Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-10, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 2015síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2015 SOSIALURIN 143 29 Sjálvt um vit gjalda pant fyri eingangsíløt, so verður pantið ikki útgoldið ÁRNI GREGERSEN 20 milljónir eru seinastu fimm árini ikki útgoldið í panti fyri einnýtisíløt. Tað upplýsti lands­stýris­ kvinnan við umhvørvismálum, Sirið Stenberg. Fyri Løg­ting­ inum, tá ið Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin spurdium hetta mál. Tað vísir seg, at brúkarin hvørja ferð letur gjald fyri pant, men bert 8 prosent av íløt­unum kom innaftur. Tað ger, at fleiri milljónir av pantinum ikki verður goldið útaftur. Í Løgtinginum vildu fleiri vita, hvør so fer avstað við hes­um pengum, sum brúkarin annars eigur. Landsstýriskvinnan segði, at hesin peningur er hjá 11 skrá­settum fyritøkum, sum taka ímóti hesum íløtum. Mælt var til, at tað verður lættari at sleppa v við íløtuni. At tað fer at bera til at sleppa av við øll íløt á einum stað heldur enn sum nú, at brúkarin skal runt til fleiri handlar fyri at sleppa av við íløtuni. Onkur mælti til, at ein al­ mennur stovnur tók sær av hesum. – Tað vil eg mæla frá. Tað er ongin grund til at seta almennan stovn til hetta endamálið, segði Jákup Mikk­ elsen úr Fólkaflokkinum. 20 milljónir eru ikki útgoldnar fyri pant 137 MILLJÓNIR Í SKATTALÆTTA TIL LÁG- OG MIÐAL INNTØKUR Lovaði skattalættin hevur fingið 1.viðgerð í tinginum við stórari undirtøku og drúgvum politiskum orðaskifti ÁRNI GREGERSEN T að eer ongin ivi um, at lág- og miðal inntøkurnar fara at fáa ein skattalætta frá 1.januar. Samgongan hevur sett sær fyri at haldda vallyfti um lægri skatt og tað vísir seg, at andstøðan í sóran mun tekur undir við hesi ætlan. Kortini var orðaskifti í tinginum um júst skattalækkingina. Fyrst og fremst vísti andstøðan ferð eftir ferð á, at skattalækkingin er so lág, at hon í veruleikanum verður etin upp av øðrum avgjøldum, sum samgongan kemur við. Hetta var orðaskifti um, tí samgongan vísti á, at hóast onkur avgjøld eru lagd á, so fer skattalættin at gera, at lág- og miðallønt fara at hava meira pening at liva fyri kom­ andi ár. Formaðurin í fíggjarnevndini, Ruth Vang, Framsókn, var ein av teimum úr samgonguni, sum vísti á, at tað var neyðugt at geva hendan skattalættan nú. – Fyrrverandi samgongan framdi skatttalætta gjøgnum flatskattin, men tá var lítið og onki til teirra, sum hava lág- og miðalinntøkur. Tað skapti stóra ónøgd, sum vit so royna at gera nakað við nú. Loysa seg at arbeiða Tað tyktist sum semja er í tinginum um, at tann skatttaskipanin, sum var galdandi áðrenn flatskattin, als ikki var tann rætta. Viðurskiftini vóru so tá, at tað næstan ikki loysti seg at arbeiða eyka, tí so at siga øll lønin fór upp í skatti. – Ein av høvuðsgrundunum til, at vit framdu eina broyting fyri fýra árum síðani var, at tað skal loysa seg at arbeiða. Við hesari broytingini eri eg bangin fyri, at marginalskatturin – altso skatturin av seinast vunnu krónmini – fer at hækka og tað haldi eg ikki gevur meining, segði Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin. Ruth Vang var samd í, at er tað so, at marginalskatturin hækkar munandi, so fer fíggjarnevndin at hyggja at tí spurninginum. – Og hevur andstøðan eitt uppskot um, hvussu hetta kann gerast øðrvísi, so kom endiliga við tí. Vit vilja geva tí góða viðgerð, segði Ruth Vang. Størri broyting Við at lurta eftir orðaskiftinum í ting­ inum, so verður skattabroytingin gjørd nú, tí hetta hevur samgongan lovað. Landsstýriskvinnan við fíggj­ ar­málum, Kristina Háfoss, segði, at fyrst í komandi ári verður ein nevnd sett, sum skal endurskoða alla skattaskipanina. Nevndin skal ikki bert ikki at skipanini við landsskatti, men eisini at tí kommunuskattaskipan, sum vit hava í dag. Landsstýriskvinnan segði, at fyrst og fremst snýr tað seg um at hava eina skattaskipan, sum er við til at tryggja haldføri í búskapinum fleiri ár fram. ÁRNI GREGERSEN – Samgongan er krokodillan, sum øll í Føroyum ræðast. Tað var aftursvari frá for­mann- inum í Fólkaflokkinum, Jørgen Nicla­ sen, til Annitu á Fríðriksmørk. Forkvinnan í tingbólkinum hjá Tjóðveldi segði í sínari røðu, at hon var meira ella minni troytt av at hoyra grenj frá samgonguni og síggja henn- ara krokodillutár. Orðadrátturin var meðan Løg­ tingið skifti orð um uppskotið hjá lands­stýriskvinnuni við fíggjarmálum, Kristinu Háfoss, um at taka sam­døgur­ frádráttin burtur. Samdøgurðfrádrátturin er ein frádráttur, sum fiskimenn við norð­ urlendskum fiskiskipum fáa, umframt ein skattafrádrátt uppá 14 prosent av teimum fyrst tjentu 470.000 krón­un­um. Grundgevingin fyri at avtaka hendan frádráttin er, at tað í dag er soleiðis, at fiskimenn so at siga ong­ antíð sjálvir gjalda fyri ferð og uppi­ hald til og frá skipi. Hetta er nakað, sum reiðaríini gjalda. Framsøgumaðurin hjá Javnaðar­ flokkinum, Jónleif Johannesen, segði, at undir viðgerðini í fíggjarnevndini, so eigur at verða hugt eftir um avtøkan av hesum frádrátti fer at gera at fólk flyta av landinumn. Skipanin kostar í løtuni landskass­ an­um á leið tríggjar milljónir krónur. Missa meira fyri minni Jákup Mikkelsen, Fólkaflokkurin, segði seg fegnast um, at fram­søgu­ maður Javnaðarfloksins tók júst hetta upp, um avtøkan fer at gera, at fólk flyta av landinum. – Hendir tað, so fer landskassin at missa meira fyri minni, segði Jákup Mikkelsen. Eisini Kári P. Højgaard, Nýtt Sjálvstýri, óittaðist fyri, at hetta fór at geva ein miss – heldur enn eina meirinntøku. Undir orðaskiftinum hevði eisini forkvinnan í tingbólkinum orðið. Hon helt, at hetta ikki er ræt, at føroyingar við serliga norskum skipum´skuldu sleppa lættai í skatti enn fiskimenn við føroyskum skipum. – Skulu hesir fiskimenn hava ein skattalætta, so mugu vit finna eina grundgeving fyri at lata lættan. Í dag er tað so, at fiskimennirnir fáa bæði ferð og uppihald endurgoldið, so tað kann ikki vera tað, sum pengarnir skulu brúkast til, segði Annita á Fríðriksmørk. Leiðarin í Sambandsflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, fanst at,a t uppskotið verður lagt fram uttan so, at nakrar avleiðingar av uppskotinum verða nevndar. Hann nevndi,a t føroyska arbeiðsmegin altíð hevur verið flytabar og at ansað eigur at verða eftir, at hetta ikki fer at broyta hesi viðurskiftini. – Tað minsta vit skylda hesum monnum er, at vit viðgera málið ordiliga. Hetta eru menniskju vit hava við at gera og tað má ikki hendan, at hetta fer at fáa fólk at flyta av landinum, segði Bárður á Steig Nielsen. Bæði Bárður Nielsen og Jørgen Niclasen hildu, at upphæddin, sum landskassin sparir er so lítil í mun til vandan fyri, at hesir sjómenn flyta bústað úr Føroyum og kanska til Noregs. – Talan er í mesta lagi um tríggjar milljónir krónur, talan er um, so hetta er ikki tað stóra í mun til samlaðu fíggjarlógina, segði Bárður á Steig Nielsen. Samgongan er krokodillan sum ræðir øll í Føroyum Ruth Vang, Framsókn, formaður í fíggjarnevndini Kristina Háfoss, landsstýris­ kvinna í fíggjarmálum Orðaskiftið snúði seg mest um samdøgurðfrádráttin, men eisini um poilitikkin hjá samgonguni Jónleif Johannesen, framsøgu­ maður fyri Javnaðarflokkin Jørgen Niclasen, formaður Fólka­floksins