók við um miðjan september, hevur
tó sett sær fyri, at lóggávan á økinum
skal broytast soleiðis, at trupulleikin
við elting verður tikin í álvara. Í fylgi
skjalinum til samgonguskjalið verður
eisini lagt upp til, at ein nýggj lóg um
elting verður sett í gildi í Føroyum,.
– Lóg um sonevnda »stalking«
verður løgd fyri tingið, og ásetingarnar
í revsilógini um neyðtøku verða dag
førdar.
Lógarmál er ein partur av máls
økinum hjá Akseli V. Johannesen, løg
manni. Fyri Vikuskiftis Sosialinum
upplýsir hann, at arbeitt verður við
málinum í løtuni, og at talan er um
eina lógarbroyting og eina nýggja lóg.
– Arbeiðið við at dagføra lóggáv
una á økinum er farið í gongd í Løg
mansskrivstovuni. Tað sum man nú
ger, er at man dagførir kapittul 24 í
revsilógini, ið umfatar alt, ið hevur við
kynslig lógarbrot at gera. Tann lógin
verður eftir ætlan dagførd.
– Síðani verður ein nýggj lóg gjørd
um elting. Tann lógin skal umfata til
hald. Í løtuni er tað soleiðis, at man
bara kann fáa geografiskt tilhald
móti einum persóni. Hetta skal nú
víðkast soleiðis, at tað millum annað
ber til at burturvísa ein persón úr
egnum heimi, um viðkomandi frem
ur harðskap. Sum partur av tí víðkan
ini er eisini, at tað skal vera ólógligt
hjá einum brotsmanni at seta seg í
samband við ofrini gjøgnum telefon,
teldupost, sosialar miðlar og annan
hátt.
Løgmaður greiðir frá, at nýggja
lógin millum annað ger tað møguligt
at krevja tilhald móti brotsmonnum
áðrenn dómur er fallin.
– Ein onnur áseting er, at um ein
persónur hevur verið fyri grovari
forfylging ella harðskapi, skal við
komandi beinanvegin kunna geva
brotsmanninum tilhald, áðrenn
dómur yvirhøvur er fallin. Hetta
verður gjørt, so at tey sleppa undan
at møta brotsmanninum á gøtuni, og
eltarin fær eisini forboð at seta seg í
samband við ofrið.
Aðrastaðni í blaðnum greiðir
Rigmor N. Arge frá, at tað er trupult
hjá eltarum at søkja hjálp, tí talan er
um eitt evni, ið fá ynskja at tosa um.
Tí leggur hon upp til, at tað almenna
átti at havt eitt tilboð, har eltarar
kundu fingið hjálp.
Løgmaður veit tó ikki at siga, at
um ætlanin er at bjóða nakað slíkt, tí
slík tilboð liggur undir málsøkinum
hjá almannaráðnum. Dagføringarnar,
ið verða gjørdar, eru í samband við
revsilógina.
Miðja verður móti, at broytingar
nar í revsilógini og nýggja lógin um
um elting verða løgd fyri tingi aftaná
ólavsøku 2016.
– Tað sum man hevur lagt seg
eftir, er at lógin um elting og broyt
ingarnar í revsilógini skulu verða
lidnar í mars. Síðani verða tær
lagdar fyri Revsirættarráðið, ið skal
taka støðu til lógina. Tá tey eru liðug
við teirra viðgerð verður hon send til
hoyringar, áðrenn hon kann leggjast
fyri løgtingi. Tað verður helst eina
ferð aftaná ólavsøku, sigur Aksel V.
Johannesen, løgmaður, at enda.
»Arbeiðið við at
dagføra lóggáv
una á økinum er
farið í gongd í
Løgmansskriv
stovuni. Tað sum
man nú ger, er
at man dagførir
kapittul 24 í
revsilógini, ið
umfatar alt, ið
hevur við kynslig
lógarbrot at
gera«
– Um ein persónur hevur verið fyri grovari forfylging ella harðskapi, skal viðkomandi beinanvegin
kunna geva brotsmanninum tilhald, áðrenn dómur yvirhøvur er fallin. Hetta verður gjørt, so at tey
sleppa undan at møta brotsmanninum á gøtuni, og eltarin fær eisini forboð at seta seg í samband við
ofrið, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, nú arbeitt verður við at smíða eina nýggja lóg um elting
MYND: ÁLVUR HARALDSEN