hósdagur 10. desember 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 143
23
KLUMMAN
Barbara Holm
Jólares og jólagávur
ársins gáva EINANS 4.799,-
»Hugnaligasta tíðin av árinum«, siga tey,
sum elska jólini. Og jú, mær dámar væl
jólini og jólatíðina. Hugnaligu løturnar við
jóladekoratiónum, gløgg og eplaskivum,
jólafrokostum og so framvegis.
Men onkuntíð kann ein freistast at siga, at
jólahugnin er blivið til ein nærmast psykotisk
tíð, so nógv vit tuska og renna runt, fyri at fáa
sum mest burturúr.
»Eg havi trý jólahald eg skal til við børnunum
í dag«, segði ein vinkona í vikuni. Trý jóla
hald kroyst saman á nakrar tímar? Er tað
hugnaligt?
Eftir ferðsluni og vantandi parkerings
plássunum í býnum at døma, er jólaresti av
álvara farið í gongd. Hvør Hanus og Janus
stríðist fyri at keypa, hugna, vitja, pynta,
hugna eitt sindur meir, og annars at pakka
allar jólagávurnar inn, sum øll tey nærmastu
50 skulu hava.
Tað er kanska ein kliché at siga, men átti tað
ikki at verið alt »tankin sum telur« konseptið,
sum avgjørdi innihaldið í glitruta pappírinum
undir jólatrøunum?
»Ársins jólagáva til børn og ung« varð
presentera í Dagur&Viku herfyri. Hættisliga
koyritólið – tað sokallaða Segway brettið – varð
lýst sum vandamikið, ólógligt og hvat veit eg.
Men einki øvugt orð um, at hendan jólagávAN
2015 kostaði heili 4.799 krónur.
Ivaleyst er tað meira áhugaverda fyri
Dagur&Viku, at hetta tólið er vandamikið
og ólógligt at nýta í ferðsluni. Og eg vóni
tað var tí, at tað uttan himpr varð greitt frá
prísinum av hesum, uttan so mikið sum at
seta spurnartekin við, um tað nú er heilt okey,
at ársins jólagáva kostar tað sama sum ein
húsaleiga í høvuðsstaðnum.
»Eg ynski mær eina Iphone 6 í jólagávu«. Tann
setningin giti eg tey flestu, sum hava børn/
ung í nærumhvørvinum, hava hoyrt. Og tað
er eisini fínt, um fólk hava ráð til tað. Men í
hesum »Í menniskjum góður tokki« døgum,
skuldu vit kanska endurmett okkara uppfatan
av, hvat jólagávAN eigur at kosta, fyri at vera
góðtikin.
Kanska skulu vit innføra góða, gamla kon
septið – tað er tankin, sum telur, og hugsa um
hvørji virði vit leggja í hvønn annan og okkara
samfelag, nú vit skulu kroysta hvønn »hugna
liga« dropa úr jólamánaðinum – kosta hvat tað
kosta vil.
Bjøllubandin,
Døgg, Kristian
og Flamma
AFríggjakvøldið 11. desember
fær Føroya jólaligasta
húsorkestur Bjøllubandin
vitjan av Døgg Nóngsgjógv,
Kristian Blak og trioini
Flammu, sum saman fara
at spæla jólastemningin
inn í Reinsaríið. Orkestrið
Bjøllubandin er mannað av
Benjamin Petersen, Knút
Háberg Eysturstein, Per
Ingvaldi Højgaard Petersen
og Mikael Blak. Hetta er
húsorkestur á okkara jóla
konsertum, ið vera 11. og
22. desember. Hetta verður
jólahugni av besta slag við
nøkrum av okkara sterkastu
røddum innan millum annað
popp og fólkarokk. Í fjør
fylti Bjøllubandin saman við
solistum Reinsaríið tríggjar
ferðir. Døgg Nónsgjógv telist
millum okkara dugnaligastu
ungu singer/songwriters.
Hon vann heiðurin fyri besta
poppsang á FMA í 2013, og
hevur júst givið fyrstu heilu
útgávuna út. Áðrenn hevur
hon m.a. givið nøkur støgløg
út, og eina stakútgávu við
jólatónleiki fyri nøkrum
árum síðan. Kristian Blak
er the grand old man í før
oyskum tónleiki, og hevur
sum oddmaður fyri eitt nú
Yggdrasil og Spælimennirnar
ferðast kring allan heim við
sínum tónleiki. Flamma er
samansett av teimum trimum
damunum Lailu Carlsen,
Ann Chanett Danielsen og
Maluni Eyðunsdóttir, ið koma
frá ymiskum tónleikaligum
bakgrundum, men hava
funnið saman um at framføra
orkumiklar poppsangir.
Fyrsta fløga teirra kom út í
2013 og bólkurin fekk tá eina
tilnevning á Faroese Music
Awards fyri Ársins Nýggja
Bólk, og Laila Carlsen fekk
eina tilnevning fyri Ársins
Songkvinnu.
Jólafriður í Bø leygardagin Tiltakið er ókeypis, frá konsertum til jólafjósið, kaffi og te, vafflur og suppa. Eitt av støðunum,
sum tit kunnu vitja er Bethlehemsfjósið. Her fara vit at leita okkum aftur til tey allar fyrstu jólini, fyri 2015 árum síðani.
Her kunnu tit møta Jesubarninum, Mariu og Jósef, hirðunum, og so øllum djórunum, sum sjálvandi eisini vóru til staðar tá
føddur: Einglarøddirnar úr barnakórinum í Sørvági at fylla fjósið. Maria at greiða frá, hvussu hon upplivdi at bera Jesubarnið.
Kl. 19.00 er tað Evi Tausen, sum kemur at syngja, við góðari hjálp frá himmalsku røddunum hjá bíggjarbørnum.