Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-10, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2015 SOSIALURIN 143 22 Flamma og Signar í Homrum Leygarkvøldið 12. desember kl. 20:00 fara Flamma og Signar í Homrum at hava sitikonsert í Reinsarínum, við bæði orkumiklum og inniligum framførslum, har áhoyrararnir fáa møguleika at uppliva tey heilt tætt. Flamma er saman­sett av Lailu Carlsen, Ann Chanett Danielsen og Maluni Eyðunsdóttir, ið koma frá ymiskum tónleikaligum bakgrundum. Fyrsta fløga teirra kom út í 2013 og bólkurin fekk tá eina tilnevning á Faroese Music Awards fyri Ársins Nýggja Bólk, og Laila Carlsen fekk eina tilnevning fyri Ársins Songkvinnu. MANGT OG HVAT Eyðun Klakstein Hetta hendir um vikuskiftið... MANGT OG HVAT Geytin í Norður­landa­ húsinum Nýggir, føroyskir stutt­ filmar verða vístir fram í Norðurlanda­hús­inum, tá ið Geytin fer av bakka­ stokki fríggja­kvøldið klokk­an 19.00. Eftir sýning­ ina verður avdúkað, hvør vinnur films­virðis­lønina Geytin á 25.000 kr, sum Tryggingar­felagið Føroyar letur, og sum vinnarin fær handaðar saman við geyta­stand­myndini, ið Astrid Andreasen hevur snið­givið. Áskoðararnir fáa eisini høvi at velja sín yndis­film, og vinnarin av áskoð­ara­virðis­lønini fær 15.000 kr, sum Tórshavnar Kommuna letur. Geytadómsnevndin hev­ ur hugt at øllum teim inn­komnu filmunum í før­oysku filmskappingini, sum verður í Norðurlanda­ hús­inum fríggja­kvøldið 11. desemb­er kl 19:00. Inn komu 21 filmar. Dómsnevndin valdi 10 filmar, sum verða sýndir í hesi røð: 1 Alda Franklin Henriksen og Rúna Ingunardóttir, spælifilmur, 7:15 min 2 At liva við tí Ása Pálsdóttir og Rebekka Eliasen, heimildarf., 10:17 min 3 Birting Leo Lávík, spælifilmur, 10:14 min 4 Mítt navn er Adam Rói Davidsen, 3D animatións­filmur, 5:30 min 5 Gakk tú tryggur Dávur Djurhuus, spælif., 4:00 min 6 Tunnan Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge, spælifilmur, 28:00 min 7 Slitið saman Sára Wang og Maria Winther Olsen, spælifilmur, 8:00 min 8 Boys Sunniva Sundby og Julia í Kálvalíð, heimildarfilmur, 6:45 min 9 Stina Karina Andrias Høgenni, spælifilmur, 10:00 min 10 Dalur Heiðrikur á Heygum, spælifilmur, 30:00 min Film... Handritið eftir deyða mannin Ein maður doyr og eitt handrit liggur eftir hann. Ritstjórin, sum av tilvild fær handritið dettandi inn í telduna hjá sær, má gera av, hvat hann skal gera við handritið. Á útskinninum er høvundurin eitt ólukkudýr, ja, rætt og slætt eitt fordrukkið aputýggi. Fullur av eini skaldskaparligari fáfongd, sum javnan einki samsvar eigur sær í hegni og viti. Og kortini. Handritið, Bókin um tað góða, vísir seg, tá ið samanum kemur, at innihalda eina sjáldsama gløgga og beinrakna útgreining av samfelagnum. Hon má takast í álvara. Seinasta skaldsøgan hjá Carl Johan Jensen er nakað lættari at lesa enn tær undanfarnu, men hon er bæði avbjóðandi og undirhaldandi! Klassikari á hvíta tjaldinum Veturin 1820 varð hvalaskipið Essex álopið av einum óhugsandi stórum hvali. Sanna søgan gav Herman Meville íblástur at skriva bókina Moby Dick, sum er ein klassikari innan bókmentir. Nú er filmur gjørdur við grundarlagi í bókini, men filmurin tekur søguna longri og vísir lívið umborð, eftir at hvalurin hevur lopið á skipið. Filmurin var hóskvøldið frumsýndur í biografum. Nú eitt sindur festligari Tað er líkavið, at enski bólkurin Coldplay er blivin festligur. Í øllum førum er tónleikurin á nýggju útgávuni A Head Full Of Dream nakað lívligari og lættari, enn tónleikurin var á undanfarnu útgávuni, Ghost Stories, sum var eitt slag av skilnaðarútgávu hjá sangaranum Chris Martin. Sangir á nýggju útgávuni hava í løtum elektroniskan dám yvir sær, men ikki so nógv, at tað virkar aldurspaniskt. Coldplay megnar at halda fast um dygdarpoppin og góðar sangir, og so bilar tað einki, at teir í løtum ljóða øðrvísi, enn teir plaga. Ein góð útgáva at koyra frá, tá ið tú ikki orkar meira jólatónleik í almenna rúminum. Ræðandi fangandi Fáar krimirøðir megna so væl at fanga áskoðaran í einum føstum taki frá byrjan til enda, sum enska røðin Broadchurch ger. Alt byrjar við, at ein 11 ára gamal drongur í bygdini Broadchurch verður burtur, og tá ið løgreglufólkini Hardy og Miller fara at kanna málið, gerst málið alsamt truplari og avdúkandi, og søgan flytur seg støðugt og spennandi fram ímóti stóru avdúkingini í málinum. Nú er nýggj sesong tøk og kann síggjast á Netflix. Gloymdi úrmælingurin Í nógv ár vistu ógvuliga fá fólk um skaldskapin hjá John Fante. Hóast bøkurnar í sínari tíð fingu góða móttøku frá ummælarum, tók tað nógv ár, áðrenn skaldsøgurnar fingu tað status, tær hava uppiborið. Sterkasta bókin er helst Ask The Dust frá 1939, har Fante greiðir frá lívinum í Los Angeles, har hann roynir at fáa fótin fyri seg sum rithøvundur, hittir eina mekiskanska kvinnu á kaffistovu og stríðist við at fáa endarnar og lívið at hanga saman. Eitt meistaraverk frá einum rithøvundi, sum í nýggjari tíð hevur fingið stóru viðurkenningina.