Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-10, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2015 SOSIALURIN 143 26 Óli Jacobsen TEY 12 ELSTU SYSTKINI Í HEIMINUM: MARIN MISTI DRONGIN VIÐ VERDANDI Tað er ótrúligt við einum so stórum systkinaflokki, har tey fýra eru farin um 90 ár. Men tey hava eisini havt sorgarleikir 3. partur Í seinasta parti umrøddu vit trý tey elstu av teimum 12 systkjunum í Rituvík, sum Guinness hevur viðurkent at vera elsti systkinaflokkur í heiminum. Í hesum parti umrøða vit saman við systrini Amy trý tey næstu. Marin Marin er fødd 18. august í 1924. Hon er næstelst av systrunum. Hon var kviklig og røsk og vildi helst hava eitt sindur skil á øllum. Hon og Sára hava altíð verið ógvuliga góðar, og tær arbeiddu so væl saman. Tað, tær hava lagt úr hondum, so systkini skuldu ganga snøgt og hampiliga ílatin, er ikki smávegis. Misti drongin við Verdandi Marin var trúlovað við einum ungum ritu­ víkingi, Hans Højgaard, sum sigldi við Verdandi. Hann var so vakur. Í oktober í 1944 fórst Verdandi á veg heim und­an Íslandi, og eingin av manningini spurd­ ist afturíaftur. Fýra rituvíkingar vóru við, Sámal Petersen, giftur við Simonu á Rætt í Syðrugøtu, Ernst Petersen, Kristian Marius Højgaard og sonur hansara, Hans Højgaard, drongur Marin. Naena Danielsen, ættað úr Syðrugøtu, greiddi í bókini Havið tók teir, frá einum serligum minni, hon hevði um hesar menn. Hetta var frá eini missiónsviku í Gøtu. Illfýsið var, og tað var ikki nógv fólk á møti. Tá fer hurðin upp og 4-5 rituvíkingar koma inn eftir gólvinum og seta seg á fremsta bonk. Tað stóð framvegis fyri Naenu, hvussu væl hesir menn dugdu at syngja. Millum hesar menn tekur hon til Kristian Marius og son hansara, Hans, sum var ein vakur og prúður unglingi. Tað næsta hon frætti, var, at flestu av monnunum vóru farnir við Verdandi. Hetta setti seg fast í minni hennara. Naena kendi væl rituvíkingar. Mamma hennara, Perlina, var úr Rituvík. Jacobina, systir Hans, fekk árið eftir ein son, sum hon kallaði upp eftir beiggjanum. Hann vaks upp á Toftini í Syðrugøtu. Einaferð, Hans skuldu fara avstað, lá Marin við skarlaksfepri, og eingin slapp inn til hennara uttan mamman. Hans stóð undir vindeyganum og royndi at blaka henni góð­ gæti upp. Onkur minnist, at hann fór upp í stiga at síggja hana. At Verdandi var farin, tók Marini fast. Ein dagin, hon lá í kamarinum inn av stovuni og græt, komu Louisa, kona Kristian Marius, og Stina, systir hansara, at ugga hana. Tær hava verið sterkar. Louisa hevði mist mann og fosturson, og Stina hevði mist beiggja og bróðurson. Tænti hjá Paula Dahl Stutt eftir hetta fór Marin suður til Vágs til Ingu, mostur sína. Inga seymaði fyri fólk, og har lærdi Marin at seyma. Marin var ymsastaðni og tænti, sum vanligt var hjá ungum gentum tá í tíðini. Eitt summar var hon hjá Olgu í Bønhúsmørk í Lamba og hoyggjaði. Eftir tað fingu tey altíð avroð úr Bønhúsmørk. Tað vóru ofta Carl, Jaspur og Harry, sum skuldu ganga allan tann langa teinin inn til Lamba at eftir teimum. Nógv er broytt, nú verður mesti parturin av avroðunum koyrdu­r burtur. Marin var hjá Paula Dahl, yvirlækna, og tænti. Tað er so løgið, tað tú minnist frá barni av. Eftir at hon hevði verið har, var grindin altíð nógv betur móðað av, tá ið tey kókaðu feska grind. Tað hevði hon lært har í húsinum. Hon var eisini arbeiðsgenta hjá Sannu Lützen. Tað er á Áarvegnum, har, sum Touché er nú. Lützen hevði matvøruhandil har. Greta, mostir teirra, var har eisini, helst sum húshaldirska. Hon hevði frammanundan verið húshaldirska hjá Arndis, sum búði beint yvir av handlinum Smæruni. Marin og Niclas Højgaard, Niggi hjá Hanusi og Nicolinu, giftust 8. desember í 1949. Oftast lagar alt seg til tað besta. Marin fekk ein góðan mann, og tey fingu fimm børn, Max, Ninnie, Hansy, Elsebeth og Hanus. Eftir tað, at børnini vóru tilkomin, arbeiddi Marin eitt skifti á Eggvirkinum, eitt skifti í Lynfrost, eitt skifti á Bakkafrost, og hon ar­ beiddi eisini í køkinum á Sjómansheiminum í Runavík. Marin var í kirkjuráðunum, og hon hevði sunnudagsskúla í missiónshúsinum í Rituvík í nógv ár. Hesin sunnudagsskúli byrjaði í 1919 saman við heimamissiónini, og familjan hevur verið virkin í heimamissiónini. Fyrstu tíðina vóru møti hildin hjá Hanusi Højgaard. Fleiri í næsta ættarliði halda sunnu­dags­ skúla í Missiónshúsinum. Sum tíðin gekk, varð farið at tosa um at byggja missiónshús. Pápin, Magnus, var ein teirra, sum tóku stig til hetta. Eisini Kristian Marius Højgaard, pápi Hans. Farið var í holt við Siðsøga Tey hjá Marini. Vinstrumegin frá Max, Ninnie, Hansy, Marin, Elsebeth og Hanus. Systkini standa eftir aldri. Settur inn er Niggi Dania og Arnholt saman við børnunum. Vinstrumegin frá Sigurgunn, Maggi, Herman, Etly, Andras, Atli og Anlina Barnaheimið hjá teimum 12 Missiónshúsið í Rituvík