Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-10, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 2015síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2015 SOSIALURIN 143 32 Um nú nýggjar øldir líða V it viðgera í dag, so ótrú­ ligt sum tað ljóðar, longu aftur eitt lógar­upp­skot um at broyta hjúna­ bandið, soleiðis at tað nú skal verða kyns­neutralt. Hetta má sigast at vera eitt sera álvarsligt mál – ja, eftir mínum tykki álvarsligasta mál, ið nakrantíð hevur verið á løgtingi. Verður ein slík lóg samtykt, fær tað sera stórar avleiðingar fyri sam­felag okkara frameftir. Og eg eri bangin fyri, at fólk ikki gera sær far um, hvussu álvarsligar avleið­ ingarnar verða. Sum framsøgumaður fyri Fólka­flokkin fari eg fyrst at siga, at vit fara ikki at taka undir við upp­skotunum, sum hava hetta koll­ veltandi endamálið: at umdefinera tann aldargamla stovnin – tað, sum vit í dag kalla hjúnaband, til ein kyns­neutralan stovn! Og hjúnaband kann hesin stovnur ikki eita frameftir. Tí, hvat er eitt hjúnaband? Tað er týdningar­ mikið, at vit fyrst tosa um tað. Sam­bært orðabókini merkir orðið, hjún: »maður og kona, ið eru gift« og orðið, hjúnalag, er: »løgfest samband millum mann og kvinnu«. Síðani kann eg hugsa mær at spyrja: Hava vit mandat – hava vit loyvi at lóggeva soleiðis, at hjúna­bandið verður umdefinerað? Hjúna­bandið hevur altíð, til allar tíðir, í øllum mentanum allastaðni í verðini verið til sum stovnur millum bæði kyn – langt áðrenn lóg­givið varð um tað! Tað er nakað, sum eitur »hevd«. Hetta er eitt løgfrøðiligt hugtak – hevd er ein óskrivaður, góðkendur rættur, grundaður á gamalt brúk ella siðvenju – ein hevdvunnin rættur! Her hava tveir menn einki at gera! Og her hava tvær kvinnur einki at gera! Hvat byggja vit á? Eg haldi, at tað ber ikki til at tosa um hjúnabandið uttan at tosa um okkara fundament sum samfelag, okkara mentanargrundarlag. Okkara møður og fedrar, ommur og abbar, okkara langommur og langabbar, oldurommur og oldur­ abbar o.s.fr. – okkara fólk hevur verið fast ankrað í kristindóminum – ella í teimum kristnu virðunum – og hesum einfalda og tó djúpa, at ein hægri makt hevur sett okkum nøkur mørk. Men í okkara sokallaðu frí­ger­ ingar­tíð er hend ein ótrúlig sekulari­ sering – ein verðsliggering. Nú er tað humanisman, sum er uppi í tíðini og hevur fingið fótafesti! Hesin tíðarandin sigur, at menn­ iskjað sjálvt skapar sínar normar. Einki pláss er fyri nøkrum givnum lívsreglum, og eingir normar eru, sum ikki kunnu broytast, soleiðis at aðrir koma í staðin, um tað er neyðugt, ella loysir seg betur. Og serliga í okkara tíð hevur gingið ómetaliga skjótt at slept og brotið niður mangar av teimum norm­ unum, sum livdu í okkara fólki. Í humanismuni ger menn­iskjað seg sjálvt til miðdepil – eingin hægri autotitetur er til – nei, menn­iskjað sjálvt verður sentrum. – Okkurt er rætt fyri meg og eitt annað fyri teg! Hetta er ómetaliga álvarsamt: at sleppa tí kristnu menniskjafatanini og fara at lóggeva »sosiologiskt«, tí virðis­normar kunnu broytast dag frá degi! Tað kristna grundsjónarmiðið sigur, at hvørki ein meiriluti og ei heldur nøkur yvirvøld kann hava abso­luttan, og harvið óavmarkaðan myndug­leika. »Høgt er harraboð, men hægri er Guds boð«, sigur eitt gamalt føroyskt orðatak. Tað er ein hægri myndugleiki, sum hevur ásett virðisnormarnar, og Hansara absoluttar eru bindandi bæði fyri tað vanliga menniskjað og sanniliga eisini fyri allar myndug­ leikapersónar. Vit mugu ikki gera hetta – og eg vóni ikki, vit koma hagar, at vit beinleiðis fara at lóggeva ímóti teimum reglum, sum sjálvur Skaparin hevur sett. Hugsi ofta um mangar av okkara kendastu høvundum og yrkjarum, hvussu teir í sínum bók­mentum hava lýst trúnna uppá, týdn­ingin av og respektina fyri Skapar­anum og teimum kristnu mentanar­virð­ unum! Jóan Petur uppi í Trøð í Kvívík er ein. Hann yrkti m.a. Brúðarvísuna, ið eisini er sera aktuel í hesum sambandi, og í sanginum, »Við kaspiska havið« sigur hann: Lýða vit Gud og lóg og rætt, og dyrka vit vísdóms anda, tá birtist í Føroyum ljósari tíð at skína frá strond til stranda Og mentamaðurin, Sverri Patursson, sigur í einari røðu: »Lívið hjá eini mannfjøld kann ikki verða trygt, uttan hon kennir í sær, at aftan fyri alt er ein stjórn­ andi høvuðsmegi. Og eitt fólk, sum ikki er lóglýðugt, smokkar skjótt moralskt niðurundir. Eitt mann­ felag, sum ikki roynir at skilja mill­ um, hvat ið er rætt, og hvat ið ikki er rætt, verður andliga brekað.« Eg kundi nevnt so mangar aðrar, H. A. Djurhuus, Mikkjal á Ryggi, Símun av Skarði o.s.fr. Ófullfíggjað uppskot Men nú skal eg koma til sjálv upp­ skotini. Tey eru trý í tali. Tað fyrsta, løgtingsmál nr. 19, gongur út uppá, at geva fólki av sama kyni loyvi at giftast, t.e. – so ótrúligt tað enn ljóðar – at maður nú skal kunna giftast manni, og at kvinna nú skal kunna giftast kvinnu. Løgtingsmál nr. 20 gongur út uppá at víðka ásetingarnar í før­oysku rættargangslógini um upp­loysn av hjúnalagi – ja(!) fyri at maður skal kunna skiljast frá manni og kvinna frá kvinnu! Og í tí triðja uppskotinum, nr. 21, verður farið inn í lógina um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni, har skal verða ásett, at pør av sama kyni ikki sleppa í kirkjuna. Tíðargrein Røðan, sum Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður, helt, tá ið hjúnabandslógin var til fyrstu viðgerð Skal mann gráta ella grína? – Eftir mínum tykki ein niðurgering og vanvirðing av løgtinginum og Føroya fólki!