Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2015 SOSIALURIN 143 20 BÓKAÚTGÁVA INNA TØRNROOS S agornas stickbok er svensk bók við 20 ymiskum bindi­ mynst­rum úr søgunum hjá Astrid Lindgren, Elsa Bes­ kow, Gunilla Bergstrøm og øðrum væl­kendum svenskum høvundum. Celila B Dackenberg hevur áður skrivað bøkur um binding, men hetta er fyrstu ferð hon tekur støðið í svenska søguskattinum. Hon hevur blaðað ígjøgnum eina rúgvu av bók­ um og síðani gjørt mynstur útfrá klæð­unum, ið børnini eru í. Flestu søgurnar eru rættuliga gaml­ar, men mynstrini eru tíðarleys. Eitt tað torførasta mynstrið í bókini er kjólin hjá Mumin vinkonuni Mymlan. Mymlan er stórasysti hjá óarga­ unganum lítla My og er hon altíð í stríputum kjóla og svørtum handsk­ um. Celia tulkar tekningina av Mymlini við at gera henni ein vestkjóla, sum er opin í ryggininum. Húgvur og hettur fáa ein part av bókini. Flestu børn hava húgvur í bókunum og eisini kettan Findus í søguni um Pettson og Findus, hevur eina lítla húgvu, sum situr sum stoypt á skallanum. Ein tann kendasta húgvan er tann hjá Nils Holgersson, ið fleyg við einum gásaflokki úr suður í norð í Svøríki. Hansara húgva er nokk av tí heitasta slagnum, eftirsum hon er bundin sum eitt rør, ið man leggur dupult og síðani faldar í kantinum. Á tann hátt eru tað fýra løg av budnum, ið verma oyruni og tað burdi verið nóg mikið fyri at hildi tey kaldastu barnaoyruni heit. Troyggjan hjá Álvuri Ákason er júst so sum Álvur sjálvur er, rætti­ liga einføld. Hon verður bundin í ein­um stykki og høvundurin Gunilla Bergstrøm hevur gjørt hana í tveim­ um ymiskum litum í søgunum. At Gunilla dámar væl bundið sæst aft­ur tí bæði Álvur, pápi hansara og fleiri av vinfólkunum eru í bundnum troyggj­ um. Eitt av teimum kendastu pløgg­ unum eru sokkanir hjá Pippi Smokku­leggi! Hugskotið um sterku gent­una við reyða hárinum kom dóttur Astrid Lindgren við, tá hon lá sjúk við lungnabruna. ”Fortel um Pippi Smokkulegg” bað hon mammu sína, og á tann hátt byrjaði Astrid at fantisera um Pippi. Fyrsta bókin kom út 1945 og hóast reyðsokkar ikki blívu til fyrr enn í 1960-inum, so høvdu sokkar áður verið frammi tá fyrstu feministarnir – blásokkarnir – savnaðust um bøkur og útbúgving í 1700-talinum. Um tað var harfrá Astrid fekk íblásturin til sokkarnir hjá Pippi veit tó ongin. Ingrid Vang Nyman teknaði fyrstu Pippi og tað eru hennara tekningar av sokkunum, ið Celia hevur gjørt mynstrið út frá. Sokkarnir eru snar­ bundnir og duttu ofta niður á legg­ irnar, tá Pippi klintraði ella gjørdi okkurt annað aktivt. Eingin hælur var gjørdur í sokkunum hjá Pippi, tí slíkt legði hon ikki í! Bókin er higartil bara at finna á svens­kum. Hon kann bíleggjast frá net­bókahandlum. Bind sum í søgunum Børnini í kendu søgunum eru ofta í bundnum klæðum. Nú er bók komin út til tey, ið vilja binda sokkarnar hjá Pippi, troyggjuna hjá Álvur Ákason og húgvuna hjá Nils Holgersson Knæsokkarnir hjá Pippi Eftir Celia B Dackenberg Stødd: 4 (6) 8 (10) Garn: Østergøtlands Visjø ella líknandi ullgarn Tilfar: Umleið 100 g Stokkar: nr 3 og 3,5 Kasta 40 (46) 50 (56) eygu uppá og bind rond í 1,5 (2) 2 (2,5) cm. Skift til stokkar nr 3,5 og byrja at binda snar. Tak 4 (6) 6 (8) av javnt býtt í fyrsta umfarið = 36 (40) 44 (48) Bind fyrst 2 rætt 2 rangt sum diagrammið vísur. Bind 4 umfør og flyt sídani 1 eygað til síðis og bind 4 umfør. Halt áfram soleiðis til sokkurin er so langur, sum tú vil hava hann at verða. Umleið 36 (38) 40 (42) cm. Táin: Táin á sokkunum er sløtt. Bint eitt slætt umfar. Tú skal hava líka nógv eygu á øllum fýra stokkunum 9 (10) 11 (12). Skift til stokk nr 3 og byrja at taka av til 3 eygu eru eftir og bint tey saman til 2. Bint tvey umfør uttan at taka av. Bind soleidis tríggjar ferðir. Tak av til tað eru totalt 8 eygu eftir. Drag garnið gjøgnum eyguni, sum eru eftir. Fest leysu træðirnar. Uppskrift Sokkarnir hjá Pippi Smokkuleggi bera sjálvandi til at nýta til reingerð eisini Kjólin hjá Mymluni í Mumibøkrunum er flottur sum bundin Bókin »Sagornas stickbok« kom út í heyst í Svøríki