hósdagur 10. desember 2015síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 143
31
Á STJÓRUM AFTUR
og ganga nú saman við áður heimsendum stjórum
skiftast út – annað enn at nú skuldi
nýggj strategi leggjast fyri felagið.
Stór umrøða størst av hesi upp
søgnini. Kanska fall tað mongum í
eyguni, at nýggi stjórin í føroyska
felagnum var stjóri, men hanns at
bert – eftir avtalu – í sessinum í
smá tvey ár.
Nýggjur stjóri í føroyska flog
felagnum nú, er Jóhanna á Bergi.
Almennir stjórar
Í almenna geiranum eru fleiri
stjórar uppsagdir seinnu árini.
Petra Johnsdóttir var stjóri á
Almannastovuni, men eftir fleiri
mál við rumbli, valdi landsstýris
kvinnan Annika Olsen at senda
almannastjóran til hús.
Fleiri aðalstjórar eru eisini sagd
ir úr starvi, men teir eru ikki sendir
heim, tí tey eru embætisfólk og
skulu í minsta lagi hava løn í trý ár.
Tann seinasti sum stóð uttan
starv, var aðalstjórin í innlendis
málaráðnum, Rúni Joensen.
Hann misti sít aðalstjórastarv
tá ið løgmaður avgjørdi at niður
leggja innlendismálaráðið. Rúni
Joensen var kortini til arbeiðis í
miðfyrisitingini eftir tað og tá ið
nýggja samgongan avgjørdi at
uppraðfesta innlendismálaráðið
aftur, var Rúni Joensen av nýggj
um settur aðalstjóri.
Ein annar aðalstjóri, sum ikki
longur er í sínum starvi, er fyrr
verandi aðalstjórin í uttanríkis
málaráðnum, Herluf Sigvatsen.
Uttanríkisráðið er nú saman við
vinnumálaráðnum, meðan fyrr
verandi aðalstjórin arbeiðir undir
fiskimálaráðnum. Har er hann
ovasti fyri tí samráðingartoymi,
sum hevur samráðingar við onn
ur lond um kvotur og fiskivinnu
rættindir.
Strandferðslan
At vera stjóri á Strandferðsluni
hevur ikki verið nakað serliga
trygt, síðani Jóhan Restorff fór
frá fyri aldur.
Seinastur í røðini var Bogi Mort
ensen, sum landsstýrismaðurin við
samferðslumálum, Jóhan Dahl,
loysti hann úr starvi.
Politiskt rok var um játtanina til
Strandferðsluna oghvussu nógvur
peningur skuldi brúkast. Tingmenn
ákærdu landsstýrismannin fyri
ikki at hava sagt tinginum frá,
hvussu fíggjarliga støðan var,
men landsstýrismaðurin hinvegin
segði, at vinnumálaráðið ikki hevði
fingið nóg mikið at vita frá Strand
ferðsluni.
Endin var, at stjórin var sendur
heim og seinni eisini fíggjarleiðarin
á Strandferðsluni.
Málið var so álvarsligt, at and
støðan í farnu tingsetu reistu mis
álit á Johan Dahl, men uppskotið
fall í tinginum.
Landsverkfrøðingsstarvið
hevur heldur ikki verið serliga
trygt, síðani Mikkjal Helmsdal fór
frá eftir at hava røkt starvið í eini
40 ár.
Seinastur av teimum, sum var
sagdur úr starvið, var Oyvindur
Brimnes eftir skúlabyggingina í
Hovi. Eisini Henning Jacobsen var
loystur úr sínum starvi, sum lands
verkfrøðingur.
Smyril Line
Stóra flutnignsfelagið Smyril Line
hevur eisini havt fleiri stjórar,
síðani Óli Hammer legði frá sær.
Petur Holm var tann seinasti
stjórin, sum var loystur úr starvi,
áðrenn núverandi stjórin, Rúni
Poulsen tók við.
Bæði Tummas Magnussen og
Andras Róin hava verið stjórar og
nevndarformenn í felagnum, men
hvørgin teirra er har meira.
Við øðrum orðum, so koyrir
nevndarkarrusellin framvegis.
Hvørja ferð onkur stjóri verður
loystur úr starvi, so letur onkur
onnur hurð seg upp.
Hjá almennu stjórunum er eitt
sindur meira ótrygt nú, eftir at
vit fingu broytt lógina, so lands
stýrisfólk sita við ábyrgd, heldur
enn samlaða landsstýrið.
Tað ger, at hava almennir stjór
ar gjørt nóg stór mistøk, so noyðast
landsstýrisfólk at rudda upp, tí
annars sita tey sjálvi við endaligu
ábyrgdini.
Og tað kann kosta politiskt.
Seinasta málið um stjóran á
Heilsutrygd er frammi nú og hevur
fingið viðgerð í tinginum.
Væntandi kemur ein skrivlig
ur fyrispurningur til landsstýrs
kvinnuna um málið.
Bogi Mortensen, fyrrverandi stjóri í Strandferðsluni
Janus Petersen, fyrrverandi forstjóri í Bank Nordik
John Rajani, fyrrverandi stjóri í Bank Nordik