hósdagur 10. desember 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 143
21
Jógvan Joensen hevur givið sína fyrstu útgávu út, har hann vil vísa okkum á, at hann
nú stendur á egnum beinum og er komin víðari frá donsku sjónvarpskappingini
SIGURJÓN EINARSON
J
ógvan Joensen ella Jógvan frá
X-Factor, sum mong kenna
hann, er úti við nýggjari
útgávu, ið nevnist »Love
That You Love«, sum samstundis
er hansara fyrsta útgáva. Talan er
um eina EP við fimm løgum, ið øll
eru gjørd av Jógvani sjálvum – har
fýra løg eru á enskum og tað eina
á føroyskum. Við nýggju útgávuni
gevur Jógvan okkum innlit í, hvat
veruliga býr innan í honum. Her eru
fimm sera inniligir sangir, har Jógvan
borðreiðir við atmosferiskum popp-
og soultónleiki, ið hevur ein feril
av elektróniskum huglagi yvir sær.
Fyriuttan Jógvan, hevur hann fingið
hjálp frá Mariu Ljósá, ið syngur duett
og kór, Andrias Tykjær Restorff á
sello, Mikael Blak á bass og Høgna
Lisberg á trummum og øðrum
ljóðførum, umframt at hann eisini
hevur verið framleiðari á útgávuni.
Miksað hevur Jens L. Thomsen,
meðan Glenn Schick hevur mastrað.
Tað er Tutl, ið gevur EP-ina út.
X-Factor er yvirstaðið
Vit komu at kenna Jógvan gjøgnum
donsku X-Factor kappingina, har
hann endaði á einum flottum øðr
um plássi. Hetta upplivilsið frá
kappingini hevur hann brúkt sum
kærkomnan lærdóm, nú hann gevur
egið tilfar út. Sjálvur sigur Jógvan í
tíðindaskrivi, at hann hevði ein tanka
um at vera seg sjálvan í kappingini,
men at í einari tílíkari kapping er
alt handritið skrivað áðrenn, og tí
er tað ikki lætt at vera seg sjálvan
í kappingini, tá alt verður gjørt til
undirhald fyri sjónvarpshyggjaran. Tí
vil hann við nýggju útgávuni vísa á,
at hann nú stendur á egnum beinum,
har hann hevur sagt farvæl til Jógvan
frá X-Factor.
Og tað er júst hetta, ein leggur
merki til, tá ein hoyrir EP-ina hjá
Jógvani. Har tykist at mangla eitt lag,
nevniliga sangurin, hann framførdi
til finaluna í X-Factor kappingini,
»Best Kept Secret«, men tað er ikki
við á útgávuni, og tað kann tulkast
sum um, at Jógvan tekur frástøðu frá
kappingini, ið gav honum møguleikan
at vísa á sínar framúrskarandi tón
listagávur at framføra sangir á
hægsta støði.
So til tykkum, ið væntað tykkum
tónleik frá X-Factor Jógvan, tit verða
nokk skuffaði, tí við nýggju útgávuni
vísir Jógvan okkum á, at kappingin
er liðug, nú er tað Jógvan, Jógvan
(!), ið kemur fram við sínum egna
tónleiki. Hetta syngur hann sjálvur
um á útgávuni, har »Gloym meg
ei« handlar júst um eftirtíðina eftir
donsku sjónvarpskappingina, har
Jógvan – við X-Factor blues – syngur
um, hvussu hann ætlaði at kappingin
skuldi verða fyri hansara part, men
har hann samstundis eisini ber ótta
fyri, at hann nú bara verður eitt ann
að ørindi í einum framhaldandi sangi.
Ov nógv óljóð
Í síni heild er útgávan sera innilig, har
Jógvan ikki pakkar nakað inn, men
kemur út við sínum kenslum, og tað
kemur hann í flestum førum væl frá,
tá ið fantastiska røddin ikki druknar
í alt ov nógvum óljóði, ið tykist at
hava fingið ov stóra rúmd á EP-ini.
Alt ov ofta kemur sermerkta og
framúrskarandi røddin hjá Jógvani
at standa í bakgrundini av effektum
og kórsangi, og kemur sostatt ikki
til sín veruliga rætt, har hon heldur
átti at vera berandi fyri løgini. Hetta
hoyrist m.a. í »Hope and Laughter«,
ið er ein nýggj innspæling av lagnum,
ið áður hevur verið at hoyrt á eitt nú
YouTube. Nýggja útleggingin hevur
fingið ein meira myrkari dám yvir
seg, og tað er eisini fínt, men her er ov
nógv yvirdoyvandi ljóð á, ið yvirtekur
leiklutin hjá sermerktu røddini, sum
mestsum druknar í ljóðeffektum.
Tá er eldra útgávan meira innilig og
heldur betri, um ikki nógv betri.
Eisini sakni eg at verða bergtikin
av løgunum á útgávuni. Har eru
ov nógv innantóm orð og ov nógv
vanliga nýtt myndatala í tekstunum.
Eg hevði sæð fram ímóti at verði
bergtikin, eins og Jógvan bergtók
disko drotningina, Line Rafn, tá
hann tulkaði sangin hjá Jeff Buckley
»Love, You Shold´ve Come Over«, har
ein framúrskarandi góð rødd og eitt
klaver í bakgrundini blæsur hana
mestsum um koll. Tá er tað, at røddin
og Jógvan veruliga koma til sín rætt,
og tí er tað óskiljandi fyri mær, hví tað
ikki er røddin, ið er í miðdeplinum.
Øll kunnu ljóða hampiliga væl, um
alt verður framleitt í studio og onnur
ljóð koma yvir sangin, men tá tað er
sangurin og røddin, ið er tað mest
sermerkta fyri ein tónleikara, so haldi
eg, at tað er hetta, sum eigur at skara
framúr, og tað ger tað alt ov lítið á
hesari útgávu, tíverri.
Tað, ið sermerkir Jógvan,
nýtist ikki nakra hjálp frá nakrari
sjónvarpssending ella nøkrum
yvirdoyvandi bakgrundsljóði. Hann
hevur eina heilt serliga rødd, sum
ikki eigur at vera eitt fjalt loyndarmál,
men heldur eigur at finna inn til sín
sjálvan, har trúgvin á egna mátt og
megi eigur at traðka fram og blása
okkum øll um koll, tí tað kann Jógvan,
um hann vil tað.
»Love That You Love« fær tríggjar
jólastjørnur út av fimm.
TÓNLEIKUR
FYRRVERANDI X-FACTOR
STJØRNA Á EGNUM BEINUM
★★★★★
Ummæli