Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-10, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2015 SOSIALURIN 143 30 UPPSAGNIR NÚ RULLA HØVDINI ÁRNI GREGERSEN S einasti almenni stjórin, sum er sendur til hús við góðari fráfaringaravtalu, er Jan Danielsen, sum var fyrsti stjórin á Heilsutrygd í Klaksvík. Eisini eru teir báðir ovastu stjór­arnir í Bank Nordik, Janus Petersen og John Rajani, sendir heim. Hetta hendi eftir at bankin fekk nýggja nevnd og donsku vinnulívskvinnuna Stine Bosse, sum nevndarformann. Mest umrødddi frákoyrdi stjór­ in júst nú, er Jan Danielsen. Jan Danielsen hevur verið stjóri á Heilsutrygd, síðani stovnurin byrj­aði at virka í 2010. Heilsutrygd er almenni stovn­ urin, sum yvirtók tær uppgávur, sum annars lógu hjá føroysku sjúkra­kassunum. Síðani eru aðrar uppgávur lagdar til stovnin at loysa, men allar uppgávurnar hava verið knýttar at heilsuøkinum. Í almenna geiranum lá Heilsu­ trygd undir heilsu­málaráðnum. Í fráfaringarskrivinum stend­ ur, at partarnir eru samdir um, at Jan Danielsen, beinanvegin heldur uppat sum stjori á Heilsutrygd. At talan ikki er um, at fráfarni stjórin hevur gjørt nakað ólógligt í sínum starvi, sæst væl í góðu frá­ far­ingar­avtaluni hann fekk. Í fráfaringaravtaluni, sum aða­ stjórin í heilsumálaálaráðnum, Turid Arge, hevur undirskrivað, stendur at Jan Danielsen fær løn í 15 mánaðir umframt upp til 15.000 krónur at gjalda egnum sakførara við. Júst hetta málið hevur fingið polit­iska viðgerð í Løgtinginum. Jenis av Rana, Miðflokkurin, spurdi í tinginum lands­stýris­ kvinnuna við heilsumálum, Sir­ið Stenberg, um hvat liggur aftan- fyri, at stjórin á Heilsutrygd er uppsagdur – og at frá­faringar­av­ talan er so góð. Landsstýriskvinnan var ikki serliga ítøkilig í sínum svari, men vísti til, at talan er um eitt per­sóns­ mál, sum hon ikki vil viðgera frá ting­sins røðarapalli. Hon vísti tó til, at fráfaringarav­ tal­an bleiv so góð, tí sáttmálin var so­leiðis skrivaður Bankastjórarnir Fekk almenni stjórin eina gylta frá­ faringar­avtalu, so vóru avtalurnar hjá teimum báðum nú fyrrverandi banka­stjórunum í Bank Nordik mun­andi betri. Janus Petersen, forstjóri, og John Rajani, stjóri, fingu ávikavist góð­ar 10 milljónir og 4,4 milljónir, í frá­faringarløn. Teir báðir stjórarnir í Bank Nordik arbeiddu sjálvandi í ein­ um peningastovni, sum er eitt parta­felag, men kortini er tað so, at almennu føroyar eiga á leið ein triðing av parta­brøvunum í bank­ anum. Nøkur ár frammanundan vóru eisini báðir stjórarnir í Eik Banka eisini loystir úr starvi. Og í almenninginum hevur orða­skiftið stundum verið hvast, tá ið tað snýur seg um frá­far­ ingar­avtalur hjá stjórum í almenna geiranum. Rættulig rok stóðst av, tá ið tá­ver­andi stjórin í ALS, Ernst Ja­ cobsen, var sendur heim. ALS er ein í prinsippinum pri­ vatur stovnur, men kortini er tað so, at inntøkurnar hjá stovninum verða fastsettar við lóg. Fráfaringaravtalan, sum tá eis­ ini var gjørd eftir galdandi set­anar­ sáttmála, var so mikið góð, at tað fekk táverandi landsstýrismannin, Jóhan Dahl, til at loysa formannin í ALS-stýrinum, úr starvi. Nógva umrøðu Fyri tveimum árum síðani, var stóra søgan, at stjórin í Atlantsflog seianstu 18 árini, Magni Arge, var sagdur úr starvi. Magni Arge fekk eisini eina frá­ faringaravtalu, men tað sum meira varð tosað um tá, var mátins tjórin var uppsagdur uppá. Eftir 18 ár í stjórassessinum, var stjórin kallaður inn seint ein leyg­ardag undan jólum og fekk frá nevndarformanninum, Niels Mort­ensen, at vita, at hann ikki longur skuldi standa á odda fyri føroyska flogfelagnum. Heldur ongin grundgeving kom fram alment tá, hví stjórin skuldi Stjórar – bæði almennir og privatir – eru sendir til hús í seinastuni Jan Danielsen, fyrrverandi stjóri í Heilsutrygd Ernst Jacobsen, fyrrverandi stjóri í ALS Magni Arge, fyrrverandi stjóri í Atlantsflog