hósdagur 10. desember 2015síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 143
27
Komandi partur
Í komandi parti verður greitt frá
systkjunum Elly, Jaspur og Harry.
at byggja í 1934. Øll arbeiðsmegi var sjálvboðin,
og longu 31. januar í 1935 varð húsið vígt. Ritu
vík var uppi í Nes sókn tá, og hetta var fyrsta
missiónshús í Nes sókn.
Niggi
Niggi sigldi undir krígnum. Hann sigldi sum
stýrimaður við trolaranum Fiskanesi, Hans
Pauli Johannesen var skipari. Tað var ikki hvør
sum helst, sum tá slapp við Hans Paula! Niggi
var fleiri ár stýrimaður við farmaskipinum
Hólmi.
Tá ið hann fór í land, var hann fyrst fleiri
ár arbeiðsformaður í Lynfrost. Hann arbeiddi
eisini á Netavirkinum og í Timburhandlinum
í Runavík.
Niggi doyði 5. juli í 1996 eftir ringa sjúkralegu.
Marin er nú á Ellisheiminum í Runavík og
har er gott at vera.
Amy sigur, at »nú, ið mamma og fýra tey elstu
systkini eru lýst, er niðurstøðan tann, at hóast
vit mistu pápan, fingu vit yngru alt tað, sum
neyðugt er, at hava tryggan og góðan barndóm.
Tey fimm tóku eitt ódnartak, og tey megnaðu
tað. Við Guðs hjálp.«
Arnholt
Arnholt er føddur 28. september í 1925. Hann
er stak hegnigur, og hann hevur altíð verið
til reiðar at rætta eina hond. Hann kann vera
nakað knappsintur, men tað er líka skjótt av
aftur. Hann smíðaði teimum yngru beiggjun
um bátar og lastbilar, og so vórðu lastbilarnir
málaðir grønir, sum lastbilarnir tá. Hann
gjørdi vist eisini teimum yngru systrunum
dukkuvøggur. Tá ið Dania átti Magga, var Elly,
systir Arnholt, hjá teimum. Tá gjørdi Arnholt
henni eina kommodu og eitt fitt pengaskrín.
Sum blaðungur arbeiddi Arnholt saman við
Jákupi mammubeiggja sínum. Hann smíðaði
hjá Niels Paula Hansen á Glyvrum, og hann
hevur smíðað fyri seg sjálvan. Hann var onkran
túr til skips, men hann hevði vist ikki sjónatúr.
Í mong ár var hann arbeiðsformaður, fyrst
hjá Landsbyggifelagnum, og so hjá Phil &
Søn. Hann var m.a. formaður fyri arbeiðinum
at gera norðskálatunnilin, var eisini uppií at
gera leynatunnilin, SMS, havnarløg ymsastaðni
í landinum og mangt annað.
Arnholt var væl dámdur sum arbeiðsfor
maður.
Býráð, kirkja og missión
Arnholt var í kommunustýrinum hjá Runa
víkar Kommunu frá 1975-92. Hann var »sjálv
valdur« á einum rituvíkarlista hvørja ferð,
hann stillaði upp. Ein annar rituvíkingur,
Hans Tausen Olsen, búsitandi í Runavík, var
valdur á runavíkarlistanum. Teir báðir komu
at hava nógv samstarv, eisini í sambandi við
áhugamálini hjá Rituvík.
Hans sigur, at Arnholt gekk nógv uppí hetta
starvið. Hann var altíð væl fyrireikaður og
hartil sakligur. Tí varð eisini lurtað eftir honum.
Hann var formaður í teknisku nevnd, og gjørdi
í hesum sessi nógv fyri at fáa samskipað og
bøtt um vatnveitingina í kommununi.
Hann hevur eisini verið við í Sjálvstýris
flokkinum. Tá ið flokkurin endurskoðaði
skránna í 1982, var Arnholt ein av teimum 52
flokslimunum, sum fingu stevnuskránna til
ummælis. Hetta hevur verið í teirri tíðini, tá
ið systkinabarn hansara, Frederik Olsen, var á
ovastu rók í flokkinum í Eysturoynni.
Arnholt var formaður í kirkjuráðnum í
nógv ár, og hann spældi ofta bæði í kirkjuni
og í missiónshúsinum. Hann var gravari í
kirkjugarðinum í Rituvík. Tað var tiltikið,
hvussu væl hann helt kirkjugarðin.
Arnholt var formaður fyri sjálvbodna
arbeiðið, tá ið Leguhúsið í Nesvík stóð í gerð.
Hann var eisini limur í bygginevndini, og Jákup
Kass var formaður. Arnholt legði arbeiðið til
rættis, til dømis við tilfari, og at leiðbeina
og tílíkt, tá ið arbeiðstoymi ymsastaðni úr
landinum komu til Nesvíkar gerandiskvøld
ella leygardagar at arbeiða. Landið var býtt í
øki, og hvørt øki átti tørn eina ferð triðju hvørja
viku. Hvørt øki hevði so sínar formenn, sum
skaffaðu sjálvboðin í sínum øki. Onnur kundu
tekna seg hjá Arnholt.
Hetta arbeiðið vardi í eini 3-4 ár. Arbeiðs
felagar Arnholt siga, at hann gjørdi eitt megn
ar arbeiði. Ikki var altíð so lætt at skipa fyri,
tá ið menn við ymiskum førleikum komu
nógvastaðni frá og skuldu fáa at vita, hvat teir
skuldu gera. Men Arnholt var so stak tolin og
fekk arbeiðið at ganga, sum eingin hevði gjørt
honum tað eftir.
Arnholt giftist 25. mars í 1951 við Daniu,
dóttur Hanus og Nicolinu Højgaard. Tey áttu
7 børn, Herman, hann doyði av krabbameini
beint fyri nýggjár í 2013, Magga, Anlinu, Etly og
Atla (tvíburar), Andras og Sigurgunn. Dania og
Niggi, maður Marin, vóru systkin.
Dania
Dania vaskaði í nøkur ár skúlan í Rituvík sam
an við systur síni Ninnu. Hon hevur eisini
arbeitt í fiski, fyrst á Bakkafrost, so í nógv ár í
Lynfrost. Hetta arbeiðið dámdi henni stak væl.
Hon var ógvuliga røsk kona.
Dania doyði 24. oktober í 2014 eftir drúgva
sjúkralegu. Hon hevði parkinsonsjúkuna. Tey
búðu í nógv ár á Ellisheiminum í Runavík, og
Arnholt var nógv um hana. Arnholt býr har
við sama lag.
Henda seinasta mánaðin hevur Maggi verið
á Ellisheiminum til umlætting. Venzil er har
týsdag og fríggjadag, so teir dagarnar hava tey
verið 5 systkin har.
Carl
Carl er miðlingabeiggin, føddur 25. januar í 1928.
Øll systkini eru meir og minni morgunfólk,
bara ikki Carl. Tá ið øll hini fóru í song, var hann
væl fyri og hevði hug, at tey skuldu hugna sær.
Hann er góðsligur av lyndi og ógvuliga blíður
og beinasamur, og hann fylgir væl við øllum í
familjuni. Barngóður sum fáur. Carl hevur altíð
verið ótrúliga skjótførur. Hann var kanska ikki
tann skjótast at fara í holt við nakað heima;
men tá ið hann so fór til verka, var ikki at vera
fyri. Hann arbeiddi í fiski, og viðhvørt vaskaði
hann fisk. Lønin var ein ásett upphædd fyri 100
fiskar. Teir dagarnar fekk hann góða dagløn.
Carl fór fyrstu ferð til skips í 1947, tá fór
hann við Skorakletti til saltfisk, Frederik Olsen
var skipari. Í 1948 fóru teir til saltfisk, Sofus
Olsen var skipari.
Í 1949 var hann við William Martin, Jørgin
Højgaard var skipari. Tá bleiv hann sjúkur og
kom heim við trolaranum Urd. Áðrenn hann
fór tann túrin, hevði hann verið so ringur av
hálsasjúku og tikið ógvuliga sterkar tablettir.
Tað hevði ávirkað nýruni, og hann lá tríggjar
mánaðir á sjúkrahúsinum.
Í 1950 fór hann til Grønlands við Kongshavn,
Jacob Højgaard var skipari. Túrurin var 4 mán
aðir og 22 dagar. Hann fór seinni við Vestur
varðanum, Hans Petur Højgaard var skipari.
Síðan fór hann við Mary Margreth, Jacob
Højgaard var skipari, og við Fiskanes í Barents
havið, Poli Johannesen var skipari.
Í 1953 var Carl við William Martin, Andrias
Højgaard, (Dia) var skipari, í 1954 við Egill
Rauða, í 1955 við Goðanes.
Í 1955-1956 tók hann skiparaprógv og longd
ina. Hann var í 1956 í Grønlandi og eystanfyri
við Fame, John Dam var skipari. Í 1957-58 við
Hallveig Fróðadóttur. Í 1959 sigldi hann við Pax
í Grønlandi, Jaspur Tausen var skipari. 1961-1971
var hann við Havborgini, Hans Petur Højgaard
var skipari, Andy Magnussen 1. stýrimaður og
Derhard 2. stýrimaður. Andy var onkuntíð
skipari.
Føroyingar fóru at veiða ídnaðarfisk seinast
í 1960-árunum. Menn sóu møguleikar í hesi
vinnu, og fóru at byggja skip júst til hesa veiðu.
Fyrsta av hesum skipum var Magnus í
Rituvík. Hann varð bygdur í Esbjerg í 1971/1972.
Hann kom til Føroya umleið 1. juni í 1972 av
fyrsta túrinum við fullari last av nebbasild.
Carl var skipari. Hann átti eisini í skipinum.
Hann førdi trolaran tað mesta av tíðini, til
hann var seldur. Seinni var Carl eina tíð
skipari á trolaranum Polarfisk, sum eisini
varð bygdur í Esbjerg, og aftur seinni var hann
skipari á Polarhav, sum fiskaði undir Føroyum,
partrolaði mest saman við Stjørnuni.
Reiðarin, Osmundur Justinussen, sigur, at
Carl var ein sera dugnaligur skipari, og vóru
skipini, hann førdi, altíð uppi í teimum bestu
at fiska, bæði á ídnaðarveiðu í Norðsjónum, og
eisini til upsafiskiskap undir Føroyum.
Carl gavst at sigla í 1978. Hann býr í barna
heiminum á Líðini.
Carl
Váttanin hjá Guinness um, at her er talan um elsta systkinaflokk í heiminum